fríggjadagur 4. februar 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 25 – 5. februar 2000
Eyðun Klakstein
Einir hvítbotnaðir gummiskógv-
ar standa á gólvinum framman-
fyri hillina, har smáu digitalu
videobondini rúgva upp. Z.H.
hevur eigarin skrivað í gummi-
skógvarnar, og nú standa teir
undir liðini av tveimum øðrum
pørum av skóm.
Bondini á hillunum eru upp-
tikin ymsastaðni í heiminum; í
Chile, Í Thailandi, Føroyum og
aðrastaðni.
Maðurin á lítla kontórinum er
Zacharias Hammer, og tøknin á
skriviborðinum letur ongan iva
verða um, at talan er um sjón-
varpsarbeiði.
Zacharias Hammer er sjón-
varpsmaður við ævintýrhugi,
hann var skúlalærari, men hug-
urin til tøkni og upptøkur tóku
yvir. Nú er hann ein av trumf-
unum hjá almenna føroyska
sjónvarpinum, og sendingarnar
hjá honum plaga at fáa fólk at
nikka viðurkennandi.
Hann ger sjónvarp um fólk og
náttúru, um lív á bygd, í býi og
á sjónum. Vanliga er han einsa-
mallur um sínar sendingar, men
hann sigur seg njóta gott av
hjálpini, hann fær frá fólkinum í
sjónvarpinum.
- Ein týðandi partur av lønini
hjá mær er, at fólki dámar mínar
sendingar, og at tey onkuntíð
siga við meg, at hatta var ikki so
galið, sigur Zacharias Hammer,
tá hann hevur tveitt tvey
kaffikrúss á eitt telduborð á
kontórinum.
Tveir básar longri inni á gong-
ini hevur nýggi hvalbiarprestur
sett seg við skriviborðið og trív-
ur í telefonina.
Rann aftaná drotningini
Søgan um Zacharias sum sjón-
varpsmann byrjaði fyri fleiri enn
20 árum síðani, tá Sjónvarps-
felagið fór undir at gera og
senda sendingar.
Árið var 1979, og Zacharias
Hammer, sum tá starvaðist sum
fólkaskúlalærari, hevði í fleiri ár
fingist við tøkni. Ikki til myndir,
men til ljóð. Hann var eitt av
fólkunum, sum gjørdu andaligar
sendingar fyri Evangelisku
Røddina, og hann var eisini við
til at taka fleiri bond og plátur
upp í 70’unum.
- Eg dugdi so illa at hoyra
tónleik, og tí helt eg ongantíð, at
ljóðupptøkur vóru mín sterka
síða. Eg longdist ofta eftir
myndum, og tá Sjónvarpsfelagið
fór undir at gera sendingar, fekk
eg møguleikan at gera álvara av
hesum dreymi, sigur Zacharias
Hammer.
Fyrsta sendingin, sum Zach-
arias gjørdi fyri Sjónvarpsfelag-
Ævintýrarin við
upptøkutólinum
Zacharias. Hann skræddi seg leysan úr leiklutin sum vertur í barnasendingunum. Hann
stríddist fyri at fáa fólk at taka seg í álvara, og nú nikka fólk viðurkennandi til hansara
sendingar. Zacharias Hammer er sjónvarpsmaðurin við ævintýrhuginum
’’
»Eg havi vaskað upp fyri
mínar sendingar.«
Mynd: Jens Kristian Vang
Nr. 25 – 5. februar 2000
17
ið, var ein sending um og við
M.C. Restorff, sum stutt framm-
anundan hevði gjørt eina plátu.
Tá fekk Zacharias so møguleik-
an at seta myndir til tónleikin,
sum hann ongantíð helt seg
dugað so væl at lurta eftir.
- Eg kendi meg beinanvegin á
heimavølli við myndum, sigur
Zacharias, og hann kann prógva
tann pástandin við, at síðani
hevur hann hevur fingist meira
við at gera upptøkur enn nakað
annað.
1. apríl í 1984 fór Sjónvarp
Føroya undir at senda, og
Zacharias Hammer var knýttur
at SvF frá byrjan. Tað var
táverandi stjórin, Jógvan
Asbjørn Skaale, sum bæð
Zacharias um at hjálpa teimum.
Í mai mánaði sama ár fekk
Zacharias sína fyrstu veruligu
uppgávu fyri SvF. Hann skuldi
einsamallur renna aftaná donsku
drotningini, sum var her og
vitjaði, og hesi minni fáa hann
at flenna.
- Eg fekk mær frí frá skúla-
num, og so royndi eg at fylgja
við saman við professionellum
donskum sjónvarpsmonnum. Eg
royndi at troka fyri at fáa røttu
myndirnar, og allatíðina skuldi
eg greiða hyggjarunum frá, hvat
ið hendi. Tað kundi viðhvørt
verða trupult, greiðir hann frá.
Treivst ikki sum
hejta hjá børnunum
Zacharias Hammer fekk sítt
stóra fólksliga gjøgnumbrot, tá
hann fór at gera barnasendingar.
1. august 1984 var hann mill-
um fyrstu fólkini, sum vóru sett
í starv í SvF, og hann fekk
ábyrgdina av at gera føroyskt
tilfar til børnini.
Næstu sjey árini vóru tað
barnasendingarnar, sum meira
enn nakað annað, vóru tvinnaðar
saman við persónin Zacharias
Hammer.
- Vit gjørdu barnasendingar í
føroyskum stíli. Vit uppfunnu
Dólgarnar, Giu og Græna, og
fólk vóru góð við sendingarnar.
Tað haldi eg komst av, at send-
ingarnar høvdu eina sál, sigur
Zacharias.
Dólgarnir vóru tað stóra
nummarið fittan part av 80-
unum, og av onkrum flakavirki í
landinum frættist, at fólkið vildi
ikki arbeiða yvir, tí tey skuldu
heim at hyggja at Dólgunum.
Føroyskt sjónvarp var óskyld-
uigt og forkunnugt, og føroysku
hyggjararnir vóru spentir.
Zacharias Hammer heldur, at
hann gjørdi ov nógv av í roynd-
ini at undirhalda føroysku børn-
ini.
- Tað er eitt mark millum at
verða professionellur og fják-
utur, og eg fór stundum um tað
markið, tá eg gjørdi sendingar til
børnini. Eg útleveraði meg ov
nógv. Tá tað eydnaðist varð tað
stuttligt, men eg sat ofta eftir við
kensluni av, at hatta var heilt
einfalt ov fjákut, sigur hann.
Fjákutur ella ikki. Zacharias
gjørdist idol hjá føroysku børnu-
num. Onkuntíð kundi tað spyrj-
ast merkisverdar støður burtur
úr, tá hann var úti um landið í
arbeiðsørindum fyri SvF.
- Einu ferðina fóru vit til
Klaksvíkar at gera upptøkur frá
eini móttøku fyri Ova Joensen.
Tá vóru tað meg, børnini vildu
síggja, og tað gjørdi arbeiðs-
umstøðurnar eitt sindur truplar.
Sama skilið var, tá eg fór til
Sumba við Vígdis Finnboga-
dóttir. Tá komu børnini stórleyp-
andi ímóti mær.
- Tað kendist bæði væl og illa.
Mær dámdi ikki at verða tilbiðin
soleiðis. Tað vóru sett krøv til
mín um, at eg skuldi verða ein
fyrimynd fyri børnini, og eg
skuldi skikka mær væl. Eg
kundi ikki gera alt og fara alla-
staðni, men eg legði líka í hesi
krøv. Eg vildi ikki verða hendan
fullkomna fyrimyndin, so eg
royndi at skræða meg leysan frá
tí.
- Eg royndi at liva sum øll
onnur fólk, fór har, eg kanska
ikki skuldi fara, og gjørdi tað,
sum eg helst ikki skuldi gera.
Alt hetta kostaði persónliga,
sigur Zacharias Hammer.
Marruna av upptøkum
Í 1991 segði Zacharias farvæl til
børnini. Eftir sjey ár við ábyrgd-
ini av barnasendingunum, var
tað blivið ovmikið.
- Eg var útbrendur, og tí helt
eg, at nýggj fólk skuldu sleppa
fram at. Eg vildi ikki hava
ábyrgdina longur, og eg vildi
eisini sleppa av við mín leiklut
sum vertur hjá børnunum, sigur
Zacharias.
- Men eg mátti í fleiri ár stríð-
ast fyri at sleppa av mína fortíð í
barnasendingunum, og eg haldi,
at fólk høvdu trupult við at taka
meg í álvara, tá eg fór at gera
tilfar til tey vaksnu.
Zacharias fór undir at gera
sunnukvøldssending, sum fekk
navnið Manna millum, og hann
ferðast til Svínoyar at tosa um
grýlur og til Porkeris at tosa um
huldufólk.
Sendingin var ein mentasend-
ing, men tað var ikki tað slagið
av mentan, sum vanliga verður
metta at hoyra heima í Norður-
landshúsinum. Sendingarnar
snúðu seg um fólk, og tað, tey
vistu at siga frá ella høvdu upp-
livað.
Fyrst í 90’unum fór Zacharias
eisini undir at gera tær sending-
arnar, sum hava eyðkent hansara
yrkisleið seinnu árini. Náttúru-
sendingarnar við fólki, djóralívi
og práti. Og royndirnar frá
barnasendingunum hava lært
hann nakað.
- Nú royni eg altíð at klippa
meg sjálvan burtur úr sending-
unum. Eg skal hava leiklutin
aftanfyri upptøkutólið, meðan
tað eru fólkini í sendingini, sum
skulu sleppa at tosa, sigur hann.
Zacharias hevur gjørt náttúru-
sendingar ymsastaðni í Føroyum
- í Mykinesi, í Vágum, norð-
oyggjum og aðrastaðni.
- Tað hevði verið ógjørligt at
gjørt hesar sendingar, um vit
ikki høvdu fingið alla ta hjálp,
vit hava fingið, ókeypis. Bátar
hava bíðað, fólk hava borið
útgerð og hjálpt til, og um vit
skuldu havt goldið fyri alla hesa
hjálp, hevði tað ikki borið til hjá
SvF at gjørt hesar sendingar.
- Útlendsk sjónvarpslið hava
verið í Føroyum og gjørt send-
ingar fyri nógvar pengar, meðan
vit samstundis hava gjørt líkn-
andi sendingar fyri lítið og lætt,
sigur Zacharias.
Í arbeiðnum við náttúrusend-
ingunum hevur Zacharias hingið
í línu, klatrað í fjøllunum og
staðið uttarliga á eggini fyri fáa
upptøkur.
- Eg er ikki serliga djarvur,
men ynskið um at fáa akkurát ta
røttu myndina hevur ofta fingið
meg at leggja nógv fyri. Og tá tú
hongur í eini línu er bara eitt at
gera, og tað er at líta á línuna og
fólkið sum er við.
- Eg havi onkuntíð havt marr-
una av, at eg havi gjørt upptøkur
uttarliga á eggini. Tá eg standi
soleiðis og hyggi í upptøkutólið,
kann tað verða trupult at halda
balansuna, men enn er tað bara
komið fyri í dreyminum, at eg
anum Gilstón.
- Ætlanin hjá mær við hesi
røðini er at koma umborð á
skipini, koma inn um stálið og
fáa sjómenninar við í sending-
ina. Tað skal ikki bara verða ein
sending við árstølum og upplýs-
ingum, tað skal verða ein send-
ing við eini sál, tí annars riggar
tað ikki. Eg royni at lýsa lívið
umborð, bæði upp á gott og ilt,
sigur hann.
Stutt fyri jól í 1996 fór Zach-
arias við Gilstón til Eysturgrøn-
lands, og í februar árið eftir varð
leiðin løgd til New Foundland.
- 16 mans vóru við Gilstón og
upptøkutólið hjá mær gjørdist
17. maður. Eg fekk ómetaliga
nógv burtur hesum túrunum, og
kom rættiliga inn á lívið á hes-
um monnum. Upptøkutólið
slapp allastaðni umborð, og ofta
brúkti eg frívaktirnar til at gera
upptøkur, greiðir hann frá.
- Ofta leikaði eg í fyri at fáa
upptøkur, rann runt við upptøku-
tólinum og tá vit lógu fastir í
ísinum, vóru nógvar góðar
myndir at fáa.
Umframt at gera umtøkur
umborð á Gilstón, var Zacharias
eisini umborð á øðrum skipum á
eftir nýggjari og framkomnari
tøkni.
- Tá vit byrjaðu í SvF í 1984
høvdu vit framkomna útgerð.
Aðrastaðni brúktu tey filmsupp-
tøkutól, meðan vit keyptu video-
útgerð, sum tey rundan um okk-
um eisini skiftu til aftaná. Tað er
týdningarmikið, at Sjónvarpið
hevur møguleikan at keypa
nýggja útgerð, tí gera vit ikki
tað, verða vit afturúrsigld, held-
ur Zacharias.
Hóast nýggja útgerðin gerst
alsamt betri og bíligar óttast
Zacharias ikki fyri menningini,
nú ein og hvør, sum hevur hug
til tað, kann gera sjónvarp.
- Tað hjálpir ikki at hava ein
góðan penn, um tú ikki dugir at
skriva. Soleiðis er eisini við
sjónvarpið. Tað er ikki nóg mik-
ið við útgerðini, tú mást eisini
duga at taka upp, at seta saman
og gera sendingar.
- Men tøknin er ein stór hjálp,
tí hon lættir so nógv um arbeiðið
at gera sendingar. Møguleikarnir
fyri at seta saman og broyta eru
heilt aðrir í dag, enn teir vóru
fyrr.
Starvsfelagarnir í SvF fáa gott
skoðsmál frá Zachariasi, men
hann sigur seg kenna til, at onk-
ur kundi hugsað sær at fingið
eins fríar teymar til at gera send-
ingar, sum hann hevur.
- Til tað plagi eg at siga, at eg
havi vaskað upp fyri mínar
sendingar, sigur Zacharias og
sipar til, at tá hann hevur verið
til sjós, hevur hann altið verið
partur av manningini umborð.
Zacharias hevur mangan
fingið fólk at renna fyri seg, tá
hann hevur gjørt upptøkur. Hann
hevur peikað og forklárað fyri at
fáa upptøkurnar at rigga, og tá
myndir skulu takast av honum
eftir samrøðuna, er hann til reið-
ar til hvat tað skal verða. Hann
kann ikki annað enn siga ja,
heldur hann.
Myndin skal verða av honum í
sambandi við eitt skip. Upptøku-
tólið skal hann hava í hondini,
og so eru tað teir hvítbotnaðu
gummiskógvarnir. Teir skulu
eisini við.
Hann skal seta seg á ein pull-
art, og lyfta beinið upp, lata
okkum síggja hvíta botnin.
– Ansa eftir tú ikki fert á
bláman.
Klikk!
’’
»Tað vóru sett krøv til mín um, at eg skuldi verða
ein fyrimynd fyri børnini, men eg legði líka í hesi
krøv, og eg royndi at skræða meg leysan frá
teimum.«
’’
»Eg havi onkuntíð havt marruna av, at eg havi gjørt
upptøkur uttarliga á eggini.«
eri farin út av.
- Tá eg seti meg at klippa
sendingarnar, finni eg við hvørt
út av, at onkrar av myndunum,
sum eg havi gjørt nógv fyri at
fáa í kassan, als ikki hóska til
heildina. Tað er hart at lata hesar
myndirnar fara, men tað er ein
lítil troyst í, at eg leggi tær í
savnið, so tær kanska koma til
góðar eina ferð seinni.
Broytti hugsan um sjómenn
Næsta sendirøðin hjá Zacharias
kemur í kjalarvørrinum á send-
ingunum um sjóferðirnar til
Thailands, Grønlands og úr
Chili.
Zacharias arbeiðir í løtuni við
eini røð um føroysku rækjusøg-
una, og í tí sambandinum brúkti
hann 9 mánaðir umborð á trolar-
leiðini.
- Túrarnir góvu mær eina heilt
aðra mynd av sjómonnum. For-
dómarnir hjá mær vóru allir
mótprógvaðir, tá eg kom um-
borð á Gilstón. Hetta vóru ungir
og raskir menn, sum vóru ó-
metaliga hjálpsamir.
Upptøkurnar, sum Zacharias
gjørdu á túrunum til Eystur-
grønlands og New Foundland,
eru týðandi partur av tilfarinum í
sendingunum um rækjusøguna.
Teir hvítbotnaðu skulu við
Hóast Zacharias er gamal í faki-
num, hevur hann allatíðina roynt
at fylgja við menningini av
tøknini. Hann fór sum ein tann
fyrsti í SvF undir at gera send-
ingar á teldu, tá hesin møguleik-
in kom, og hann bíðar spentur
Mynd: Jens Kristian Vang