Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 25 - 5. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 25 - 5. februar 2000 Ongir pengar til kanningar Ætlaða kanningin av skjala- søvnum eystarfyri er útsett óásetta tíð. Hetta segði løgmaður løg- tinginum, tá hann legði sína frágreiðing um uttan- landsmál fyri tingið. Anfinn Kallsberg førdi annars í fjør fram, at í ár skuldi farast undir at kanna skjalagoymslur eystanfyri, eftir at líknandi kanningar vóru gjørdar í vesturheim- inum. Við at finna skjøl eystan- fyri ætlaði løgmaður at fáa javnvág í viðgerðina av her- málsliga og trygdarpolitiska Jørgin Dahl aftur á pall í Føroyum Arbeitt verður nú við at skipa fyri konsert í Føroyum, har Jørgin Dahl skal spæla saman við nýggjum bólki EYÐUN KLAKSTEIN Í gjár kom fyrsta solofløgan hjá Jørgini Dahl út, og í kjalarvørrinum á hesum verður nú arbeitt við at fáa tiltikna komponistin og tón- leikaran aftur á pall í Før- oyum. Men fólk verða noydd at brynja seg við toli, tí tað verður ikki fyrstu nógvu vikurnar, at klaksvíkingurin aftur fer at spæla á konsert í Føroyum. Í løtuni verður arbeitt við at skipa fyri konsert í summar, og møguliga verð- ur tað á Jazzfestivalinum í ár, at Jørgin Dahl aftur verð- ur at síggja. Tað eru yvir 10 ár síðani, at Jørgin stóð á pallinum á tiltiknu 70’ara konsertini í KÍ-høllini í Klaksvík. – Eg hevði gjarna viljað sloppið at spælt sangirnar á nýggju fløguni hjá mær fyri føroyingum, sigur Jørgin Dahl, sum hóskvøldið kom til landið í sambandi við út- gávuna av Lost Pilgrims. Nýggja fløgan er komin til landið, men tað er ein framleiðslufeilur í tveimum av sangunum, og tí má nýggj sending fáast til landið í næstu viku. Fólk, sum hava hug at ogna sær fløguna beinan- vegin, kunnu gera tað, og tey fáa høvi at býta fløguna um, tá nýggja sendingin kemur til landið um eina viku. Í 2’aranum í dag hava vit eitt portrett av Jørgini Dahl. týdninginum, sum Føroyar høvdu undir kalda kríngum. Men Løgmansskrivstov- an hevur ikki pengarnar, sum tað kostar at gera kann- ingar eystanfyri, og tí hevur løgmaður útsett kanningar- nar. Nær tær verða gjørdar, er enn ógreitt. Kanningarnar, sum søgu- frøðingar gjørdu í Føroyum, Danmark, Onglandi og USA, eru grundarlag undir Svørtubók, sum kom út í fjørheyst. ek Í februar í ár kemur ein flokkur, sum lesur fiski- vinnu á Universitetinum á Akureyri, til Føroyar at kunna seg um føroyska fisk- ivinnu, og føroysk viður- skifti annars. Íslendingar hava í 10 ár bjóða áhugað- um at taka hægri útbúgv- ing innan fiskivinnu og hig- artil hevur Universitetið á Akureyri útbúgvið 56 kand- idatar við hægri fiskivinnu- útbúgving. Enn hava vit í Føroyum bert fiskivinnuút- búgving á miðnámsstøði. Í 1972 byrjaði Universi- tetið í Tromsø við eini hægri útbúgving innan fiskivinnu. Íslendska útbúgvingin á Universitetinum á Akureyri er gjørd við norsku útbúgv- ingini sum fyrimynd. Ís- lendska útbúgvingin er nor- merað til 4 ár. Eftir lokið prógv fáa tey lesandi eina Bachelor of Science grad í fiskivinnu. So skjótt tey eru liðug við útbúgvingina fáa tey lesandi starv í privatu vinnuni í Ís- landi og í útlondum. Tey arbeiða m.a. hjá reiðaríum, fiskavirkjum, bankum, sølu- og marknaðarfyritøk- um. Sjálvt um øll, sum hava tikið útbúgvingina, fáa gott Hægri fiskivinnuútbúgving í Íslandi Enn hava vit í Føroyum bert fiskivinnuútbúgving á miðnámsstøði starv eftir lokna útbúgving, vísir tað seg at vera trupult hjá Universitetinum at fáa nóg nógv lesandi á hvørjum ári. Tað eru millum 10 og 15 lesandi, sum byrja at lesa fiskivinnu á hvørjum ári, talið skuldi helst verið 20 til 25 lesandi. Kappingin um studentar er hørð við aðrar útbúgvingar, sum t.d. jura og verkfrøði. Møguliga er orðsøkin til støðuna hjá fiskivinnuútbúgvingini, at íslendskur ungdómur hevur fordómar ímóti at arbeiða í fiskivinnuni, sjálvt um vinn- an í dag er framkomin Legur í Zarepta Sum kunngjørt aðrastaðni í blaðnum í dag, er ætlanin aftur í ár at hava legur í Zarepta. Hetta er 34. árið á rað, og verður lýst við drúgvari skrá, sum byrjar longu í mai mánaði. Upprunaliga var byrjað við barna- ungdómslegum í summarfrítíðini, men sum frá er liðið, eru aðrar legur og stevnur komnar afturat – og heldur virksemið í dag fram uttan slit til heystfrí- tíðina. Sum helst tey flestu vita, liggur Zarepta í Vatnsoyr- um. Har er framúr náttúru- vakurt og friðarligt. Burtur frá alfaravegi, við ánni og haganum sum nærum- hvørvi, er staðið sera væl egnað til leguvirksemi. Síðan stovnanina í 1967 eru eisini við jøvnum mill- umbili útbyggingar og ábøt- ur gjørdar og eru umstøð- urnar í dag sera góðar bæði innandur aog uttandura. Har er innandura svimji- hylur, graslíkisvøllur, kano- hylur og góðar umstøður til spæl uttandura. Alt hetta ger dagarnar ríkari fyri børnin og tey ungu. Viðvíkjandi ábótum kann nevnast, at í løtuni verður allur køkurin gjørdur av nýggjum. Legurnar, sum í hesum døgum verða kunngjøardar, eru: Sjey barna- og ung- dómslegur og fimm familju- legur, sum byrja leygardag og enda fríggjadag. – Eisini verður eitt bíbliuskeið, ið varir eina viku og er ætlað øllum aldursbólkum Síðan verða hesar viku- skiftislegur: Lega fyri brek- að, lega fyri einlig, lega fyri tey, ið eru 18 ár og eldri, tvær hjúnalegur, kvinnu- stevna og mansstevna. – Til seinast verður ein ungdóms- lega í heystfrítíðini. Umframt hesar legur er ymiskt annað virksemi í húsinum gjøgnum árið. – Styttri bíbliuskeið hava ver- ið við jøvnum millumbili – og hesi seinnu árini ehvur verið rættiliga vanligt, at einstakar samkomur eru farnar á legu í Zarepta eitt vikuskifti. Høvuðsleiðari í Zarepta í ár er John í Skemmuni. Høvuðsendamálið við virkseminum í Zarepta, er at geva fólki okkar aorð Guds, so at tey kunnu koma til persónliga trúgv á Krist- us – og eisini at læra tey frá orði Guds, soleiðis at tey gerast betur før fyri at liva hitt kristna lívið. Allar legurnar hava eina skrá við bíbliutímum, and- aktum, møtum og øðrum virksemi, ið er náttúrligt fyri teir ymisku aldursbólkarnar. Sosialurin - 311820 çarvegur 6 ¥ Tel. 314811 ¥ Fax 318956 ¥ E-mail: dros@post.olivant.fo Drós parfumarí Vakurleikaserfr¿Ýingur fr‡ vitjar nœ aftur hesaferÝ ’ viku 7 (14.-20. feb.) Hvussu f¾rt tœ longri og meiri fyllu ’ eygnuvippurnar og hvussu varÝveitur tœ t¾r meira livandi? Bert CLINIQUE kann framleiÝa eina mascara, sum gongur ¿llum hesum 3 kr¿vum ‡ m¿ti. TaÝ hevur CLINIQUE gj¿rt viÝ t’ heilt nàggju Longstemmed Lashes Mascara, 100% —parfumeraÝ. St¿kkiÝ inn ‡ g—lviÝ ella ringiÝ 314811 og b’leggiÝ eina îKEYPIS t’Ý til r‡Ýgeving og at leggja make-up Creamy á pall í Havn Eykakonsert verður við poppbólkinum Creamy í høllini á Hálsi Nú er greitt, at poppduoin Creamy, sum føroyska Rannvá Joensen mannar saman við donsku Rebekku Mathew, fer á pallin í Havn eisini. Konsertin, sum verður í Runavík sunnudagin 20. februar, var útseld eftir fá- um døgum, og síðani tá hev- ur verið tosað um at hava eina eykakonsert í Havn. Samráðingar hava verið millum fyrireikararnar og umboðsfólk hjá Creamy, og nú er avtalan komin undir land. Sostatt fer bólkurin, sum syngur kendar danska barnasangir, á pallin í ítrótt- arhøllini á Hálsi leygardag- in 19. februar kl. 17.00 Tað er hondbóltsfelagið Kyndil, sum skipar fyri hesi konsert, meðan Kappróðr- arfelagð NSÍ skipar fyri konsertini í Runavík. MIllum 1800 og 1900 fólk hava keypt atgongu- merki til konsertina í Runa- vík, og pláss er fyri eins nógvum fólkum í høllini á Hálsi. Atgongumerkini til hesa eykakonsertina vórðu sett til sølu í gjárkvøldið, og tey fáast á flestu Statoil-støðum í landinum umframt á Kunningarstovuni í Havn. EYÐUN KLAKSTEIN Nú er avgerðin tikin um, hvussu bygnaðurin á Lands- sjúkrahúsinum skal verða. Stríð hevur leingi verið um hetta, men nú eru part- arnir vorðnir samdir um eina loysn, sum øll kunnu liva við. Seinnapartin í gjár var tíð- indafundur, har nýggi bygn- aðurin varð lagdur fram. Leiðslan á Landssjúkra- húsinum skal myndast av einum sjúkrahúsleiðara, sum hevur endaligu ábyrgd- ina av Landssjúkrahúsinum. Afturat sær skal sjúkrahús- leiðarin hava ein læknastjór- a og ein sjúkrarøktarstjóra. Undir sjúkrahúsleiðsluni verður sjúkrahúsið innan kliniska økið býtt upp í tríggjar høvudsdeildir: Psykiatriska, medisinska og kirurgiska. Hvør deild verður skipað við deildarleiðslu við einum leiðandi yvirlækna, sum hevur endaliga ábyrgd av deildini mótvegis sjúkra- húsleiðsluni, og einari yvir- sjúkrasystir. Størvini vera áramálssett í 6 ár við møgu- leika fyri at leingja setanir- nar. Á hvørjari deild verður settur ein leiðsluskrivari. Leiðslubygnaðurin á und- irdeildunum, tað er seingja- deildir, verður órbroyttir við einum deildarleiðara, sum refererar til deildarleiðsl- una. Samstarvsandin í hásæti Leiðslurnar á teimum trim- um høvuðsdeildunum hava ábyrgd av, at avtalaðar upp- gávur verða loystar innan- fyri teir fíggjarkarmar og ásetingar, sum eru galdandi fyri deildina. Raðfestingin skal avtalast millum sjúkra- húsleiðsluna og deildar- leiðsluna. Tað verður leiðandi yvir- læknin, sum hevur endaliga rakstrarligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini. Deildarleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og leiða virksemið á deild- ini og syrgja fyri, at tænast- an verður munagóð. Ætlan- in er, at deildarleiðslan skal avtala dagliga arbeiðsbýti sínamillum. Landsstýrismaðurin legg- ur dent á, at uppgávur skulu loysast í einum samstarvs- anda í deildarleiðsluni. Leiðslan skal hava ein opn- an leiðslustíl, og harvið tryggja starvsfólkunum góða kunning um øll viður- skifti á deildini. Stinga iva- mál seg um, skulu tey loys- ast í samstarvi og við semju. Um tað skuldi hent, at semja ikki fæst um eitt mál, er tað avgerðin hjá leiðandi yvirlæknanum, sum er gald- andi. Tó undantikið, tá tað snýr seg sum sjúkrarøktar- fakligar spurningar, tít á er tað yvirsjúkrasysturin, sum kann taka avgerð. Leggja dent á samstarv Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum hevur nú tikið avgerð um bygnaðin á Landssjúkahúsinum. Semja er gjørd millum læknar og sjúkrasystrar Stingur ósemja seg upp um prinsippiellar spurning- ar, skal deildarleiðsan haa møguleika at leggja hesi mál fyri sjúkrahúsleiðsluna til viðgerðar, áðrenn endalig avgerð verður tikin. Tað verður deildarleiðsl- an, sum verður setanar- myndugleiki hjá øllum starvsfólkunum á deildini. Skipa fyri sínum øki Tað verður lagt upp til, at leiðandi yvirlæknin serliga skal standa fyri menningini á læknafakliga økinum, og hann skal hava ábyrgd av, at skipað verður fyri undir- vísing, útbúgving og menn- ing innan øki. Sergreinarnar verða undir leiðslu av yvirlæknanum við serlæknaheiti. Hesir hava endaligu ábyrgdina av viðurskiftum innan teirra fakliga øki. Teir skulu tó taka altit til millum annað fíggjarligar karmar og aðrar ásetingar, sum eru fyri øki. Yvirsjúkrasysturin skal serliga standa fyri menning- ini innan sjúkrafakliga økið, og hon skal hava ábyrgd av, at skipað verður fyri undir- vísing, útbúgving og menn- ing á økinum. Hetta skal tryggja, at røktarfakliga støðið altíð er nøktandi. Á tíðindafundinum í gjár fegnaðist Helena Dam á Neystabø um, at loysn nú er funnin á málinum um bygnaðin. Hon helt, at nýggi bygn- aðurin verður tann endaligi fyri Landssjúkrahúsið. Saman við Creamy fara Kular Røtur úr Klaksvík at spæla. Ein fløga og eitt sjónband komu við Kulu Røtunum fyri jól, og hesi hava selt væl. Sangir sum Bilurin hjá okkum og Brúsi hava verið nógv spældir síð- ani. ek Jóan Petur Davidsen, formaður í formaður hjá læknunum, Helen Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum og Joan Ziskason geva hvør øðrum hondina uppá, at tey skula samstarva í framtíðini Mynd: Jonhard Hammer