fríggjadagur 4. februar 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 25 - 5. februar 2000
Snirr og
Strok
Føroyskir tónasmiðir á altjóða fløgu
Føroyskir tónasmiðir koma nú út á fløgu hjá svenska felagnum BIS. Størsti martknaðurin er í Japan
DAGFINN OLSEN
The Reykjavík Wind Quin-
tet spældi í samstarvi við
Tutl verk hjá føroyskum
tónasmiðum, sum Tutl ætl-
aði at geva út.
Upptøkurnar eydnaðust
so væl, at Quintettin metti,
at roynt átti at verið at fingið
svenska felagið BIS at geva
út.
Svenska felagið hevur
ivaleyst hildið tað sama, tí
nú koma føroysku verkini
út á fløgu, sum felagið gev-
ur út.
Kristian Blak frá Tutl sig-
ur, at sjálvsagt var tað keði-
ligt fyri Tutl, men spurning-
urin er, um tað ikki er so
mikið betri fyri tónasmiðir-
nar, at teir hervið fáa ein
góðan møguleika, tí tað er
ikki so einfalt at fáa fótin
fastan hjá feløgum, ið fáast
við at geva út klassiskan
tónleik.
Tað er hálvi føroyingurin
Bernharður Wilkinson, sum
leiðir orkestrið, og hann er
fegin um úrslitið. The
Reykjavík Wind Quintet
spælir føroyska tónleikin og
eisini spælir Guðríður Sig-
urðardóttir klaver.
Annars spæla Bernharður
Wilkinson, Floyta, Daði
Kolbeinsson, obo, Einar Jó-
hannesson, klarinett, Jósef
Ognibene, horn og Hafstein
Guðmundsson, bassun.
Í japan
Føroysku tónasmiðirnir, ið
eru umboðarðir á fløguni,
eru Sunleif Rasmussen,
føddur í 1961. Edvard Ny-
holm Debess, føddur 1960.
Kári Bæk, føddur 1950.
Kristian Blak, føddur 1947.
Atli Petersen, føddur 1963.
Pauli í Sandagerði, føddur
1963.
Fløgan við føroyska tón-
leikinum verður, við útgáv-
uni hjá BIS, givin út um
stóran part av heiminum.
Størsti marknaðurin sigst
vera í Japan.
H.C.W. Tórgarð er um-
boð hjá BIS í Føroyum.
Ólag á telefonu-
num í Eysturoynni
Orsøkin er, at 15.000 leidningar skullu skoytast í Fugla-
firði
DAGFINN OLSEN
Í vikuni hava telefonfelagar
í Eysturoynni kent seg nerv-
aðar av, at tá roynt hevur
verið at fingið fatur í ávísum
persóni ella virki, so hevur
okkurt heilt annað tikið
hornið í hinum endanum av
tráðnum.
Sofus Nielsen frá Føroya
Tele í Eysturoynni sigur, at
frágreiðingin er einføld.
Tá lagt var um frá ana-
logari skipan til digitala,
skuldu allir leidningar hitt-
ast í Fuglafirði og krossast
har.
Hesum hava teir arbeitt
við nú í nakrar nætur. Síðstu
nátt var síðsta stórarbeiði
gjørt. Tá sótu 8 mans og
arbeiddu við at krossa og
sambinda 15.000 leidning-
ar. Sofus Nielsen heldur, at
ikki er løgið, um tað hendir,
at onkur villa kemur í, men
talan er bert um smærri vill-
ur, sum verða rættaðar
skjótt. Hann leggur afturat,
at lýst hevur verið við, at
arbeitt verður uppá telenet-
ið.
Barnablaðið, ella Snirr og Strok, er
komið. Tað fyrsta í ár 2000.
Alt eftir, frá hvørjari síðu ein lesur
blaðið, kallast tað nú Snirr ella Strok.
Hálvan, ið nevnist Snirr, er fyri tey
smærru og Strok fyri størru børnini.
Andlitslyftingin, sum blaðið fekk,
tykist hava eydnast væl og tilfarið
um kendar stjørnur og heimligt tilfar,
blandað við miðsíðumynd, ynski-
mynd, tykist vera væl mótikið.
Tað fyrsta í 2000
er komið
GRILLKVØLD
Á HOTEL FÖROYUM
Fríggjakvøldið 04. feb.
og leygarkvøldið 05. feb.
Borðbílegging á
tel. 317500
Eisini fæst
bílig gisting
Sosialurin - 311820
Tel. 317500
TIL MATNA
•Grillaðar kongarækjur á spjóti
v/rísi og salati
•Grillaður búffur og lambssneið
v/grønmeti og Choronsós
•Sjokolátaterta v/bromberum
Stórt sjálvtøkusalatborð við
ymiskum dressingum og eplum
Kostnaður
kr. 225.-
Form. Tjóðveldisfloksins:
Hergeir
má hava
misskilt
støðuna
– Málið um oljuhavn í Suðuroy er
ongantíð samtykt í Tjóðveldisflokkin-
um, sigur Heini O. Heinesen
ÁKI BERTHOLDSEN
– Brævið frá Suðuroyar
Oljuvinnuráð er ongantíð
formliga viðgjørt í tjóðveld-
isflokkinum.
Tað sigur Heini O. Heine-
sen, formaður tjóðveldis-
floksins.
Tað var í november í fjør,
at Suðuroyar oljuvinnuráð
spurdi teir politisku flokkar-
nar, hvørja støðu teir tóku
til at oljuhavn verður gjørd
í Suðuroynni.
Ráðið fekk svar frá Her-
geir Nielsen, sum segði, at
tjóðveldisflokkurin hevði
viðgjørt málið og hevði ein-
mælt samtykt, at oljuhavn
skuldi leggjast í Suður-
oynni.
Men hetta má vera ein
misskiljing, sigur Heini O.
Heinesen, formaður tjóð-
veldisfloksins.
Hann sigur, at brævið frá
Suðuroyar Oljuvinnuráð er
ongantíð formliga viðgjørt
í tjóðveldisflokkinum.
– Sostatt má tað vera ein
misskiljing, tá ið Hergeir
Nielsen hevur boðað olju-
ráðnum frá, at tjóðveldis-
flokkurin hevur einmælt
samtykt, at oljuhavn skal
vera í Suðuroy.
Hann sigur hinvegin, at
málið um oljuhavnir hevur
mangan verið til umrøðu í
tjóðveldisflokkinum.
–Á tí eina fundinum
spurdi Hergeir Nielsen um
nakar hevði nakað ímóti at
oljuhavnin verður løgd í
Suðuroy.
– Og tað var tað ongin í
tingmanningini sum hevði.
Heini O. Heinesen sigur,
at hann uppfataði hetta ikki
sum eina samtykt.
– Men Hergeir Nielsen
má so hava uppfatað tað
øðrvísi enn tingmanningin
annars og tí hevur hann giv-
ið Suðuroyar Oljuvinnuráð
tey boð, at flokkurin hevur
einmælt samtykt, at olju-
havn skuldi vera í Suðuroy,
sigur Heini O. Heinesen.
Hergeir Nielsen hevur
sjálvur skrivað undir brævið
til Suðuroyar Oljuvinnuráð,
so tað kann ikki vera komið
frá flokkinum.
– At halda tað, er at leggja
Hergeir Nielsen ein mynd-
ugleika til, sum hann ikki
hevur.
– Men at hann vil hava
oljuvinnuna til Suðuroynna
er púra náttúrligt og tað er
eisini í fullum samsvari í
ætlanina hjá samgonguni
um økismenning.
– Men sjálvandi kann tað
koma skeivt fyri viðhvørt.
– Og tá ið samgongan
ikki fæst at standa saman í
einum máli sum hesum,
kunnu vit skjóta ein hvítan
píl eftir økismenning.
– Heini O. Heinesen sig-
ur, at seinni skuldi tjóðveld-
isflokkurin taka málið til
viðgerðar, men tá boðaði
Hergeir Nielsen frá, at tað
var óneyðugt, tí tað var
longu avgjørt. Og so datt
málið burtur aftur.
Heini O. Heinesen leggur
tó afturat, at tað er rætt, sum
Hergeir Nielsen eisini boðar
Suðuroyar oljuvinnuráð frá,
at landsstýrismenn floksins
fingu til uppgávu at virka
fyri í landsstýrinum, at tað
skuldi áleggjast oljufeløg-
unum, at reka sítt virksemi
út frá Suðuroynni.
– Men tað miseydnaðist
og flestu flokslimirnir valdu
tískil at vera trúgvir mót-
vegis samgonguni og tí at-
kvøddu teir ikki fyri olju-
havnini í Suðuroynni.
Er tað so ikki okkurt álv-
arsligt brek í samskiftinum
innanfloks?
– Tað er ikki sagt fyri tað,
tí eftir mínum tykki má tal-
an vera um eina misskiljing
og tað kann jú altíð koma
fyri.
Eitt mistak
Annars heldur formaður
Tjóðveldisfloksins, at tað
var eitt mistak av Suðuroyar
Oljuvinnuráð at biðja flokk-
arnar um teirra støðu til
oljuhavn í Suðuroynni.
– Tað kann sjálvsagt
verða trupult hjá landsum-
fatandi flokkum at taka eina
slíka støðu, tí so koma
nógvir flokslimir at ganga
ímóti sínum egna valdømi.
– Tað er bara ein flokkur,
sum kann koma til eina ein-
mælta niðurstøðu í hesum
málinum, og tað er flokk-
urin, sum hevur meginpart-
in av tingfólkunum úr Suð-
uroynni, altso javnaðar-
flokkurin.
– Oljuráðið í Suðuroy
skuldi heldur havt umhugs-
að at lagt málið fyri tað so-
kallaður og nógv umrøddu
útjaðarasamgonguna í eini
roynd at fingið allar ting-
menn úr útjaðaranum at
staðið saman um oljuvinn-
una, sigur Heini O. Heine-
sen.
– Men Oljuráðið gjørdi
málið politiskt og tað ivist
eg í, um teir vinna nakað
við, sigur formaður tjóð-
veldisfloksins at enda.
Les meir á síðu 4
Eisini
Jenis
var
fyri
Í umrøðuni í blaðnum
í gjár um viðgerðina í
løgtinginum um olju-
havn í Suðuroy, komu
vit tíverri at gera Jenisi
av Rana órætt.
Vit gloymdu nevni-
liga at nevna hann í-
millum tey, sum at-
kvøddu fyri uppskot-
inum.
Men
við
hesum
verður tað so staðfest,
at Jenis av Rana var ein
av teimum 11 løgtings-
limunum,
sum
at-
kvøddu fyri at leggja
oljuhavn í Suðuroynni.
–Áki–
Suðuroyar Tjóðveldissfelag setir flokkinum krøv:
Stuðulin til samgonguna og
Hergeir Nielsen er nú í vanda
Tjóðveldisflokkurin hevur viðgjørt málið um oljuhavn í Suðuroy sera jánkasliga,
sigur Suðuroyar Tjóðveldisfelag
ÁKI BERTHOLDSEN
Suðuroyar Tjóðveldisfelag
er nú av álvara farið at
leggja trýst á tingmannin
hjá sær, Hergeir Nielsen, og
á samgonguna sum heild.
Í einum brævi til Tjóð-
veldisflokkin, hóttir felagið
beinleiðis við at taka stuð-
ulin til bæði Hergeir Niel-
sen og samgonguna aftur,
um ávís krøv ikki vera ging-
in á møti.
Tað eru serliga í tveimum
málum, at nevndin í Suð-
uroyar
Tjóðveldisfelag
heldur, at samgongan hevur
gingið suðuroyingum ov
nær.
Og tað er í sjúkrahúsmál-
inum og og málinum um
oljuhavn í Suðuroynni.
Suðuroyar Tjóðveldisfel-
ag hevur m.a. kravt, at sam-
gongan finnur tann neyðuga
peningin til at virksemið á
Suðuroyar Sjúkrahúsi kann
halda fram í ár á sama støði,
sum í fjør.
Men felagið kravdi eisini,
at tjóðveldisflokkurin tók
undir við uppskotinum hjá
javnaðarflokkinum um at
leggja oljuhavn ú Suðuroy.
Suðuroyar Tjóðveldisfel-
ag heldur, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur handfarið
málið um oljuhavn í Suð-
uroy sera jánkasliga og
støðuleyst, sigur felagið í
einum skrivi til tjóð-
veldisflokkin.
Tí krevur felagið, at
flokkurin tekur undir við
javnaðarflokkinum um olju-
havn í Suðuroynni.
Men letur tað seg ikki
gera, krevur felagið, at
flokkurin ger eitt nýtt upp-
skot, har alt oljuvirksemið,
bæði fyristingin og útgerð-
arhavn v.m, verður lagt í
Suðuroynni.
Leivur Nygaard, næstfor-
maður í Suðuroyar Tjóð-
veldisfelag, sigur, at onki
minni enn hetta vil felagið
góðtaka.
Og hann leggur afturat, at
felagið hevur gjørt flokkin-
um greitt, at verða krøvini
ikki gingin á møti, er stuð-
ulin bælði til løgtingsmann-
in, Hergeir Nielsen, og til
samgonguna
annars,
í
vanda.
Hann sigur, at støðan í
Suðuroynni er sera álvarslig
og at tað er avgerandi neyð-
ugt at nýggjar vinnur koma
í oynna. Og við oljuvinnuni
hava tinglimir nú høvið til
at rætta Suðuroynni eina
hjálpandi hond, sigur Leiv-
ur Nygaard, næstformaður
í Suðuroyar Tjóðveldisfel-
ag.
Suðuroyar Tjóðveldisfelag er nú av álvara farið at leggja
trýst á løgtingsmannin hjá sær, Hergeir Nielsen
Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldsifloksins, sigur, at tað var eitt mistak av Hergeir Nielsen at boða Suðuroyar
Oljuvinnuráð, at tjóðveldisflokkurin hevur einmælt samtykt, at oljuhavn skal vera í Suðuroynni. Tí tað hevur flokkurin
ongantíð formliga viðgjørt og tíansheldur ikki samtykt, sigur hann