Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 – 5. februar 2000 15 Eyðun Klakstein Hann fekk allar føroyingar upp á gólv. Hann bæð tey koma við, og hann mundi lagt Europa nið- ur, tá hann skrivaði um ólukku- ligan kærleika í bestu føroysku balladuni nakrantíð. Jørgin Dahl. Kompromisleysur, dugnaligur og krevjandi. Tað eru nøkur av orðunum, sum verða sett á hann, tá teir, sum kenna hann best, greiða frá hansara eginleikum sum tónleikari. – Hann var krevjandi sum tónleikari, og hann var drív- kraftin í teimum bólkunum, har hann var við. Hjá okkum øðrum ráddi tað um at fylgja við og royna at seta okkara fingramerki á tónleikin, sigur Heri Ellings- gaard, sum hevur kent Jørgin síðani barnatíðina. Heri spældi við á fyrstu útgávuna hjá Straight Ahead, men fór síðani burtur úr, tá hann fór til Dan- markar at lesa. Maðurin, sum sang størsta hittið hjá Jørgeni Dahl, heldur, at Jørgin altíð fekk tað optimala burtur úr bólkunum, hann spældi við í. – Tað er avgjørt eitt úrslit av arbeiðnum hjá Jørgini, at bólkar sum Straight Ahead og Hjarnar vunnu so nógv fram í 70’unum og 80’unum, sigur Karl Martin Samuelsen sangari í Hjarnum. Hann sang millum annað Breaking my heart hjá Jørgini Dahl, sum mundi givið Hjarnum altjóða gjøgnumbrot eftir eina kapping á Radio Luxembourg. Hesin sangur verður framvegis mettur sum ein av teimum bestu føroysku rocksangunum nakran- tíð. – Jørgin var ein framúr sang- skrivari. Ein góður sangur er ein góður sangur, líkamikið hvønn veg tíðin roynir at sníkja seg. Fyri meg er Jørgin Dahl tann størsti í føroyskum rocktónleiki, kanska eisini tí hann var tann fyrsti, sigur Niclas Johannesen, tónleikari og komponistur. Avrikini Søgan um Jørgin Dahl sum tón- leikara byrjar fyri 38 árum síð- ani í Klaksvík, har tann seks ára gamli Jørgin byrjaði at trýsta á tangentarnar. Hann lærdi seg sjálvur at spæla orgul, og so skjótt, sum hann og vinmenninir høvdu fingið forsterkara, fóru teir at spæla útikonsertir. Fyrstu ferð Jørgin Dahl spældi alment var í gamla Atlantis Bio. Tá kallaðist bólkurin Artic Fox og millum teir, sum spældu við, var Gekka- verturin Rudolf Joensen. Jørgin var tá 15 ára gamal og var byrj- aður at gera tónleik. Nøkur fá ár seinni fór bólkur- in Straight Ahead at taka skap. Bólkarnir Cold Turkey, har Jørg- in Dahl spældi við, og Homo Sapiens, har millum annað Archie Black spældi, løgdu saman, og tað sum spurdist burt- ur úr var Straight Ahead. Hetta var í 1972, og tvey ár seinni gjørdu teir sína fyrstu single- plátu. Løgini Komið øll við og Upp á gólv vóru fyrsta veruliga boðið uppá føroyskan rocktónleik. Síðani kom ein singlepláta og ein EP-pláta afturat frá Straight Ahead. Í 1978 kom tiltikna Veðraplátan, sum er ein varði í føroysku rocksøguni, men stutt eftir góvust Straight Ahead at spæla. Tá høvdu teir vunnið sær pláss í upplagsverkinum um danskan rock, og tað var ikki bara í Føroyum, at fólk fylgdu bólkinum úr Klaksvík. Eftir hetta fór Jørgin Dahl at spæla við í Hjarnum, og hann var sentralur persónur í stórtíðini hjá Hjarnum. Teir góvu eina singleplátu út í 1981, og tvey ár seinni kom LP-plátan We come for you. Tá Hjarnar góvust at spæla í 1984, spældi Jørgin Dahl eitt stutt skifti í bólkinum Trast, áðrenn hann flutti til Danmarkar miðskeiðis í 80’unum. Síðani tá hevur hann verið búsitandi í Danmark, og fyrstu ferð hann aftur letur frætta frá sær við útgávu í Føroyum var í gjár, tá Lost Pilgrims kom út. Hetta er fyrsta solo-útgávan hjá Jørgini. Øll kláraðu ikki upp við hann Higartil hava tónleikaligu avrik- ini hjá Jørgini verið sermerkt, og ferð eftir ferð hevur hann klárað at skriva sangir, sum hava staðið eftir. Tað sást eisini aftur, tá tríggir av sangunum hjá Jørgini Dahl vóru endurútgivnir á savnsfløg- um í fjør. Slóðbrótarin Portrett. Kompromisleysur, dugnaligur og krevjandi. Jørgin Dahl er slóðbrótarin í føroyskum rocktónleikur, og nú ger hann comeback í Føroyum Og tað er gjøgnum tónleikin hjá bólkunum Straight Ahead, sum fekk navn eftir einum sangi hjá Jimi Hendrix, og Hjarnum, at Jørgin Dahl hevur fingið sín status í føroyskum tónleiki. – Straight Ahead vóru mínar hetjur, og teirra tónleikur heldur framvegis tann dagin í dag. Ja, eg hugsi ofta mítt, tá prátað verður um, at føroyskur rockur er betri nú enn nakrantíð. Sjálv- ur haldi eg, at tú skalt fara sera tíðliga upp um morgunin, um tú vilt røkka støðið, sum Straight Ahead legði longu í 70‘unum, heldur Niclas Johannesen. Tað vóru ikki øll, sum dugdu saman við Jørgini Dahl, tí hann kravdi nógv av teimum, sum hann samstavaði við. Hann klár- aði ikki upp við øll, men teir sum hava spælt saman við hon- um, halda at hetta er ein partur av frágreiðingini um, hví hann avrikaði so nógv. – Hann var kompromisleysur í sínum arbeiði við tónleiki. Hann visti, hvat hann vildi, og hann kravdi nógv av teimum, hann spældi saman við. Gongur tú aftaná slíkum fólki, so spyrst altíð okkurt burtur úr, heldur Heri Ellingsgaard, sum eitt skifti spældi við í Straight Ahead. – Tað er als ikki løgið, at Jørg- in fekk tann leiklutin í føroysk- um rocktónleiki, sum hann fekk. Hann vildi veruliga nakað, og tá vit aðrir fóru burtur av, helt hann fast um tónleikin, sigur Heri. Karl Martin Samuelsen greiðir frá, at Jørgin Dahl altíð hevði eina ætlan við teimum sangun- um, hann hevði gjørt. Hann visti, hvussu teir skuldu spælast, men hann var eisini klárur at lurta, um onkur hevði hugskot til sangirnar hjá honum. – Hann ætlaði sjálvur at syngja Breaking my heart, men eftir at eg hevði sungið sangin eitt kvøldið undir venjing, broytti hann hugsan. Eftir tað skuldi eg syngja hann. Soleiðis var hann. Sjálvt um hann kundi verða avgjørdur, kundi hann eisini broyta hugsan, um hann helt okkurt var betri, sigur Karl Martin Samuelsen. Í gjár gav Jørgin Dahl aftur tónleik út í Føroyum. Tað eru 16 ár síðani seinastu útgávuna. 14 Nr. 25 – 5. februar 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Loysnin er loysing Tað eru ikki smávegis skálkabrøgd útjaðaranum verður boðin í hesum døgum. Er tað ikki eitt hol, niðanfyri ella omanfyri vatnskorpuna, sum er trupulleikin, so er tað vandin fyri at verða avskorin frá umheiminum, tí peningur ikki er tøkur at røkja skipini um firðirnar í oyggjaríkinum Føroyum. Í løtuni verða 12 fólk í senn í pendulfarti flutt um Vestmannasund, meðan Suðuroyingar als ikki vita, um teir hava fart framyvir. Nú er bert eftir at vóna, at eingin hevur sjúkrahjálp fyri neyðini, tí sum skilst er tað einans av náði og hjartaligari góðheit frá ávísum persónum, at tey bædi smærru sjúkra- húsini standa. Og hvussu bleiv við flogvøllinum? Liggur hann har vesturi? Enn einaferð gekk sjón fyri søgn um, at miklar maktir, ella skuldi ein sagt høgir harrar, hava sett sær fyri at miðsavna alt virksemi í landinum í miðstaðarøkinum. Hetta hendi nú í vikuni, tá ein stórur meiriluti í løgtinginum atkvøddi ímóti at leggja oljuútgerðarhavn í Suðuroynni, hóast íbúgv- arnir á oynni ikki nýtast fjølmiðlarnar sum mega- fon, fyri at vit her norðanfyri skulu hoyra neyða- rópini. Nei, betur er at lata Klondyke-lyndið ráða, har smáøkini framhaldandi kunnu pumpa pening í havnaløg og projekteringar..í heilaga navnið marknaðarkreftunnar. Í seinasta parti av politisku komediuni, ella skuldi ein sagt tragediuni, upplivdu vit miskunn- arleysa frændaveldi, har »meir skal hava meir - moralurin« er stovubærur og øll menniskjalig fyri- lit um at hjálpa fólki í neyð og ikki at verða gramm- ur eftir verðini, eru skúgvað til viks. Her var talan um opinskáraða øvund og smáligheit (ja, nú øsi eg meg also!), har fólk, sum hava almikið framm- anundan, ikki unnað teimum, sum veruliga treingja, burturav. Og eingin skal billa mær inn, at tað er umhugsni fyri vinnuni, sum fær slíkar pissior-politikarar at agera sum teir gera. Nei, her er einki annað enn nepotisma og lobbyisma sum styrir havisjúkuni, og samstundis lagnuni hjá stór- um pørtum av fólkinum. Er hatta hevnd fyri valúrslitið har suduri? And- støðan um 64% og samgongan 35%? So mugu tit virkuliga taka tykkum saman suðringar og spjaða atkvøðurnar betur, tit grava tykkara egnu grøv í løtuni! Ella kanska var lættari at siga, at tíðin er búgvin til loysing frá restini av landinum? Tankarnir hava verið frammi fyrr. So fáa tit næstan alla oljuna fyri tykkum sjálvar og eina rúgvu av fiskigrunnum. Kanska kundu tit eisini varðveitt ríkisfelagsskapin og blokkin úr Danmark, og latið norðingarnar fingið fullveldi? Tad eru tit jú eisini um at forpurra. »Tit suðringar plaga ikki at klynka« var tad ikki nakad soleidis ein kendur havnamaðir segði her- fyri. Ein sannroynd er tað, at hetta er ein roynd at geva Suðuroynni mønustingin, tí hóast oljuvinnan kanska ikki fór at geva nakað sum helst av sær, so er tað í vónini um betri tíðir, vit menniskju byggja framtíðina og finna viljan til tess. Rigmor Dam, lærari, skrivar: Maria hevur reinsað fyri havnarfólk í 55 ár HORVIN BÝARMYND. Seinasti parturin av virkseminum hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margareinefabrikk í Tórsgøtu í Havn hvarv, nú Maria Olsen, hevur latið Reinsaríið aftur Eirikur Lindenskov Tann seinasti tátturin í um- fevnandi virkinum, sum var í Tórsgøtu í Havn, í dagligari talu undir heitinum Majaríið, er nú farið í søguna. Nú er einki av tí, sum har var eftir, uttan Vita margarinið, sum nú heldur til úti á Argjum. Tað er Reinsaríið í Tórs- gøtu, sum Maria Olsen hevur rikið einsamøll nú tey nógvu árini, sum nú hevur læst fyri síðstu ferð. Ein lítil seðil á hurðini í Tórsgøtu boðaði frá avgerðini, nú komið varð í nýggja 1000 árið. Tað var fyri 55 árum síð- ani, at Maria Olsen úr Vest- manna byrjaði á Reinsarí- num. – Eg kom sum feriuav- loysari. Tá tað var liðugt, so fór ein onnur í feriu, og soleiðis helt eg á eina tíð. So vísti tað seg, at ein fór úr starvi, og so varð eg bið- in, greiðir Maria Olsen Sosialinum frá. Tá meiaríið minkaði um virksemið, varð Maria spurd, um hon vildi taka yvir Reinsaríið. – Eg tók av avbjóðingini, og teir tóku 500 krónur í leigu, sigur hon Tað er drúgv søga, sum liggur aftan fyri tey mongu virki, sum hava húsast und ir lonini í gamla »Hansens pakkhúsi«, sum húsini eina ferð vórðu rópt. Men upp- runaliga eru hetta pakkhús hjá Ryberg, seinni Eina- handlinum og síðani pakk- hús hjá M. C. Restorff, til majarífyritøkan ella A/S Thorshavns Mælkeforsyn- ing og Margarinefabrik keyptu ognina í 1922. Eitt skifti var Sápufabrikk í nið- aru hæddini til fabrikkin »Okkara« varð bygd uppi á Hálsi í 1938. Nú eigur Tórshavnar kommuna ognirnar hjá maj- arínum. Tey eldru minnast Vaska- ríið í niðaru hædd, Reins- aríið í ovaru og Fjøðurreins- aríið á loftinum. Nú er so liðugt, tí Maria heldur, at hon nú skal taka sær meira av løttum. Seinast hon skifti árstal, bleiv hon 80 - tað var í mai. Maria hevur sanniliga ver- ið ágrýtin. Hon hevur eisini havt evnini at endurnýggja virki sítt. Í 70‘unum skifti hon út til nýggjar reinsi- maskinur, og so gekk tað sum smurt í mong ár. Maria Olsen hevur nógv gott at bera bæði leiðslu og starvsfólki hjá Thorshavns Mælkeforsýning og Margar- inefabrikk. – Tey vóru øll so ómeta- liga fitt og hjartagóð øll somul - og eg havi so nógv gott at bera teimum, sigur Maria. Tað eru mong, sum hava lagt leiðina inn á Reinsaríið gjøgnum árini við blettutum og rukkutum klæðum, og hava fingið pløggini aftur, snøgg og snotulig, sum bara Maria kundi gera tað. Tað verður nú ein stórur saknur nú Reinsaríið í Tórsgøtu ikki er meira. Maria Olsen hevur nú læst hurðina á Reinsarí- num fyri seinastu ferð Mynd: Jens Kristian Vang Hon byrjaði sum feriuavloysari. Fekk síðani boðið starv - og seinni varð hon biðin um at taka yvir Reinsaríið hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrikk. 80 ára gamla Maria Olsen hevur nú latið aftur Mynd: Jens Kristian Vang