fríggjadagur 4. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Eysturoyggin í fokus
Síðsta greinin í røðini um vinnulívið í Eysturoynni
kemur í blaðið týsdagin.
Javnaðarflokkurin,
sum
rýmdi undan ábyrgd fyri 4
árum síðan, hevur á pappír-
inum sett sær fyri at tyrva
Suðuroynna undir í gulli og
grønum skógum.
Flokkurin hevur haraftur-
at sett sær fyri, at hvørja fer
hann ikki kemur á mál - og
tað ger hann ongantíð - so
er tað Hergeir Nielsen, sum
hevur skyldina. Tað er hann
sum svíkur.
Hetta er ein einfaldur
boðskapur, sum øll skilja,
mo. Rógvi Thomsen í Sosi-
alinum fríggjadagin.
Víst verður til eitt skriv,
sum eg havi skrivað SOC,
Suðuroyar Oljuvinnuráð,
tann 10. nov. 1999.
Mynd av skrivinum er
prentað í Sosialinum, og
sjálvandi við so smáum
stavum, at tað ikki kann les-
ast, og skal eg tí greiða frá,
hvat har stendur.
Har verður fyrst takka
fyri ein frálíkan fund í Øra-
vík, tann 23. okt., og síðani
sagt frá, at oljumálið fleiri
ferðir hevði verið til við-
gerðar á floksfundum okk-
ara, ma. vísandi til ynski
mítt um at fáa útgerðar-
havnina lagda í Suðuroy, og
har eg skilti seinasta fundin
soleiðis, at full undirtøka
var fyri tí.
Tá skrivað varð, at tað
varð “einmælt samtykt,” var
hetta sjálvandi ikki at skilja
sum einmæltu samtyktirnar
á tingi, har atkvøtt verður
við atkvøðuskipan eftir at
mál hava fingið 2 - 3 við-
gerðir. Soleiðis fer vanligt
floksarbeiði, har nógv mál
eru undir støðugari viðger,
ikki fram.
Eitt tílíkt mál var oljumál-
ið, sum tá lá í Tinganesi til
viðgerðar, og sum tíanverri
ikki kom á tingborð í tí líki
tú vildi tað. Broytingar,
meðan mál liggja í Tinga-
nesi, og verða viðgjørd úti í
flokkunum, eru ikki óvan-
ligar.
Orðingin “einmælt sam-
tykt” átti ikki at komi fyri í
einum máli á tí støði, tað tá
var, og skal eg tí taka hana
á mín kappa. Somuleiðis
varð hon rættað tvær ferðir
fyri røttu viðkomandi..
Ætlanin var at avgreiða
útjaðarapartin av oljumáli-
num úti í Tinganesi, men tað
miseyðnaðist. Tí boðaði eg
SOC frá á tveimum seinni
fundum, at ikki kundi rokn-
ast við einum samdum tjóð-
veldisflokki undir tingvið-
gerðini.
Í brævi mínum stóð eis-
Lesarabræv:
Hergeir Nielsen
er eingin svíkur
ini, at eg heldur enn fegin
vildi arbeiða víðari við mál-
inum, og tað geri eg fram-
vegis, men ivasamt er um
SOC hevur áhuga fyri hes-
um.
SOC hevur leitað aðrar
vegir, og hevur prentað og
almannakunngjørt eitt inn-
anhýsis skriv millum eitt
privat felag og ein politisk-
an flokk. Hóast rættað tvær
ferðir munnliga á tveimum
fundum í SOC fer upprun-
askrivið út, og kann enda-
málið einans vera at niður-
gera undirritaða, og tað
eyðnaðist væl.
Í brævinum stóð onga-
staðni nakað um, hvat
flokkurin í heila tikið stóð
samdur um í einum kom-
andi tingmáli, sum jú eingin
kendi til fulnar, og so als
einki um, hvussu tjóðveld-
isflokkurin á tingi fór at at-
kvøða í einum ikki kendum
minnilutauppskoti frá Javn-
aðarflokkinum.
Aftan á at eg mælti til og
greiddi atkvøðu fyri hesum
minnilutauppskoti skilji eg
á Rógva Thomsen, næstfor-
manni í SOC, at hann held-
ur meg ikki vera skikkaðan
at sita á tingi, tí at eg skal
hava svikið Suðuroynna.
Hetta heldur hann, hóast
eg á tveimum fundum í
SOC í Øravík, tann 4. des.
1999, saman við øðrum
tingmonnum, og tann 9.
januar 2000, hevði boðað
frá, at ikki kundi roknast við
einmæltari samtykt á tingi
frá umboðum tjóðveldis-
floksins.
Hesi tíðindi er Rógvi
Thomsen tíanverri lagstur á.
Í staðin fyri síggja vit
skrivligt innanhýsis skjal í
bløðunum, sum — enn eina
ferð - hóast tað er rættað
tvær ferðir, kortini skal út
fyri at skaða meg og flokk
mín.
Kent er, at oljufeløg liva í
einari sera afturlatnari verð.
Hetta var ikki tann hepnasti
leikurin, ið eitt so lítið og
eitt so ungt oljufelag, kundi
funnið upp á at gjørt.
Í oljumálinum eru mangir
leikir eftiri enn, serliga fyri
Suðuroynna, men SOC eig-
ur at umhugsað, hvussu
skikkað eitt oljufelag, sum
onnur ikki hava fult og heilt
álit á, er.
Eitt tílíkt oljufelag hevur
Rógvi Thomsen gjørt SOC,
Suðuroyar Oljufelag, til í
dag.
Hergeir Nielsen
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, omma og vermóðir
BORGHILD KRISTIANSEN
doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum. Ein
serstøk tøkk til starvsfólkið á dagstovninum á Lágar-
garði.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum
øll, sum hjálptu til og fylgdu henni til hennar sein-
asta hvíldarstað.
Elin, Jón, Belinda og Rebecca
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæri maður, pápi, verfaðir og abbi
HANS HENRIK STRØM
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Petur Martin Rasmussen, prest, fyri troyst-
arrík orð. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar.
Takk til Strandferðsluna og til Suðuroyar sjúkra-
hús. Takk til øll, sum hjálptu til ervið. Takk fyri
peningagávur til Tvøroyrar kirkju, kransar, blómur,
vitjanir, uppringingar og brøv.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu Hans Henriki
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Helga, Ásbjørn, Rannvá, Helena og Helgi
Tøkk
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
THOMAS HERLUF THOMSEN
andaðist hósnáttina 3.2., 82 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum.
Familjunnar vegna
Eileen
✝
Tillukku
Atlantsflog
DAGURIN í gjár var ein stórur dagur í
føroysku flogsøguni. Tá kom nýggja flog-
farið hjá Atlantsflogi til Føroya. Leiðslan í
Atlantsflogi hevur í longri tíð havt sam-
ráðingar um keyp av einum nýggjum flog-
fari til felagið. Nú er so gjørdur keyps-
sáttmáli fyri umleið 60 mill. kr. Talan er um
eitt brúkt flogfar av sama slagi sum tað
flogfelagið eigur. Tað liggur nógv stríð og
stev aftanfyri royndirnar hjá føroyska
flogfelagnum at fáa tvey bein at standa á.
FLOGFELAGIÐ hevur ikki bara havt tað
lætt. Mangan hevur mótgangurin verið
stórur, og at byggja nakað upp frá botni
av, meðan annað flogfelag hevur átt rut-
una og harvið royndirnar í langar tíðir,
hevur ikki bara verið lætt. Tað eru tey, sum
hava ynskt føroyska flogfarið, har piparið
grør. Men tað hava so verið onnur, bæði
politikarar, vinnulívsfólk og ikki minst fólkini
í fyritøkuni, sum hava sett sær sum nær-
um lívsmál ikki bert at halda lív í men
eisini at menna hetta føroyska felagið.
Í dag síggja vit úrslitið av hesum arbeiði.
Øll starvsfólkini hjá Atlantsflogi eiga at vera
errin henda dag, og ikki minst er hetta
keypið tí ótroyttiliga og framfýsna stjóra-
num fyri at takka, ið hevur fingið fulla
uppbakking frá síni nevnd. Men eisini tey,
sum vóru við frá byrjan eiga sín lut í
hesum. Vit ynskja tykkum øllum hjartaliga
tillukku. Stjórin í felagnum segði við út-
varpið í gjár, at ætlanin er umframt at brúka
flogfarið á Føroyarutuni, eisini at brúka tað
í útlendskari flúgving. Nú verður so arbeitt
við at fáa flogfarinum arbeiði á fremm-
andum rutum. Tað er greitt, at tvey flogfør
á Føroyarutuni eru nærum nóg mikið til at
nøkta tørvin her. Men eftir okkara meting
hevur tað stóran týdning, at kappingin á
Føroyarutuni heldur fram.
TÍ ER TAÐ GOTT, at vit hava tvey feløg,
sum reka hesa flúgving. Vit kunnu so bara
vóna, at kappingin verður fair og góð, og
at hon kemur brúkaranum til góða. Við
hesum keypi hevur Atlantsflog útmeldað
til Føroya fólk og umheimin, at felagið ætlar
sær at vera við í økta virkseminum, ið
verður á Føroyaleiðini næstu árini. Vit
hugsa her bæði um nýggju ruturnar til
okkara grannalond og um teir stóru møgu-
leikar, ið liggja í flutningi av oljufólki. Við
keypinum av flogfarinum hevur Atlantsflog
lagt lunnar undir ein skilagóðan og spenn-
andi útvikling, har føroyingar sjálvir vera
við til at veita tænastur og harvið eisini
vinna pening til landið. Gott í tykkum. Vit
eru altíð so errin, tá nýggj skip koma í
flotan. Hesin dagur er ikki mætari.
ÓLAVUR Í BEITI
Í gjár beint eftir kl 14 lendi
nýggja flogfarið hjá Atlantic
Airways lenda á flogvølli-
num í Vágum. Líkindini
vóru ikki av teim bestu, so
ivasamt var, um flogfarið
fór at lenda. Flogfarið er av
sama slag, sum gamla flog-
farið hjá Atlantic Airways,
eitt British Aerospace 146-
200 flogfar.
Ætlanin var, at løgmaður,
Anfinn Kallsberg, skuldi
taka ímóti flogfarinum, men
honum barst frá. Við flog-
farinum, var samferðslu-
málaráðharrin,
Finnbogi
Arge, sum var umboð lands-
stýrisins á móttøkuna. Eis-
ini Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog var við flogfari-
num.
Leingi hevur verið í um-
búna at keypa annað flogfar,
tá ið kortini er neyðugt hjá
Atlantic Airways á hvørjum
ári at leiga eitt flogfar aftrat
til summarhálvuna til tess
at røkja ferðasambandið við
útheimin á brúkligum støði.
Leigast út
Í samrøðu við Internet Sos-
ialin beint fyri klokkan 20
hóskvøldið dugdi Magni
Arge, stjóri í Atlantsflog,
ikki at siga endaliga, um tað
fór at eydnast flogfarinum
at lenda til ásettu tíð fríggj-
adagin, men arbeitt varð
fram ímóti tí - bert onkur
smáting restaðu í.
Eitt nú var arbeitt við, at
flogfarið longu mánadagin
skal leigast út til summar-
flúgvingin hjá Atlantsflog
byrjar í juni. Longu fríggj-
akvøldið skuldi flogfarið
avstað aftur at flúgva fyri
eitt størri flogfelag í Evropa.
Endaligur sáttmáli var und-
irskrivaður, áðrenn blaðið
fór til prentingar og áðrenn
flogfarið setti kós móti Før-
oyum, men ikki fekst at vita,
hvat felag talan er um, og
floglíkindini vóru, sum
longu nevnt, heldur ikki av
teim bestu, so ivasamt var,
um flogfarið fór at lenda.
Atlantic Airways keypt nýtt flogfar
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways
lenda í Vágum seinnapartin fríggjadagin
klokkan 14.00. Nýggja flogfarið er av
sama slag, sum gamla flogfarið hjá At-
lantic Airways. Flogfarið er keypt úr
Bretlandi fyri góðar 50 mió. krónur. Í-
løgugrunnurin er við í fíggingini av
nýggja flogfarinum
Fyrsta túrin 2. februar
Magni Arge, stjóri í Atlants-
flog, flogternur, flogskip-
arar og mekanikarar vóru
farin yvir til Onglands at
flúgva flogfarið til Føroya,
haðani tað er keypt fyri góð-
ar 50 mió. krónur. Flogfarið
er bygt í 1985 og fleyg upp-
runaliga í USA.
Seinastu árini hevur tað
flogið fyri bretska felagið
Debon Air. Fyrsta túrin síð-
an yvirtøkuna fleyg flogfar-
ið 2. februar úr Stansted
uttan fyri London, har tað
hevur verið til eftirlit og
umvæling, til Manchester.
Við í fíggingini av flogfari-
num er Íløgugrunnurin, sum
tann 15. desember í fjør játt-
aði Atlantic Airways fígg-
ing.
Móttøka var í Hangari-
num á Flogvøllinum klokk-
an 16 í sambandi við, at
Atlantic
Airways
fekk
nýggja flogfarið.
Seinastu sýningarnar av
Móðir Sjeystjørnu – ein tón-
leikamynd, verða nú á leik-
húsinum hjá Grímu á
Gamla Meiarínum í Tórs-
gøtu.
Leikurin byggir á skald-
søguna hjá William Heine-
sen við sama navni.
Sýningar fara fram sum
lýst í útvarpi og bløðum.
Leikurin er sera væl um-
tóktur og hevur fingið sera
góð ummæli. Fullsettar
skúlasýningar eru um dag-
arnar og neyðugt hevur ver-
ið við eyka skúlasýningum
alla hesa vikuna. Almennu
sýningarnar eru eisini væl
vitjaðar. Higartil hava um-
leið 2500 fólk sæð leikin.
Leygarkvøldið
verður
spælt kl. 17.00 og sunnu-
dagin kl. 16.00. Soleiðis er
eisini møguleiki hjá av-
bygdafólki at sleppa til hús
aftur eftir sýningina. Tað
verður ikki farið á bygd við
leikinum
Móðir
Sjey-
stjørna. Atgongumerki kost-
ar kr. 100,00, men bólkar
yvir 20 fólk fáa avsláttur.
Eisini ber til hjá virkjum og
stovnum at keypa sýningar.
Meira fæst at vita um hetta
frá Grímu ella Kunningar-
stovuni.
Leikurin viðger tey aftur-
vendandi menniskjansligu
fyribrigdini, bardagan mill-
um lív og deyða, tað tími-
liga og tað æviga, dreym og
veruleika, kærleika og vón
og mangt, mangt annað.
Teodor E. D. Olsen skrivar
millum annað hetta í Sosial-
inum 18. jan.: »Men størstur
er hóast alt kærleikin, og
eins og tokkin til leiklistina
ivaleyst hevur drivið verkið
hjá Grímu, eiga vit eisini at
vera góð við okkara yrkis-
leikbólk, sum enn einaferð
hevur ríkað okkum við ein-
um góðum leiki«.
Pallmyndin hjá Elisu
Heinesen er einfald, men
sera spennandi og nýskap-
andi, og gevur saman við
ljósinum leikinum aðra
vídd, enn vit vanliga eru von
við. Elin Michelsen skrivar
soleiðis um pallmyndina í
Dimmalætting 20. jan. »Til
at byggja myndina fær
søgan
góða
hjálp
av
pallmyndini, sum eins og
fólkini í leikinum, hevur so
nógvar loynidómar, sum
verða avdúkaðir so við og
við, og hetta hevur við sær,
at áskoðararnir ikki kunnu
hyggja burtur eina einastu
løtu«.
Plakatin til leikin er klipp-
ið hjá William til bókina, og
hevur Elisa eisini gjørt nýtt
lay-out til myndina, so úr-
slitið er sera vøkur, litrík
plakat, sum fæst til keyps í
bókabúðunum og í sam-
band við sýningarnar.
Tónleikurin og ljóðmynd-
in hjá Stamen Stantchev
gevur eisinileikinum sín
serliga hugtakandi dám.
Seinastu sýningarnar
av Móðir Sjeystjørnu
Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog er sam slag sum gamla flogfarið - bara tvey ár eldri. Tað er bygt í 1985. Tað er
keypt fyri góðar 50 mió krónur, og fleyg upprunaliga í USA