Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 59 - 23. mars 2006 Tað eru skjótt 15 ár síðani, at føroyska oljutilgongdin varð sett út í kortið. Veruliga byrjanin var undirskrivingin av undirgrundaravtaluni fyrst í 90-unum. Eftir tað gekk tað so slag í slag. Ráðleggingarnevnd varð sett at seta upp karmarnar fyri eini komani oljutilgongd og somuleiðis fylla teir út. Føroysk oljulóggáva varð sett niður á pappír og farið varð undir at gera fyrstu miðvísu seismisku kanningarnar av føroysku undirgrundini við tí fyri eygað at kunna bjóða øki út til oljuleiting. Í kjalarvørrinum á hesi gongd varð so farið undir torføru samráðingarnar við bretar um at áseta eitt undirgrundarmark. Tá avtala varð gjørd um miðlinju varð av álvara givið grønt ljós fyri eini ítøkiligari tilgongd og vórðu fyrstu leitiloyvini latin í 2000. Í dag skriva vit 2006 og eru vit við enn eitt vegamót, nú vit skulu til at seta borin í basaltið, sum møguliga fjalir føroysku oljuna. Í øllum hesum útviklinginum hevur tað verið ein greið støða, at Føroyar og føroyingar skulu hava sum mest burtur úr eini oljuvinnu men eisini tilgongdini til eina veruliga oljuvinnu. Vit kenna krøvini um keikantin og um at brúka føroyskar vørur og tænastur. Enn eitt týðandi stig á hesi leið er í víðari merking at kunna brúka føroyska arbeiðsmegi í hesum útviklingi. Tað er so eisini andin í føroysku lóggávuni. Nakað annað er so, hvat bæði oljufeløg og myndugleikar vilja og gera. Tað stendur teimum sjálvandi frítt at velja út síni fólk. Tað er tó sera týdningarmikið fyri bæði verandi gongd og framtíðina, skulu Føroyar gerast ein virkin oljutjóð, at okkara egnu fólk eru við til at manna størvini á øllum stigum. Men her ikki minst týðandi lyklastørv. Tí er tað kærkomið at hoyra, at fyristøðufelagið Statoil í komandi boring á landgrunninum leggur seg eftir at seta føroy­ingar í lyklastørv. Eitt nú síggja vit, at leiðandi boriverkfrøðingurin í sambandi við hesa sera krevjandi og týðandi boring er føroyingur. Eisini hevur felagið sett dugnaligan føroying til at taka sær av øllum tí stóra og krevjandi fíggjarliga partinum av virkseminum, nakað, sum fyrr hevur ligið hjá fakfólki í øðrum londum. Hetta má sigast at vera rætta leiðin at ganga, skulu vit gera okkum tankar um at vera við til at mynda og forma eina framtíðar oljuvinnu. Hóast vit koma 25-30 ár seinni í gongd enn norðmenn, so hava vit tó tann fyrimun at kunna læra av teirra mistøkum og royndum. Tá oljan varð funnin har varð Noreg invaderað av amerikonskum serfrøðingum, sum tóku sær av einum og øllum. Tað er hetta liðið, sum vit í ávísan mun vilja leypa um og heldur beinanvegin lata okkara egnu útbúnu fólk sleppa at royna seg – fáa avbjóðingar og kunnu gera sínar egnu royndir. At føroyingar, sum Statoilstjórin so rámandi segði við Vinnu­ síð­urnar herfyri, koma at sita báðumegin borðið fer at vera ein fyrimunur bæði fyri oljufeløgini og myndugleikarnar. Tí skal tað vera okkara vón, at bæði feløg og myndugleikar gera sítt til at ávirka gongdina henda vegin, og tað er so í fyrsta lagi at útbúgva okkara egnu fólk til at manna eisini tey týðandi størvini í eini komandi oljuvinnu. Og eisini her hava oljufeløgini ein týðandi leiklut, tá tey stuðla og lata dyrnar upp fyri fólkum at útbúgva seg og royna seg. Alt í alt ein skilagóð tilgongd og vinnarastøða fyri allar partar. DAGSINS MEINING Sosialurin Føroyingar báðumegin borðið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Tøl eru takksom. Striku­ myndir ikki minni. Og tekur ein bara tær fyritreytirnar við, ið peika rætta vegin, er takksemið nærum óav­ mark­að. Dømi um hetta eru striku­myndirnar yvir “skatta­ trýstið” seinastu 12 árini, sum landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen hevði í bløðunum í vikuni. “Endamálið” við strikumyndini var at vísa, at skattatrýstið á nakrar út­valdar lønarbólkar var lækkað munandi seinastu tvey árini. Manglandi og skeivar fyritreytir L a n d s s t ý r i s m a ð u r i n gloymdi tó at taka nakrar av­ger­andi fyritreytir við í útrokn­­ing­arnar. Líkt er eis­ ini til, at onkur fyritreyt ikki er heilt røtt. Manglandi fyritreytirnar eru tey sosialu gjøldini: Barsilsskipanin, Ar­beiðsloysisskipanin og Sam­haldsfasti. Skeivu fyri­ treyt­irnar eru miðal komm­ unu­skattaprosentið. Sosialu gjøldini eru skattir Sosialu gjøldini eru ikki við í útrokningunum, hóast tey eru at líkna við skatt­ ir. Gjøldini eru “kravd, og løntakarin fær ikki tilsvar­ andi gjald aftur”, og tað er í stuttum definisjónin upp á ein inntøkuskatt. Hækkingin í gjøldunum var 0,62% í 2006. Frá 2,00 í 2005 til 2,62% í 2006. Vekta miðal kommunu­ skattaprosent Landsstýrismaðurin brúkar eitt miðal kommunu­skatta­ prosent upp á 20, men tað er neyvan rætt. Rættari er brúka ta – í mun til fólkatalið í hvørjari kommunu – vektaða miðalskattaprosentið. Hetta hækkaði 1,00% frá 2005 til 2006. Úr 19,61 til 20,61%. Fiskavirkisskattatrýstið hækka Niðanfyri sæst sama striku­ mynd, men nú við sosial­um gjøldum og røttum miðal­ skattaprosentum. Hjá fiska­ virkisfólkum er talan um eina hækking, meðan at kalla eingin broyting er hjá aka­demikarum. Hjá starvs­ monnum, hand­verkarum og verka­fólkum er talan um eina lítla lækking í skatta­trýst­in­ um – treyðugt so, tá man letur 60 mió kr í skattalætta uttan atlit at fíggjarlógini annars. Lækkingin er tó langt frá so stór, sum strikumyndin hjá Bárði vil vísir. Sí grafin Marginalskattamarkið, lønarhækkingar og avgjøld Tað er ikki skeivt at ar­beiða við at lækka margi­nal­­skatta­ markið. Tað tyk­ist bara ikki heilt rætt, um ein ikki tek­ur allar fyri­­treyt­ir við, tá gongdin í “skatta­trýst­ inum” verður lýst. Und­an­ farna samgonga byrj­aði uppá arbeiðið at lækka margi­nal­skattin, men virkn­ aðurin sást ikki á sama hátt sum nú. Kanska serliga tí, at sitandi samgonga megnaði at fáa fakfeløgini til at halda fullkomuliga aftur við krøvum um lønarhækking - við tílvísing til, at búskapurin og kappingarførið skuldi vera so illa fyri. Slíkar “gávur” frá fakfeløgunum komu ikki upp á tal undir undanfarnu samgongu. Løgið nokk!? At enda kundi ein eisini hugt eftir, hvussu avgjøld á vørur og tænastur, so sum hækkingin av vegskattinum, ávirka samlaða “skatta- og avgjaldstrýstið”. Men lat tað fara í hesum umfari. Ófullfíggjað lýsing av skattatrýstinum Hoyvík Niels Juel Arge