mikudagur 22. mars 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 22. mars 2006
19
Fýra ungir
skrivað undir
við HB
P/f Havnar Fótbóltur boð
ar frá, at HB hevur skriv
að undir sáttmála við fýra
av ungu evnaríku leik
arum í felagnum. Trígg
ir av teimum hava ung
lingaaldur. Hetta sendir eitt
greitt signal út um leikara
politkk felagsins, skrivar
heimasíðan hjá HB.
Teir fýra eru Ólavur í
Ólavsstovu, Johan Ejvind
R.
Mouritsen,
Poul
Thomas Dam og Bárður
Mittelstein.
Rundir dagar í
fótbóltinum
Leygardagin 25. mars
eru tað liðin 60 ár, síðani
Obert Eliasen og aðrir settu
Ítróttarfelag Fuglafjarðar á
stovn. Dagurin verður hildin
við steypadysti ímóti B68,
meðan sjálv hátíðarhaldið
verður seinni í ár.
Nakrar dagar seinni,
týsdagin 28. mars, fyllir
bóltfelagð B36 70 ár. Í tí
sambandi verður skipað
fyri móttøku í B36-húsinum
leygadagin 25. mars kl.
10 til 13. Eftir móttøkuna
byrjar fótbóltskappingini
av álvara, tí tá spælir B36
steypadyst ímóti TB.
Kreppa hjá Inga
og teimum
Lagið er av tí ringasta í
Premier League felagnum
Birmingham, eftir at fel
agið tapti heili 7-0 ímóti
Liverpool í gjárkvøldið.
Tað hevur gingið illa hjá
Birmingham í hesum kapp
ingarárinum, og liðið stríðist
fyri lívinum í botninum. Tað
hevur gingið heldur frægari
í steypakappingini, men í
gjárkvøldið ruku teir út við
einum ordans braki.
Venjarin Steve Bruce
segði, at hann hevði ikki
tapt so stórt, síðani hann
var smádrongur, og dagurin
var tann ringasti í hansar tíð
sum venjari. Eftir stórtapið
ímóti Liverpool bíða truplir
dystir í Premier League.
Start roynir
spælara
Todi Jónsson fær møguliga
ein nýggjan liðfelaga í Start. Í
løtuni er Start á venjingarlegu
í Marbella í Spania, og í dag
kemur ein nýggjur spælari
til venjingarleguna. Tað
er Bayal Sall úr Senegal,
sum skal royndarvenja
við felagnum. Ball hevur
spælt heima í Senegal, men
hann hevur eisini verið til
royndarvenjing í Belgia.
Hann er 22 ára gamal lands
liðsspælari og kann spæla
bæði á miðvøllinum og í
verjuni.
22 føroyskir borð
tennisspælarar hava
um vikuskiftið verið
við í Brøndby Cup í
Danmark. Tað eydn
aðist føroyskum lut
takarunum at vinna
nøkur gullmerki
Borðtennis
Tíðindaskriv
Fyri triðju ferð vóru før
oyskir borðtennisspælarar
við í Brøndby Cup, sum
verður hildin einaferð um
árið. Føroysku spælararnir
hava vanliga klárað seg
væl, og soleiðis var aftur í
ár, tí hesaferð vunnu teir 15
heiðursmerki
Tað verður gjørt upp, hvat
av liðunum í kappingini
klárar seg best, og triðja árið
á rað vunnu føroyingarnir.
Tey donsku feløguni luttóku
við teirra lokalu feløgum,
meðan føroysku spælararnir
luttóku sum eitt lið.
Góð avbjóðing
Tey sum vunnu gull fyri Før
oyar vóru: Gilli Sørensen og
Sheila Strøm vunnu tvær
gull og Susie Midjord vann
eina gull.
Tey sum vunnu silvur fyri
Føroyar vóru: Fróði Jensen,
Rakul Mikkjalsdóttir, Susie
Midjord og Pætur Albinus.
Tey, sum vunnu bronsu
fyri Føroyar, vóru: Hallur
Thorsteinsson vann tvær
bronsu og Fróði Jensen,
Hugin Albinus, Rakul Mikkj
alsdóttir, Sheila Strøm og
Susie Midjord vunnu eina
bronsu.
Endamálið við ferðini
til Danmarkar er at geva
spælararunum eina góða
avbjóðing, sum kann menna
teir. Tað er eisini hugaligt
hjá teimum at spæla ímóti
spælarum, sum teir ikki hava
spælt ímóti áður.
Eli Christiansen hevði
munin á Gunnari
Dahl Olsen í kapping
í duathlon um
vikuskiftið
Duathlon
Tíðindaskriv
Um vikuskiftið var Hoyvík
skappingin í duathlon.
Kappast var á økinum kring
Studentaskúlan, og súkklað
var móti Boðanesi, eftir Ring
vegnum, og aftur til skúlan.
Runnið var eisini á økinum
kring skúlan.
Súkklað var 21 kilometrar
og runnið 10,5.
Byrjað var sum samlaður
startur, og súkklað var 6
ferðir runt. Skjótt var, at
Eli Christiansen og Gunnar
Dahl Olsen løgdu seg á
odda, og nakað aftanfyri
teir kom Andrass Joensen.
Í aftara endanum vóru tað
Kári Simonsen og Evald Ras
mussen, ið sum ikki einaferð
kappaðust sínamillum.
Eli rann skjótari
Byrnanarstøðan helt sær til
skift var til renning. Eli legði
út sum eitt óløgi og slapp
eitt sindur framum Gunnar,
sum hinvegin royndi at vinna
missin innaftur. Men Eli
var sterkari á renniteininum
hesaferð og vann.
Andrass Súkklaði og
rann púra einasmallur.
Hann kundu ikki fáa fatur á
Gunnari, og Kári og Evald
høvdu ongan møguleika at
fáa fatur á honum.
Í kappingini millum Kára
og Evald, var Kári tann
stinnari, og legði seg bein
anvegin fram um Evald og
økti um munin alla tíðini.
Til Íslands at kappast
Hetta var triðja kappingin hjá
felagnum í ár, og verður næsta
kapping 2. apríl. Tað verður
ein sprint triathlonkapping
t.v.s. at svomið verður 750,
súkklað 20 km og runn
ið 6 km. Svomið verður í
Svimjihøllini í Havn. Súkklað
verður frá svimjihøllini,
til Skansan og niðan aftur.
Teinurin verður súkklaður
tríggjar ferðir. Runnið verður
seks ferðir á økinum hjá
Skógrøkt Landsina. Byrjað
verður kl. 13.00.
Kappast verður eisini í
1/12 triathlon t.v.s. at tey, ið
vilja royna seg fyri fyrstu ferð
sleppa á ein styttri tein.
3. juni fer triathlonfelagið
til Íslands at kappast. Íslend
ingar hava boðið felagnum
at verða við í kappingini
um íslendska meistaraheitið
sum gestir.
Fótbóltssambandið
hevur nú lagt eina
skrá fyri síni fýra
ungdómslandslið og
a-landsliðið
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fótbóltssambandið hevur
stórt virksemið við lands
liðum, og umframt a-lands
liðið, sum er tað mest sjónliga
landaliðið, hevur FSF eisini
fýra ungdómslandslið.
Hjá dreingjum eru lands
liðini U15, U17 og U19. Hjá
gentunum er U19.
Nógvar venjingar, venjing
ardystir og kappingar eru á
skránni ígjøgnum eitt ár, og
alt hetta skal samskipast við
virksemið úti í feløgunum og
landskappingarnar hjá FSF.
Tí hevur FSF nú lagt
eina heildarætlan fyri øll
landsliðini, og í hesi ætlan
verður gjørt upp, nær liðini
venja, nær tey verða tikin út
og nær tey spæla.
Kappast í NM og EM
A-landsliðið skal spæla
fýra landsdystir í heyst.
Fyrsti dysturin verður ímóti
Georgia 16. august, síðani
verður spælt ímóti Skotlandi
2. september, ímóti Litava 7.
oktober og ímóti Fraklandi
11. oktober. Harafturat
verður møguliga ein venj
ingardystur tann 28. mai.
U19 landsliðið hjá gentum
verður við í EM-kapping í
Svøríki í døgunum frá 26.
september til 2. oktober. Har
verður spælt ímóti Svøríki,
Fraklandi og Kazakhstan.
U19 landsliðið hjá dreingj
um skal frá 20. til 23. juli
spæla tveir dystir ímóti Stord
í Noregi, og í døgunum frá
4. til 12. oktoer verður EM-
undankapping í Svøríki,
har mótstøðuliðini verða
Svøríki, Pólland og Ísland.
U17 landsliðið skal til tvær
kappingar. Fyrst í august
verður NM, og hesaferð verður
kappingin hildin í Føroyum.
Frá 19. til 24. oktober verður
U17 landsliðið við í EM-
kapping í Norðurírland, har
spælar verður ímóti vertunum,
Kypros og Svøríki.
Skráin fyri øll landsliðini
hjá FSF kann lesast í full
um líki á heimasíðuni hjá
Fótbóltssambandinum
– www.football.fo
Gull til føroyskar borðtennisspælarar
Føroyskir borðtennisspælarar
í Danmark. Fremst frá
vinstru: Sára Hentze, Marin
Brattalíð, Birita Mortensen,
Heini Mortensen, Rasmus
Potts og Patrik Johannesen.
Mittast frá vinstru: Joan
Thomasen, Sheila Strøm,
Rakul Mikkjalsdóttir, Marin
Í Dali, Susie Midjord, Svanna
Mortensen, Ragnar Egilson,
Fróði Jensen, Gilli Sørensen,
Hallur Thorsteinsson og
Pætur Albinus.
Aftast frá vinstru: Høgni
Carlsson leiðari, Mariann
Mikkjalsdóttir, Reidar Luid,
Levi Winther, Hugin Albinus,
Sigurð Carlsson og Eyðun Luid
Mynd: Mikkjal Bærendsen
Eli vann kapping í duathlon
1. Eli Christiansen
1.05,26
0.48,34
1.53,48
2. Gunnar Dahl Olsen
1.05,26
0.48,58
1.54,22
3. Andrass Joensen
1.08,26
0.50,50
1.59,16
4. Kári Simonsen
1.17,28
0.59,57
2.17,25
5. Evald Rasmussen
1.17,28
1.04,18
2.21,46
Eli Christiansen vann, Gunnar Dahl Olsen var nummar 2 og
Andrass Joensen nummar 3
FSF hevur lagt skránna fyri landsliðini
Endaliga støðan í kappingini gjørdist hendan:
Føroyar: 5 gull, 4 silvur og 8 bronsu, 45 stig
Roskilde 5 gull, 2 silvur og 4 bronsu, 35 stig
Brøndby 3 gull, 1 silvur og 6 bronsu, 24 stig