Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 25 - 5. februar 2000 Hetta kunnu vit fiska í ár Løgmaður legði frágreiðingina fyri tingið um uttanlands- mál í farnu viku til aðalorðaskiftis, og segði hann m.a., at hann gjørdi tað í teirri vón, at hon fór at verða ein í- blástur til tær stóru avgerðir, ið verða at taka í næstum Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál sum aðalorð- askifti var um í farnu viku, standa teir sáttmálar, sum gjørdir eru um fiskiveiði í ár 2000. Her eru nakrir av teim sáttmálum, gjørdir eru landanna millum: Føroyar-Grønland Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar álegg- ur pørtunum at samráðast hvørt ár um eitt kvotubýti. Í ár hava føroysk skip loyvi at veiða 4.000 tons av kongafiski í Irmingarhavi- num og grønlendskum sjógvi. Sum royndarveiða í Vesturgrønlandi kunnu veiðast 130 tons av svart- kalva og í Eysturgrønlandi kunnu trý føroysk skip í senn veiða tosk og onnur botnfiskasløg í tilsamans átta vikur. Kalvi og svart- kalvi sum hjáveiði er av- markað til 100 tons. Grønlendsk skip kunnu veiða 2.500 tons av norð- havssild og royndarfiska eftir brosmu og longu á ytru fiskidagaleiðini upp til 250 tons, harav í mesta lagi 30% kunnu verða toskur og hýsa. Føroyar-Ísland Fiskiveiðisamráðingarnar við Ísland verða í januar, og eingin semja er gjørd enn. Fyri 1999 vóru partarnir samdir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi varð hækkað til 5.600 tons. Av hesi heildarkvotu varð tosk- akvotan hækkað úr 1000 tonsum upp í 1.150 tons, kalvakvotan gjørdist 150 tons, meðan nøgdin av øðr- um botnfiskasløgum var ó- broytt. Partarnir samdust um at halda fram við semjuni um uppsjóvarfiskasløg. Ís- lendsk skip kunnu veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroysk- um sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi. Partarnir samdust um somu lodnusemju sum fyri 1998. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1999 til 30. apríl 2000 veiða 30.000 tons við fyrivarni fyri broytingum í MLV’num. Føroyar-Noreg Grundað á fiskifrøðilig við- urskifti hava Noreg og Russland gjørt av at minka munandi um heildarveiðuna av toski í Barentshavinum í 2000. Heildarkvotan av toski lækkar 18,75% úr 480.000 tons í 1999 niður í 390.000 tons í 2000, av hes- um er triðjalandskvotan lækkað úr 59.000 tons niður í 55.200 tons. Fyri Føroyar hevur tosk- afiskiskapurin í Barentshav- inum og makrelfiskiskapur- in í norskum sjógvi stóran týdning. Føroyar løgdu stór- an dent á, at lækkingin av toski ikki gjørdist so stór sum lækkingin í MLV’num, og at Føroyum varð veittur fastur partur av MLV’num, sum samsvarar til tað søgu- liga veiðimynstrið í Bar- entshavinum. Eisini hava Føroyar kravt at fáa rætt (atgongd) til at veiða burturav føroysku strandalandakvotuni av makreli í norskum sjógvi sum ein uppfylging av strandalandasemjuni, sum varð gjørd í Brússel í fjør. Haraftrat hava Føroyar lagt stóran dent á veiðirættindini eftir rækjum og toski við Svalbarð, har ásetingin av rækjufiskidøgunum ikki samsvarar søguliga rætti- num, sum rækjuskipini eiga av fiskidøgum. Fleiri roynd- ir eru gjørdar í árinum at rætta hesa áseting, tó við ongum úrsliti. Fyri Noreg hevur fiski- skapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiski- skapur stóran týdning í sam- vinnuni við Føroyar. Noreg hevur undir samráðingu- num hildið fast um, at øll botnfiskakvotan varð stand- andi á sama støði, og at heildarúrslitið í semjuni javnvigaði. Partarnir komu ásamt um minni lækking enn hana, sum norska sendinevndin kravdi, og sum er minni enn tann lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni. Før- oyska kvotan verður 1.700 tons av toski, 280 tons av hýsu, 1.550 tons av upsa, harav 150 tons norðanfyri 62 stig N. Aftur verður loyvt at yvirføra russiskan botnfisk og lodnu at fiska í norskum sjógvi. Makrelkvotan er 1.650 tons, men harumframt kunnu 6.535 tons av før- oysku strandalandakvotuni fiskast í norskum sjógvi. Svartkjaftakvotan er 2500 tons, harav 500 tons við Jan Mayen, og ídnaðarkvotan er 25.000 tons. Lodnukvot- an er 5.000 tons, og silda- kvotan er 1.200 tons í 2000. Eisini kunnu 3.000 tons av rossamakreli og 150 tons av rækjum verða veidd við Jan Mayen. Føroyska kvotan við Svalbarð verður 808 tons av toski og 194 tons av øðrum fiskasløgum. Rækjudagatal- ið er óbroytt 1.317 fiski- dagar. Norska botnfiskakvotan við Føroyar í ár verður 5.000 tons við avmarking- um fyri veiði á Føroya Banka. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroysk- um sjógvi í ár verður 42.000 tons og makrelkvotan 4.000 tons. Spurningurin um føroyska rækjuveiði við Svalbarð var frammi aftur. Føroyar mót- mæltu norsku avgerðini at skipa fiskiskapin sambært norskari kunngerð, sum á- setir avmarkingar fyri før- oyskum rækjufiskiskapi við Svalbarð. Føroyar vístu til mótmælini frá føroyskum myndugleikum og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland. Føroyar-Russland Fiskifrøðiligu viðurskiftini í Barentshavinum eru nevnd í brotinum um Noreg. Semj- an millum partarnar hevur nú við sær, at í ár kunnu føroysk skip veiða í russ- iskum sjógvi: 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Har- aftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu verða fiskað í norskum sjógvi. Russisk skip kunnu í ár veiða í føroyskum sjógvi 105.000 tons av svartkjafti íroknað 3 % av sild. Har- aftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiði á djúpum vatni við 200 tons- um í kvotu. Makrelveiðin hjá russiskum skipum í før- oyskum sjógvi er skorin munandi úr 18.000 tonsum niður í eina kvotu uppá 10.000 tons av makreli. Makrelspurningurin hevði frammanundan elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES sínámillum og Før- oyar og Noreg sínámillum. Eftir at strandalondini ES, Føroyar og Noreg gjørdu semju í november í ár í Brússel er partur okkara av heildarkvotuni nú 30.000 tons. NEAFC hevur ásett mest loyvdu veiðu í altjóða økinum til 50.000 tons. Russland er ikki partur í hesi semju. Føroyar og Russland hava haraftrat gjørt semju um meira samstarv um toskakeyp í Barentshavi- num og Eystursjónum um- framt samstarv um svart- kjaft í føroyskum sjógvi. Eisini eru partarnir samdir um at kanna møguleikan fyri nærri samstarvi um rækjur í Kyrrahavinum (Kamsjatka) og á NAFO økinum (Flemish Cap). Føroyar-Baltalond Á fiskiveiðisamráðingu- num við tey Baltisku lond- ini Estland, Lettland og Litava fyri 1999 var semja um at halda karmarnar á hvørjum ári tó soleiðis, at bert um báðir partar hava skip tøk, verður semja gjørd. Ongin semja varð gjørd í gjør, og ongar sam- ráðingar hava verið um fisk- iskap í ár. Føroyar-ES Føroyar og ES samráddust um fiskirættindi hvør hjá øðrum í fjør, men komu tí ikki til nakra semju um fisk- iskap í ár. Serliga fiskiskap eftir makreli kundu partarnir ikki semjast um. Føroyar meta, at eftir at strandalandasemja millum Føroya, ES og Nor- egs um makrel er gjørd, er grundarlag fyri at endur- skoða ymisk viðurskifti í verandi sínámillum fiski- rættindasáttmálunum. Dentur verður lagdur á, at strandalond eru meira opin fyri makrelfiskiskapi hjá hvør øðrum. Hetta sjónar- mið var ein av fortreytunum fyri, at Føroyar kundu góð- taka makrelsemjuna. ES tóktist ikki vilja við- urkenna hesi viðurskifti, tí tað fór at órógva kvotabýtið í ES og kundi tí ikki ganga føroyska kravinum á møti. Undir hesum umstøðum boðaði føroyska samráð- ingarnevndin frá, at hon kundi ikki gera fiskirætt- inda-sáttmála við ES fyri í ár. Partarnir samdust um at finna eina loysn á ósemjuni innan 1. mai í ár. Semja varð gjørd um, at fiskirættinda- sáttmálin verður longdur í óbroyttum líki til 30. apríl í ár. Leygardagur 5. februar 2000 Zacharias og upptøkutólið Hann var við, tá sjónvarpið tók síni fyrstu fet. Nú er hann ein av trumfunum hjá SvF, og hann arbeiðir fegin einsamallur. Zacharias Hammer er ævintýrarin við upptøkutólinum síða 16 & 17 Kompromis- leysur og krevjandi Jørgin Dahl er komin afturíaftur við tónleikaútgávu í Føroyum síða 15 Myndir: Jens Kristian Vang