Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 25 - 5. februar 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 25 - 5. februar 2000 Minningarorð um mítt góða systkinabarn og vin Terja Nielsen f. 12.01.1965 – d. 16.01.2000 Tung vóru boðini sunnudagin t. 16. januar, at tú góði Terji, ikki var millum okkum meira. Bert fýra dagar aftaná, tú var farin til Dan- markar, fingu okur tíni alt ov tíðliga deyðsboð. Tú fylti 35 ára sama dag sum tú fór avstað, eg var og heilsaði uppá teg kvøldið fyri, tú var glaður sum altíð, og segði »okur síggjast í summar«, sum altíð, men soleiðis skuldi ikki verða. Tú helt tín føðingardag tann 07.01.2000, tað vildi tú gjarna, áðrenn tú skuldi niður til Danmarkar, tað var eitt sera stuttligt kvøld, har nógvir av tínum vinum, ung sum eldri, vóru komin saman. Ikki visti eg, at tað skuldi verða síðstu ferð. Okur høvdu mangar góðar løtur saman, bæði í Sumba og Avedøre, man føldi seg altíð heima. Um man hevði okkurt uppá hjarta, kundi man altíð koma til tín, tú hevði altíð góð ráð at geva. Gumman og Danial Jacob, tykur skulu hava takk fyri, at heimið hjá tykkum altíð stóð og stendur opið fyri vinum hansara. Somuleiðis í Avedøre, har vóru øll altíð vælkomin. Sjálvt um Terji misti sjónina á ungum árum, helt tað honum ikki aftur at fara til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Fyrst fór hann á musik- háskúla, og síðani at læra til klaverstemmara. Terji elskaði tónleik, og dugdi gott at spæla sjálvur, mangan sótu okur og spældu og sungu saman við øðrum vinum, tú var so glaður fyri lívið. Tað er ringt at skilja at tú so bráddliga bleiv tikin frá okkum. Størst er sorgin hjá tykkum, góða gumman, Danial Jacob, Elna, Poul Johannes, Heðin, Dur- ita og Halltóra, tykur hava mist ein góðan son, beiggja, svág og mammubeiggja fyri aðru ferð, má Jesus styrkja tykkum í stóru sorg tykkara. Góði Terji, eg vil altíð sakna teg, men eg veit, at ein dag skulu okur aftur møtast. Tung er skilnarstund vár frændi, ei tú gloymdi vinarbandið, sorg í hjarta mínum brennur, og á kinni tárið rennur. Friður verið við minninum um mín góða vin Terja. Sólvá Oddmar Marsteen – 60 ár 28. januar 2000 rundaði ein vælkendur klaksvík- ingur – Oddmar í Radio- handlinum – tey seksti. Vit komu at kennast sum heilt ungir, og hevur hetta vinarlag verið ó- brotið til hendan dag. Komu at starvast saman á skrivstovuni hjá Kjølbro eitt langt tíðarskeið, til hann fór at nema sær kunnleika innan radio- fakið, og hevur hann trúfastur røkt starvið í Kl. Radiohandli til aldarskift- ið, táið hann og bróðurin Finnbjørn góvust við virkseminum. Oddmar tók ímóti Jes- usi sum sínum persónliga Frelsara á ungum árum, og tað skal sigast, at hann legðist iki á boðini. Við síni sermerktu vøkru bassrødd hevur hann sungið gleðiboðskapin inn í hjørtuni á eini fjøld av landsmonnum sínum, bæði ígjøgnum útvarpið, sjónvarpið, á møtum, á sjúkrahúsinum, røktar- heiminum og við mong onnur høvi. Bert ævin- leikin fer einaferð at opinbera, hvussu mong hann við hesum hevur vunnið fyri sín Harra og Himmalska ríki Hansara. Og hvat hevði kvartett- in í Betesda verið uttan Oddmar? Í samkomuni í Betesda hevur Oddmar gjørt eitt megnararbeiði í eini 40 ár. Sungið við í kórinum, eins væl og solosangari, verið urguspælari, sunnu- dagsskúlalærari, talari og urguspælari á sjúkrahús- inum, forsangari bæði í salinum og á grøvini við jarðarferðir. Samanumtikið má sigast, at Oddmar gróv ikki talentina niður, men hevur brúkt hana, soleiðis at hon í ævinleikans ljósi fer at geva fleirfaldaðan ávøkst, og at hann av Frelsarans egna munni skal koma at hoyra hesi lívsælu orð: Gott, tú góði og trúgvi tænari. Tú vart trúgvur yvir lítlum. Góði Oddmar, við hesum fáum reglum úr Barentshavinum fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku 60 ára føðingar- degnum og Harrans ríku signing í komandi døg- um, við hjartans tøkk fyri gott vinarlag, grannalag og samstarv á ymiskum økjum í mong ár. Umborð á Akraberg, 28. januar 2000 Mikkjal á Bergi ÓLAVUR Í BEITI Hvussu ber tað til, at summ- arfrítíðin hjá miðnámsskúl- unum ikki longur skal fylgja tí føroyska fólkaskúlanum, men heldur nærkast tí donsku summarfrítíðini? vil Jógvan á lakjuni hava at vita frá Signari á Brúnni, ment- amálaráðharra. Í viðmerkingunum, sigur Jógvan á Lakjuni, at tað hevur altíð verið siðvenja, at fólkaskúlin og miðnáms- skúlarnir (her verður serliga hugsað um studenta- og handilsskúlarnar) hava hild- ið summarfrítíð samstundis. Men tey seinastu árini hevur spurningurin onkuntíð verið uppi at vent, orsakað av at skúlafyrisitingin hevur havt hug at broytt hesa siðvenju, sigur Jógvan á Lakjuni. Løgtingsmaðurin sipar til rundskriv um frítíð og frí- dagar í fólkaskúlunum fyri skúlaárið 2000/2001 og í tíðarætlan fyri students- og HF-próvtøkuna á sumri 2001, sum send eru skúlu- num. Nú er so galið, at forskjót- ingin millum skúlaskipan- irnar verður heilar 2 vikur, tí í ætlanini sæst, at nú í summar (2000) skal summ- arfrítíðin hjá fólkaskúlunum byrja 28. juni, meðan hon hjá miðnámsskúlunum skal byrja 24. juni, og fólkaskúl- in byrjar aftur 21. august, meðan miðnámsskúlarnir byrja aftur longu 14. august - og hetta verður so lagið frameftir! Ímóti politiska viljanum Tað má sigast at vera sera ørkymlandi, at umsitingin ferð eftir ferð roynir at flyta summarfrítíðina, hóast hon væl veit, at hetta er ímóti tí politiska viljanum. Einki er natúrligari, og tað má eisini vera eitt sjálvsagt krav, at summarfrítíðin hjá so nógv- um skúlum sum gjørligt liggur um somu tíð, og tí er tað ófatiligt, at skúlamynd- ugleikarnir skulu arbeiða upp á henda mátan. Tað sigst, at tað eru bara nakrar fáar danskar próv- tøkuuppgávur, sum eru or- søkin til alt forargilsi, og tað kann ikki bera til, at Undir- vísingar- og Mentamála- stýrið ikki megnar at loysa ta uppgávuna. Summarfrí saman – Tað eru nógvar familjur, ið hava børn bæði í fólka- skúlanum og í miðnáms- skúlunum, og sjálvandi eig- ur alt at vera gjørt fyri, at hesar familjur kunnu halda summarfrítíð saman. – Eisini eru nógvir felags- skapir í Føroyum, sum reka stórt frítíðarvirksemi um summarið, og sum dømi kunnu nevnast skótalegur og barna- og ungdómslegur í Nesvík og í Zarepta. Hesir felagsskapir leggja sítt ar- beiði til rættis eftir, nær skúlarnir hava frí, og tað eru mong av teimum ungu, sum ganga í miðnámsskúlunum, ið gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði í sambandi við hesar legur. Verður ætlanin hjá Undirvísingar- og Menta- málastýrinum gjøgnum- førd, er vandi fyri, at hesir felagsskapir verða noyddir at skerja sítt virksemi frá 6- 7 vikum niður á 4-5 vikur, og tað má sigast at vera sera stórt spell og kann als ikki góðtakast. Taka børnini úr skúlanum – Ein onnur avleiðing av hesum verður allarhelst, at foreldur kenna seg noydd til at taka børnini úr fólkaskúl- anum, eina viku fyrr enn ætlað, ella at miðnámsskúl- Fáar danskar uppgávur orsøkin til alt forargilsi Nú er tað so galið, at forskjótingin millum skúlaskipanirnar verður heilar 2 vikur, tí í ætlanini sæst, at nú í summar skal summarfrítíðin hjá fólkaskúlu- num byrja 28. juni, meðan hon hjá miðnámsskúlunum skal byrja 24. juni, sig- ur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins í fyrispurningi anæmingarnir koma eina viku ov seint í skúla. – Í frágreiðingini, sum í november 1999 varð løgd fram til aðalorðaskiftis í sambandi við útbúgvingar- politikk í framtíðini í sam- bandi við sjálvstýrisverk- ætlanina, legði landsstýris- maðurin sera stóran dent á, at vit frameftir skulu laga alla skúlalóggávuna til okk- ara samfelag. Tí tykist tað serliga løgið, at Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið á hesum økinum skal draga okkum tættari at donskum viðurskiftum. Tað kann ikki bera til, at føroyingar, sum hava sett sær fyri at seta føtur undir egið borð, skulu verða noyddir til at lata ein part av skúlaskipanini fylgja tí donsku summarfrí- tíðini einans orsakað av nøkrum fáum uppgávum, sigurt Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til fyri- spurningin. Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður Fólkafloksins Drelnes ikki slept -Tað hevur ongantíð verið nakað ynski frá Danbor Service, at tað skuldi verða lóggivið fyri einum oljubasa á Drelnesi. Vit trúgva uppá fría kapping og halda framvegis, at tað er sera áhugavert og eisini møguleiki fyri at leggja eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi JAN MÜLLER Hetta sigur Steen Hansen, stjóri í Danbor Sercice í Es- bjerg, sum saman við á- hugamálum í Suðuroynni hevur stovnað felag við tí endamáli at reka eina olju- útgerðarhavn frá Drelnesi. Avgerðin hjá løgtinginum at fella eitt uppskot frá Javn- aðarflokkinum um lata alt oljuvirksemi ganga út frá Suðuroynni hevur ikki fing- ið Danbor Service til at um- hugsa sína støðu í Suðuroy av nýggjum. -Tað er einki, undirstrikar Steen Hansen, sum hevur broytt bara tað allarminsta við Drelnesprojektið. -Fyri okkum merkir av- gerðin hjá tinginum ikki nakra broyting, tí vit hava alla tíðina hildið, at tað er ikki neyðugt við eini pol- itiskari avgerð fyri at fáa eina oljuútgerðarhavn til Suðuroynna. Vit halda framvegis, at Drelnes av ymsum orsøkum er rætta plássið til eina oljuútgerð- arhavn, og vit arbeiða mið- víst fram móti hesum sigur Steen Hansen, sum er sann- førdur um, at oljufeløg fara at vísa eini útgerðarhavn har áhuga. Hann vísir á, at eitt nú á oljumessuni í Aber- Soleiðis ætla stigtakararnir at Drelnes skal síggja út í framtíðini, tá oljuvinnan er komin. Mærsk sissar suðuroyingar: deen herfyri var sera stórur áhugi fyri Drelnesverkæt- lanini, og teir fingu nakrar sera áhugaverdar kontaktir. Vit spurdu Steen Hansen, hvat hendir, um suðuroy- ingar heldur velja Vág sum oljuútgerðarhavn! -Tá verður tað ikki við okkum sum basaoperatøri, tí okkara verkætlan er skræddaraseymað til júst Drelnes. Av tí at tað bæði í útvarpi og sjónvarpi hevur verið borið fram, at dagstovnurin í Gøtu er kærkomin, tí at dagrøktin bert hevur virkað »hampuliga væl«, kann tú kanska, um tú ikki veit bet- ur, fáa tað fatan, at so er. Alt gott um at ein dag- stovnur er komin á føtur í bygdini, men tað eru ikki bert karmarnir, sum telja, men so sanniliga eisini inn- ihaldið, og sum ein klók kona einaferð segði: »Tú skal ikki breggja tær av verkinum, áðrenn tað er fullfíggjað.« Vit hava búð her í fýra ár, og halda vit, at dagrøkt- in hevur riggað sera væl - við tær sum leiðara væl at merkja. Dagpelygumamm- urnar fingu rós í útvarpi- num fyri arbeiði sítt, og halda vit, at tað er ikki meir enn rímiligt, at tú eisini fær rós, tí tað hevur tú uppi- borið sum fáur. Tá samanberast skal við aðrar dagrøktir, so kann veruliga sigast, at vit her í kommununi ikki hava ver- ið aftan fyri aðrar, tvørtur- ímóti. Tú Súsanna hevur gjørt, at dagpleygan hevur havt møguleikan fyri at fara í fimleikarhøllini eina ferð um vikuna, tá lok var lagt á svimjihylin, og svimja einaferð um vikuna um veturin; samstundis fekk tú í lag spælistovu, og ikki at gloyma forskúlan, sum var ein sonn gleði fyri børnini, ið skuldu byrja í skúla, tí tiltøkini vóru nógv í forskúlanum. Eisini fyri- skipaði tú legur, sum tú sjálv gleðiliga luttók í, og sum børnini tosaðu nógv um, aftaná tey vóru komin heim, og sum tey enn minnast við gleði. Tú hevur eisini verið ó- før at lata dagpleygu- mammurnar sleppa á fleiri ymisk skeið, sum vit for- eldur hava verið fegin um. Tú fekst eisini eina fasta sjúkradagpleygumammu setta, fyri at børnini ikki skuldu fara til fleiri ymiskar dagpleygumamm- ur, um nú teirra egna gjørd- ist sjúk. Eisini veit eg, at tú hevur havt sera gott samstarv við aðrar kommunalar dag- røktir, og altíð hevur verið fús at geva eina hjálpandi hond, tað hava vit so sann- iliga merkt sum foreldur. Súsanna, tú er í okkara eygum ein sjáldsom orka, bæði fyri okkara børn og ikki minst fyri okkum sum forledur, við tínum sera blíða, milda, glaða, smíl- andi, tolna og kærleiksfulla lyndi sum er fáum beskor- ið. Eitt, sum vit eisini hava upplivað sjálv, eru tíni ser- ligu evnir at síggja tingini frá fleiri ymiskum sjónar- hornum, eisini um tað er tú sjálv, sum er offur. Hetta eru evni, ið eru sera sjáld- som at síggja, men sam- stundis eru hetta evni, sum allar fyritøkur og stovnar ynskja og droyma um, at ein stjóri ella leiðari hevur. Tú hevur eisini evnini at virða onnur, ið ikki hava somu áskoðan, sum tú, utt- an at briksla ella yvirbevísa tey um, at tín sannleiki er tann einasti rætti; hetta hevur givið okkum foreldr- um tann tryggleika at kunna koma til tín við ein- um og hvørjum, sum hevur ligið okkum uppá hjarta. Vit vóru skelkað og stóðu púra býtt, tá vit frættu, at tú ikki fekst bjóð- að arbeiði á dagstovninum, ein sovorðnan kapasitet kann man ikki lata fara, hildu vit. Men sum ein gamal seyðarmaður einaferð segði, at tað er sjáldan tann, ið rópar harðast á rættina, sum hevur æruna av, at seyðurin er komin í rætt. Vit og børnini vilja takka tær fyri tíðina, tú hevur havt børn okkara undir hond, og vóna vit, at rættur myndugleiki eisini fer at vísa takksemi sítt fyri mun- adygga arbeiði títt fyri børn og foreldur í bygdini øll hesi árini. Takk fyri Súsanna. Diana Borgnýardóttir, Pauli Gregor Hentze og børnini Ein tøkk til Súsonnu Joensen fráfar- andi dagrøktaleiðari í Gøtu kommunu Viðmerking: -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL AUT. Skrás.:13-07-95 Km.: 76.000 Prísur: 158.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/B Skrás.: 31-10-96 Km.: 34.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 24-06-97 Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 05-08-92 Km.: 110.000 Prísur: 45.600,- FORD MONDEO 1,8 Skrás.: 07-05-97 Km.: 12.000 Prísur: 149.600,- Garanti* FORD ESCORT DIESEL Skrás.:19-09-96 Km.: 54.000 Prísur: 114.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,8 DIESEL Skrás.: 30-01-96 Km.: 47.000 Prísur: 79.600,- Garanti* HONDA CIVIC 1,5 H/B Skrás.: 01-08-98 Km.: 26.000 Prísur: 119.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 59.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 2,0 TURBO DIESEL Skrás.: 16-10-96 Km.: 122.000 Prísur: 132.600,- Garanti* TOYOTA CARINA 1,6 GL L/B Skrás.: 21-08-90 Km.: 124.000 Prísur: 60.600,- TOYOTA CARINA 1,6 GL Skrás.: 01-11-89 Km.: 154.000 Prísur: 49.600,- TOYOTA COROLLA 2,0 DIESEL Skrás.: 10-06-98 Km.: 30.000 Prísur: 142.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,3 L/B TERRA Skrás.: 27-02-98 Km.: 30.000 Prísur: 120.600,- Garanti** Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 AVHEINTINGARTILBOÐ VØRUVOGNUR * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 15-10-98 Sýnaður 14-10-98 FORD ESCORT 1,6 Skrás.: 21-05-91 Km.: 128.000 Prísur: 42.600,- MITSUBISHI PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 80.000 Prísur: 154.600,- TOYOTA CAROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 Xli Skrás.: 14-07-95 Km.: 32.000 Prísur: 98.600,- Garanti* FORD SIERRA 1,6 AUT. GEAR Skrás.: 01-07-87 Km.: 117.000 Prísur: 10.000,- Sýnaður 26-03-98 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- TOYOTA HIACE 10 PERS. BUSSUR Skrás.: 16-06-95 Km.: 160.000 Prísur:138.600,- Garanti* Sýnaður 01-12-99 Sýnaður 01-10-98 SERTILBOÐ Skrás.: 16.04.98 • Km.: 13.000 Prísur: 98.600,- Garanti* -í besta standi !! KIA CLARUS 1,8 SEDAN