fríggjadagur 4. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
ÓLAVUR Í BEITI
Í gjár beint eftir kl 14 lendi
nýggja flogfarið hjá Atlantic
Airways lenda á flogvølli-
num í Vágum. Líkindini
vóru ikki av teim bestu, so
ivasamt var, um flogfarið
fór at lenda. Flogfarið er av
sama slag, sum gamla flog-
farið hjá Atlantic Airways,
eitt British Aerospace 146-
200 flogfar.
Ætlanin var, at løgmaður,
Anfinn Kallsberg, skuldi
taka ímóti flogfarinum, men
honum barst frá. Við flog-
farinum, var samferðslu-
málaráðharrin,
Finnbogi
Arge, sum var umboð lands-
stýrisins á móttøkuna. Eis-
ini Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog var við flogfari-
num.
Leingi hevur verið í um-
búna at keypa annað flogfar,
tá ið kortini er neyðugt hjá
Atlantic Airways á hvørjum
ári at leiga eitt flogfar aftrat
til summarhálvuna til tess
at røkja ferðasambandið við
útheimin á brúkligum støði.
Leigast út
Í samrøðu við Internet Sos-
ialin beint fyri klokkan 20
hóskvøldið dugdi Magni
Arge, stjóri í Atlantsflog,
ikki at siga endaliga, um tað
fór at eydnast flogfarinum
at lenda til ásettu tíð fríggj-
adagin, men arbeitt varð
fram ímóti tí - bert onkur
smáting restaðu í.
Eitt nú var arbeitt við, at
flogfarið longu mánadagin
skal leigast út til summar-
flúgvingin hjá Atlantsflog
byrjar í juni. Longu fríggj-
akvøldið skuldi flogfarið
avstað aftur at flúgva fyri
eitt størri flogfelag í Evropa.
Endaligur sáttmáli var und-
irskrivaður, áðrenn blaðið
fór til prentingar og áðrenn
flogfarið setti kós móti Før-
oyum, men ikki fekst at vita,
hvat felag talan er um, og
floglíkindini vóru, sum
longu nevnt, heldur ikki av
teim bestu, so ivasamt var,
um flogfarið fór at lenda.
Atlantic Airways keypt nýtt flogfar
Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways
lenda í Vágum seinnapartin fríggjadagin
klokkan 14.00. Nýggja flogfarið er av
sama slag, sum gamla flogfarið hjá At-
lantic Airways. Flogfarið er keypt úr
Bretlandi fyri góðar 50 mió. krónur. Í-
løgugrunnurin er við í fíggingini av
nýggja flogfarinum
Fyrsta túrin 2. februar
Magni Arge, stjóri í Atlants-
flog, flogternur, flogskip-
arar og mekanikarar vóru
farin yvir til Onglands at
flúgva flogfarið til Føroya,
haðani tað er keypt fyri góð-
ar 50 mió. krónur. Flogfarið
er bygt í 1985 og fleyg upp-
runaliga í USA.
Seinastu árini hevur tað
flogið fyri bretska felagið
Debon Air. Fyrsta túrin síð-
an yvirtøkuna fleyg flogfar-
ið 2. februar úr Stansted
uttan fyri London, har tað
hevur verið til eftirlit og
umvæling, til Manchester.
Við í fíggingini av flogfari-
num er Íløgugrunnurin, sum
tann 15. desember í fjør játt-
aði Atlantic Airways fígg-
ing.
Móttøka var í Hangari-
num á Flogvøllinum klokk-
an 16 í sambandi við, at
Atlantic
Airways
fekk
nýggja flogfarið.
Seinastu sýningarnar av
Móðir Sjeystjørnu – ein tón-
leikamynd, verða nú á leik-
húsinum hjá Grímu á
Gamla Meiarínum í Tórs-
gøtu.
Leikurin byggir á skald-
søguna hjá William Heine-
sen við sama navni.
Sýningar fara fram sum
lýst í útvarpi og bløðum.
Leikurin er sera væl um-
tóktur og hevur fingið sera
góð ummæli. Fullsettar
skúlasýningar eru um dag-
arnar og neyðugt hevur ver-
ið við eyka skúlasýningum
alla hesa vikuna. Almennu
sýningarnar eru eisini væl
vitjaðar. Higartil hava um-
leið 2500 fólk sæð leikin.
Leygarkvøldið
verður
spælt kl. 17.00 og sunnu-
dagin kl. 16.00. Soleiðis er
eisini møguleiki hjá av-
bygdafólki at sleppa til hús
aftur eftir sýningina. Tað
verður ikki farið á bygd við
leikinum
Móðir
Sjey-
stjørna. Atgongumerki kost-
ar kr. 100,00, men bólkar
yvir 20 fólk fáa avsláttur.
Eisini ber til hjá virkjum og
stovnum at keypa sýningar.
Meira fæst at vita um hetta
frá Grímu ella Kunningar-
stovuni.
Leikurin viðger tey aftur-
vendandi menniskjansligu
fyribrigdini, bardagan mill-
um lív og deyða, tað tími-
liga og tað æviga, dreym og
veruleika, kærleika og vón
og mangt, mangt annað.
Teodor E. D. Olsen skrivar
millum annað hetta í Sosial-
inum 18. jan.: »Men størstur
er hóast alt kærleikin, og
eins og tokkin til leiklistina
ivaleyst hevur drivið verkið
hjá Grímu, eiga vit eisini at
vera góð við okkara yrkis-
leikbólk, sum enn einaferð
hevur ríkað okkum við ein-
um góðum leiki«.
Pallmyndin hjá Elisu
Heinesen er einfald, men
sera spennandi og nýskap-
andi, og gevur saman við
ljósinum leikinum aðra
vídd, enn vit vanliga eru von
við. Elin Michelsen skrivar
soleiðis um pallmyndina í
Dimmalætting 20. jan. »Til
at byggja myndina fær
søgan
góða
hjálp
av
pallmyndini, sum eins og
fólkini í leikinum, hevur so
nógvar loynidómar, sum
verða avdúkaðir so við og
við, og hetta hevur við sær,
at áskoðararnir ikki kunnu
hyggja burtur eina einastu
løtu«.
Plakatin til leikin er klipp-
ið hjá William til bókina, og
hevur Elisa eisini gjørt nýtt
lay-out til myndina, so úr-
slitið er sera vøkur, litrík
plakat, sum fæst til keyps í
bókabúðunum og í sam-
band við sýningarnar.
Tónleikurin og ljóðmynd-
in hjá Stamen Stantchev
gevur eisinileikinum sín
serliga hugtakandi dám.
Seinastu sýningarnar
av Móðir Sjeystjørnu
Tummas Jacobsen og Jákup Eli Jensen, mekanikarar, Magni Arge, stjóri, Hans Hansen, Meinhard á Høgabóli og
Oddmar á Høgabóli flogskiparar, tá nýggja flogfarið kom í Vágar seinnapartin í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang