Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2006  – Tað var ein rørandi móttøka, sum eg fekk her í dag. Hóast man er blivin 65, so hevur man kortini følilsir, sigur Hans Hansen, flogskipari. Flogskiparin Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Loftrúmið: Tað eru ikki smá­­vegis túrar sum Hans hevur flogið millum Føroyar og Danmark. Í roynd og veru eru teir um 3500 – sagt og skrivað: trýtúsundogfimhundrað! – í tali. Neyvan man nakar annar hava gjørt honum hetta eft­ir higar til dags. Men í At­lantsflogi eru nógvir ungir flogskiparar, sum lættliga kunnu náa uppá eins nógvar túsundtals túrar og tímar. Tað kundi tí neyvan undra nakran, at nú Hans gevst sum flogskipari hjá Atlantsflogi so átti tað at markerast við lít. Tað byrjaði longu gjára­ morgunin, tá flogfarið hjá Atlantsflogi lendi í Keyp­ mannahavn. Tá teir nærkastu gate’ni stóðu sløkkiliðsbilar fyri flogfarinum og oystu tað undir í vatni sum eitt heið­ ursportur. Hetta sama hendi eisini í Vágum í gjár, tá Hans lendi við flogfarinum nak­rar fá­ar minuttir í tvey. Sama heiður hevði hesin mað­urin uppiborið eisini á heima­ vølli. Flogfarið setti seg og Hans hevði flogið sín seinasta túr við ferðafólki fyri Atlants­ flog. Í gjár kundi Hans flyta ferðafólk fyri Atlantsflog. Í dag var hann vorðin ov gam­al til hetta, hóast ungur í sinni. Hann hevur tó ongar ætl­ anir um at gevast at flúgva. Nú verða tað so ikki ferða­ fólk, men flogfør við øðrum farmi. Vemodig móttøka Sjálvur tekur Hans tað sera róliga, nú hann gevst sum flog­skipari hjá Atlantsflogi. Útkomin úr flogfarinum í gjár stóðu bæði stjóri og starvsfólk hjá Atlantsflogi, umframt onnur starvsfólk við flogvøllin fyri honum á breytini. Øll ynsktu tey at heiðra henda mannin, sum øll hava so gott at bera og nógv at takka fyri. At flúgva henda seinasta túrin úr Keypmannahavn í Vágar, – jú tað hevði verið ein serstøk uppliving. – Skal eg siga tær akkurát sum tað var, so var tað eitt sindur vemodigt. Eitt sindur spesielt!, sigur Hans. Fyrst fekk hann eina mót­ tøku í Keypmannahavn, og síðani eina stórfingna mót­ tøku á heimavøllinum. – Nei, tað hevði eg als ikki væntað. Tá ein upplivir slíkt, so kann ikki umgangast at ein blívur eitt sindur rørdur. – Sjálvt um man er blivin 65, so kann man hava følils­ ini í ordan fyri tað, sigur hann. Egið flogfar Hóast Hans hevur havt full­ tíðarstarv sum flogskipari hjá Atlantsflogi, so hevur flog­ ferðsla eisini tikið ein stóran part av frítíð hansara. Sangurin aðrastaðni á síð­uni vísir eisini á henda áhuga, og á áhuga hansara fyri haruskjóting. Veruleikin er, at Hans hev­ ur eitt annað lítið flogfar, sum hann hevur gjørt nógv brúk av. Hinvegin so er hann ikki sleptur uppá fjall av At­lants­ flogi. – Eg skal ein túr yvir til USA eftir einum flogfari, sum vit skulu hava hagani. – Eg skal sjálvur flúgva tað heim, sigur Hans. Hetta verður seinnapartin í apríl mánaði. Annars hevur Hans ætl­an­ ir um at fara til Noregs at flúgva við einum smærri flog­fari, sum skal gera land­ mátingar og annað arbeiði í tí sambandinum. Hetta verð­ ur einaferð í summar. – Og so fari eg sjálvandi eisini at flúgva nógv við mín­um egna flogfari, sigur Hans. Sorgblíður túrur í Vágar Alt hann átti á fold var ein Cessna Á samkomuni í gjár varð hesin sangurin framborin sum ein serstøk heilsan til Hans Hansen. Lagið er “Alt hann átti á fold var ein koyggja”. Alt hann átti át fold var ein cessna og hann føldi seg heima umborð. Hann var gamal, men kendi seg ungan Men hann teskar tó enn hesi orð: Niðurlag: Leið meg einaferð enn fram í klivan Lat meg ganga ta seinastu vakt. Lat meg stýra tann seinasta “leggin” Inntil flogvøllin eg havi rakt. Havi flogið við høgum og lágum havi buldrast í ódn og í logn havi “sæð” sjálvt í tjúkkasta mjørka hvat ið Esther í ovn hevur koyrt. Tá ein fríløta er man eg fara út at skjóta, tað dámar mær væl tá er “farligt” at vera ein hara Luffa døgurðan frá mær fáa skal. Tá mín schedule er komin at enda og mítt tørn til at stýra er av fari eg eina yacht mær at keypa og so út á tað brúsandi hav. Hondbólts­ veitsla og nógvur tónleikur í Manhattan og Cippo VEITSLA Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Føroyskir slagarir, hond­ bóltsløg, ítróttarløg og DJ-show eru á skránni leygarkvøldið, tá Cippo og Manhattan skipa fyri ávíkavist livandi tónleiki og ítróttarveitslu Leygarkvøldið skipar Cippo fyri ítróttarveitslu í sambandi við, at Lands­ kappingin í hondbólti er við at enda. ”Vit skipaðu fyri ein­ ari fótbóltsveitslu fyri nøkrum vikum síð­ani í sambandi við innan­dura­ kappingina. Tað tiltakið eydnaðist so mikið væl, at vit hildu tað vera upplagt at gera eitt líknandi tiltak fyri hondbóltin”, sigur Rúni Djurhuus, ið rekur ítróttarcaféina í Havn. Hann leggur afturat, at veitslan er fyri øll og ikki bert fyri ítróttarfólk. Men tey, ið vitja staðið leygarkvøldið, kunnu tó vænta at hoyra nak­rar hond­bólts- og ítróttar­ sangir frá DJ Tummix, ið stendur fyri tónleikinum eftir midnátt. Fløguaktuelli Rókur leggur fyri Rókur Jakobsen gevur fríggjadagin fyrstu fløgu sína sum einstaklingur út, og tað hevur eydnast Manhattan at fáa hann, at undirhalda við egnum og annans løgum. leyg­ar­ kvøldið. Tiltakið í Man­ hattan og Cippo byrjar klokkan 21. Fríggjakvøldið skipar Manhattan fyri kafékvøldi við Ronnie og Sámal. Tað byrjar klokkan 21. Aftan á livandi tónleikin fríggjakvøldið tekur Dj 150 yvir í Cippo. 2 ár til hjálpar­ læknar Fíggjarmálaráðið hevur gjørt 2-ára sáttmála við Hjálp­ar­læknaráð Føroya. Karmurin er tann sami sum hjá hinum feløgunum, sum hava gjørt 2-ára sáttmála. Lønin hækkar 0,9% fyrra árið og 1,7% seinna árið. Aðrar broytingar eru ikki gjørdar, verður at enda sagt í tíðindaskrivi. -mørk Tikið varð ímóti við vatnkanónum, tá flogfarið hevði sett seg