fríggjadagur 4. februar 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
Eg havi ligið flatur fyri at
vera Suðuroynni at gagni
Hergeir sveik
– Eg havi ikki
svikið Suður-
oynna. Men Javn-
aðarflokkurin ber
seg at, sum fílur í
glasbúri, og tí
fekk uppskotið frá
teimum um at
leggja oljuhavn í
Suðuroynni ikki
frægari undir-
tøku, enn tað
fekk, sigur Her-
geir Nielsen
ÁKI BERTHOLDSEN
– Bæði Henrik Old og Jó-
annes Eidesgaard førdu seg
fram sum tveir fílar í einum
glashúsi.
– Hergeir Nielsen, ting-
maður í Tjóðveldisflokkin-
um, vil ikki hava skuldset-
ingar sitandi á sær, at hann
hevur svikið Suðuroynna.
Hann sigur, at tað vóru
umstøðurnar sum gjørdu, at
bara tveir tjóðveldismenn
atkvøddu fyri uppskotinum
um at leggja oljuhavn í Suð-
uroynni
Hergeir Nielsen sigur, at
hann hevði ávarað javnað-
arflokkin ímóti at leggja
uppskot fyri tingið um at
áleggja oljufeløgunum at
reka sítt virksemi útfrá Suð-
uroynni.
– Teir vóru einsamallir
um uppskotið og eg vísti
teimum á, at tað kundi fáa
álvarsligar avleiðingar fyri
Suðuroynna, um uppskotið
fall.
– Tí so er Suðuroyggin
einasta økið í landinum,
sum løgtingið hevur tikið
støðu til, at har skal olju-
vinna ikki vera.
– Og, hvat tað fer at bera
í sær framyvir, er ikki gott
at vita.
Kortini valdi javnaðar-
flokkurin at leggja uppskot-
ið fram.
Hergeir Nielsen vísir á, at
einasta endamál við upp-
skotinum kundi bara vera
eitt, og tað var at føra seg
fram. Tí eitt nú vildi javn-
aðarflokkurin ikki leggja
uppskot fram um føroyska
arbeiðsmegi í vágatunlin-
um, júst tí at hann var einsa-
mallur um tað og visti, at
tað bleiv ikki samtykt.
Og hann leggur afturat, at
tað var ikki minst tann ó-
stortsliga framferðin hjá
uppskotsstillarunum sjálv-
um, sum stygdi ein stóran
part av undirtøkuni.
– Eg eri nevniliga púra
vísur í, at uppskotið hevði
størri undirtøku tá ið tað
varð lagt fram, enn tað
hevði, táið javnaðarmenn
høvdu ført seg fram í ting-
inum, tá ið tað var til við-
gerðar .
– Tað var heilt týðiligt at
javnaðarflokkurin vildu ikki
hava fleiri atkvøður í
tinginum fyri uppskotinum
um at leggja oljuhavn í
Suðuroynni enn akkurát tær
frá teimum sjálvum.
–Hetta var ikki annað enn
eitt mál, sum javnaðarflokk-
urin vildi sleppa at føra seg
fram uppá, tí júst tað hevði
størri týdning fyri flokkin
enn tað hevði at fáa
uppskotið samtykt.
Tað, Hergeir Nielsen sip-
ar til, er tað, sum hann kall-
ar niðurgerðingin av øðrum
tingfólkum, ikki minst tjóð-
veldisfólki, tá ið uppskotið
var til viðgerðar.
Hann sigur, at tað vóru
m.a. skuldsetingar um und-
irbrotligheit fyri fólkaflokk-
inum o.s.fr., sum fekk fleiri
tingfólk at øtast so illa, at
tey tey tóku undirtøkuna
fyri uppskotinum aftur, og
lótu vera við at atkvøða fyri
tí.
– Soleiðis stygdu fram-
søgumenn javnaðarfloksins,
Jóannes Eidesgaard, og
Henrik Old, fleiri atkvøður
frá sær.
Hann sigur, at hetta er
ikki bara ein meting, hann
hevur.
– Hetta kom týðiliga til
sjóndar undir viðgerðini í
tinginum tá ið onkur ting-
limur beinleiðis boðaði frá
hesum.
– Hetta er ekta, politisk
spekulatión og teir vænta,
at teir vinna meiri við at føra
seg fram í málum, sum fella
í tinginum, enn teir gera við
at royna at fáa málini sam-
tykt.
Suðuroyggin verður
ikki slept uppá fjall
Hergeir Nielsen sigur, at
tað, sum nú er hent, er, at
løgtingið hevur sagt við
landsstýrismannin í olju-
málum, at einasta stað, sum
hann ikki má leggja olju-
virksemið, er í Suðuroynni.
–
Men
Suðuroyggin
verður ikki slept uppá fjall
kortini, hóast tað verða vit
onnur, sum nú koma at
standa eftir við upptakinum
eftir javnaðarflokkin.
Løgtingsmaðurin sigur, at
sum støðan var eftir ting-
fundin mikudagin, er hann
púra vísur í, at Suðuroyggin
fær púra ongan ágóða av
oljuvinnuni, tí løgtingið
hevur júst sagt við lands-
stýrismannin, at einasta
staðið, hann ikki má leggja
eina oljuhavn er í Suður-
oynni.
Hann sigur, at ætlandi
skuldi eitt broytingarupp-
skot keggjast fyri tingið í
gjár og eftir tí skuldi
oljuvinnan leggjast ut um
landi.
– Eg eri púra vísur í, at
verður tað uppskotið sam-
tykt, fær eisini Suðuroyggin
sín part av oljuvinnuni.
Hann vil tí ikki hava tað
sitandi á sær, at hann hevur
svikið Suðuroynna.
– Tvørturimóti havi eg
ligið flatur í luftini og roynt
at gagna oynni, saman við
restini av tjóðveldisflokk-
inum.
Og tað eri eg sannførdur
um, fer at laga seg, tá ið
tingið vónandi avgreiðir
uppskotið um at spjaða
oljuvinnuna kring landið.
Men var brævið frá tær
til Oljuvinnuráðið ikki ein
váttan fyri, at tjóðveldis-
flokkurin fór at taka undir
við oljuhavn í Suðuroy?
– Tá ið eg skrivaði bræv-
ið, var onki uppskot frá
javnaðarflokkinum at taka
støðu til. Tá lá málið í
Landsstýrinum og brævið
skuldi ikki uppfatast sum
stuðul til eitt uppskot, sum
ikki var til tá. Og atkvøðu-
greiðslan mikudagin skal
ikki takast sum eitt prógv
um støðuna hjá tjóðveldis-
flokkinum til spurningin um
útgerðarhavnir.
Hví var læt tað seg so ikki
gera hjá øllum tjóðveldis-
flokkinum at atkvøða fyri
uppskotinum hjá javnaðar-
flokkinum?
–Heini O. Heinesen og eg
atkvøddi fyri sjálvur. Hví
hinir ikki gjørdu tað, mást
tú spyrja teir um.
– Hóast vit royndu at tosa
okkum til rættis, blivu ikki
fleiri enn tvær tjóðveldis-
atkvøður fyri. Men ein
grundgeving var helst, at
teir vildu ikki lóggeva fyri
at útihýsa teirra egna val-
dømi frá oljuvirkseminum.
– Og so var tað, sum eg
segði í áðni, at tey føldu seg
so illa viðfarnar av javn-
aðarflokkinum, at teir tóku
undirtøkuna aftur.
– Og annars vóru vit øll
greið yvir, at hetta uppskot-
ið tænti bara tí eina enda-
málinum hjá javnaðarflokk-
inum, og tað var at føra seg
fram.
Men vil tjóðveldisflokk-
urin hava oljuhavn í Suð-
uroynni, ella hevur tú skriv-
að brævið uppá nakkan á
floksfeløgunum, uttan teir
vita av tí?
– Tey brøv, eg skrivi fyri
tjóðveldisflokkinum verður
millum meg og floksfelagar
mínar - og so tann, sum eg
skrivi brævið til.
– Í hesum føri var talan
um eitt bræv frá mær til eitt
privat felag. Og tað eru eis-
ini mong, sum seta spurnar-
tekin við, hvussu klókt tað
var av Suðuroyar Olju-
vinnuráð at venda sær bein-
leiðis til flokkarnar at
spyrja teir, hvørja støðu teir
hava til oljuhavn í Suður-
oynni, tí ta vakti mótstøðu
hjá nógvum politikarum,
sigur Hergeir Nielsen.
Les meiri á síðu 6
Hergeir Nielsen sigur, at hetta brævið frá honum til Suðuroyar Oljuvinnuráð, sum vit hava fingið fatur á frá óheftum
keldum, skal ikki takast sum eitt lyfti um, at allur tjóðveldisflokkurin fór at atkvøða fyri einum paradu-uppskoti frá
javnaðarflokkinum um at leggja oljuhavn í Suðuroynni. Tí hetta var eitt uppskot sum javnaðarflokkurin við síni
framferð oyðilegði bæði fyri sær sjálvum og fyri suðuroyingum
Tað var Rógvi Thom-
sen, næstformaður í Suð-
uroyar
Oljuvinnuráð,
sum í Sosialinum i gjár
kom til hesa niðurstøð-
una eftir atkvøðugreiðsl-
una í tinginum miku-
dagin um uppskotið hjá
javnaðarflokkinum um
oljuhavn á Drelnesi.
Uppskotið fall og m.a.
atkvøddu bara tveir tjóð-
veldismenn fyri.
Tað ørkymlaði Rógva
Thomsen, tí hann segði,
at Oljuvinnuráðið hevði
fingið skrivliga at vita
frá Hergeir Nielsen, at
Tjóðveldisflokkurin tók
einmælt undir við olju-
havn á Drelnesi.
Brævið frá løgtings-
manninum til Suðuroyar
Oljuvinnuráð er prentað
aðrastaðni á síðuni
Hansara niðurstøða er,
at antin er tjóðveldisflokk-
urin bakkaður í evstu løtu.
Ella hevur Hergeir Nie-
lsen skrivað brævið uppá
nakkan á allari tingmann-
ingini og tað helt hann
vera at svíkja Suðuroynna.
–Áki–