mikudagur 22. mars 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 58 - 22. mars 2006
Nr. 58 • mikudagur • 22. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Andrew verður
nummar 10
Nú danska 1. deild
er um at byrja, hava
spælararnir hjá Fremad
Amager fingið tey tølini
á ryggin, sum teir skulu
brúka næsta hálva árið.
Føroyski álopsspælarin
Andrew av Fløtum hevur
fingið tað áb yrgdarfulla
nummar 10 á ryggin.
– Tað hava verið fleiri
broytingar í hópinum,
og tað hevur verið eitt
sindur tilvildarligt, hvat
nummar hvør hevur
havt. Nú havi eg roynt
at givið spælarunum tað
nummarið, sum passar
væl til plássið, teir spæla
á liðnum, sigur venjarin
Benny Johansen.
Todi plágað
ur av skaða
Todi Jónsson hevur fingið
ein nýggjan skaða at
dragast við. Hann hevur
í eina tíð havt trupulleikar
við hælsinuni, og bruni
forðar fyri, at hann av
álvara kann verða við í
venjing og spæla dystir.
Fyrradagin noyddist Todi
at gevast undir eini venjing
hjá Start í Marbella.
– Tað kennist ikki
serliga væl. At vit støðugt
skifta undirlag ger heldur
ikki støðuna betur, sigur
Todi Jónsson við blaðið
Fedrelandsvennen.
Trupulleikarnir
við
hælsinuni hava verið aftur
vendandi síðani november
mánað, og í gjár vandi
Todi innandura fyri seg
sjálvan.
Allan liðfor
maður á
Argjum
Nýggir spælarin í AB,
Allan Mørkøre, er valdur
til liðformann á liðnum
hjá argjamonnum. Hetta
er fyrsta kappingarárið
hjá Allani í AB, men hann
hevur drúgvar royndir sum
fótbóltsspælari. Allan kom
sum blaðungur á besta
liðið hjá KÍ og hevur eisini
spælt fyri HB, B36 og ÍBV
Íslandi. Harafturat hevur
Allan spælt 54 landsdystir
fyri Føroyar.
– Allan er við sínum
nógvu royndum eitt natúr
ligt val sum liðskipari.
Allan slapp fyri fyrstu
ferð leygardagin at royna
seg í leiklutinum sum lið
skipari. Hesum slapp hann
stak væl frá, og argjafólk
kunnu gleða seg um, at
AB vann og Allan skoraði
eitt av málunum, skrivar
heimasíðan hjá AB.
Varaliðformaður er
22 ára gamli Rani D.
Christiansen.
Start-venjarin
Tom Nordlie
brúkti trý korter
til at skelda norsku
fjølmiðlafólkini,
sum fylgja liðnum á
venjingarlegu í Spania
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað gongur lívliga fyri seg
á venjingarleguni hjá Toda
Jónsson og liðfeløgunum í
Spania. Síðani leygardagin
hevur Start vant í Marbella,
og hóast teir eru staddir langt
frá norska gerandisdegnum,
hava teir veruliga verið í
brennideplinum í fjølmiðl
unum.
Mánadagin kundu fleiri
norskir fjølmiðlar greiða frá,
at tveir av liðfeløgunum hjá
Toda fóru til hendurs undir
eini venjing. Bård Borgesen
og Lunde Aarsheim bæði
tókust og slóust, áðrenn ein
rúgva av liðfeløgunum mátti
skilja teir at.
Illur um innslag
Í gjár fingu norsku fjølmiðla
fólkini, sum fylgja Start á venj
ingarleguni í Spania, av at vita
frá venjaranum Tom Nordlie.
Venjarin er kendur fyri at tosa
við greiðum vendingum, og
fyrr í ár varð hann biðin um at
vera meira positivur mótvegis
sínum spælarum.
Í gjár stóðu fjølmiðlafólkini
fyri skotum, tí norska TV2
hevði havt eitt innslag um
venjingina hjá Start í Mar
bella. Í innslagnum sæst
Nordlie rópa og geyla eftir
einum av sínum spælarum.
Nordlie var illur um, at
hetta varð víst í innslagnum
í norskum sjónvarpi, tí hann
helt, at tað varð tikið burtur
úr einum samanhangi.
Og tað fingu fjølmiðla
fólkini alt at vita um – við
stórum stavum og feitari
skrift.
Kroystur venjari
Tá ið fjølmiðlafólkini vildu
tosa við spælararnar eftir
venjingina fyrrapartin í gjár,
tók Nordlie ímóti teimum,
tí hann vildi siga sína hugsa
um arbeiðið hjá teimum.
Og tað vóru ikki mjúk orð.
Nordlie skeldaði heiður og
æru frá fjølmiðlafólkunum
í samfull trý korter.
Fedrelandsvennen skrivar,
at helst er orsøkin til øðina
hjá venjaranum, at úrslitini
higartil hava verið vánalig,
nógvir spælarar hava verið
skaddir, og at hansara leiðsla
hevur verið til umrøðu í fel
agnum.
Seinnapartin í dag skuldi
Start spæla venjingardyst
ímóti Malaga B.
Týskvøldið vunnu
kvinnurnar hjá
Mjølnir trygt á
Fleyr í avgerandi
dysti um, hvat av
liðunum skal spæla
við í meistaradeildini
næsta kappingarár
Flogbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið var upp- og
niðurflytingardysturin í
kvinnuflogbólti spældur á
Kambsdali.
Mjølnir endaði aftasta í
meistaradeildini hjá kvinn
um, meðan Fleyr vann 1.
deild, og hesi liðini skuldu
so spæla ein dyst um, hvat
av teimum skal spæla í
meistaradeildini næsta ár.
Undan dystinum var
Mjølnir mett sum greiður
favorittur at vinna. Liðið er
mannað við ungum leikarum,
og hóast tað kann hava sína
ávirkan, tá ið á stendur, so er
leikferðin í meistaradeildini
so mikið hægri og dystirnir
nógv fleiri, so alt talaði fyri
Mjølni.
Fleyr spældi eisini upp
flytingardyst seinasta kapp
ingarár, men tá vann SÍ
greitt.
Leikferðin var á muni
Dysturin millum Mjølnir
og Fleyr endaði við 3-0
til Mjølnir, sum vann við
settúrslitunum 25-21, 25-23
og 25-19.
Fleyr kom stak illa frá
byrjan í fyrsta og øðrum
setti, men liðið megnaði
tó at leggja trýst á Mjølnir.
Serliga í øðrum setti gekk
púra javnt á. Í triðja setti kom
Fleyr væl frá byrjan, men
so steðgaði fullkomuliga
upp, og í hesum settinum
sást, at leikferðin var stóri
munurin.
Tá ið Mjølnir setti ferð á
álopsspælið, megnaði Fleyr
ikki rættiliga at svara aftur,
og tí misti liðið ofta fleiri
stig á rað. Leikararnir hjá
Mjølni vóru betur fyri, og í
álopinum vóru fleiri streingir
at spæla á.
Sostatt kann Mjølnir fyri
reika seg til komandi ár í
meistaradeildini.
Venjarin hjá Toda skeldaði í trý korter
Mjølnir yvirlivdi í bestu deildini
Tá ið Mjølnir setti ferð á
álopsspælið, megnaði Fleyr
ikki rættiliga at svara aftur,
og tí misti liðið ofta fleiri stig
á rað. Leikararnir hjá Mjølni
vóru betur fyri, og í álopinum
vóru fleiri streingir at spæla á