hósdagur 23. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
11
Hvønn sunnudag í nógv
Harrans ár millum klokkan
13.40 og 14.00 hevur Janus
Mohr ríkað okkum lurtarar
við frálíkari sending við
føroyskum sangum. Ein
av tryggu hornasteinunum
í vikuskránni hjá Útvarpi
Føroya.
Men 1. apríl tagnaði ser
liga røddin úr Hoyvík, mað
urin er farin frá fyri aldur.
Sendingin
Føroyskir
sangir sunnudag var serlig,
sjálvt um hon ikki var longri
enn tjúgu minuttir. Janus
hevði altíð innleiðandi við
merkingar um náttúruna,
serligar dagar í vikuni,
stevnurnar, føðingardagar
hjá føroyskum skaldum og
ymiskt annað, hann nú kundi
finna uppá í sendingini.
Dýrabærir skattir eru
goymdir í Sortudýki. Skatt
irnir eru teir hundraðtals
føroysku sangirnir Útvarp
Føroya hevur ognað sær,
síðani tað sendi fyrstu ferð
í 1956.
Janus Mohr og onnur hava
ferðast kring landið og tikið
upp føroysku sangirnar, tað
veri seg einræddaðir sangir
ella kórsangir av ymiskum
slag. Rúgvismikla tilfarið
er størsti og tyngsti horna
steinurin í Útvarpi Føroya.
Sendingin
Føroyskir
sangir, sum Janus Mohr
meistarliga legði til rættis,
hevði rætta plássið í skránni.
Sunnudagur og fólk flest
høvdu frí. Summi høvdu etið
døgurða og onnur vóru við
at setast til borðs.
Føroysku sangirnir og
røddin hjá Janusi fingu
tankarnar at sveima, tí hvør
sangur, Janus valdi til send
ingina, hevði altíð ávísan
boðskap. Tú mestsum steðg
aði upp og tók samanum
hesa løtuna.
Janus Mohr, takk fyri frá
líkar sendingar við føroysk
um sangum. Útvarp Føroya
er nú eina frálíka sending
fátækari.
VIÐMERKINGAR
Saknur í Janusi Mohr
Vagnur
Michelsen
Norðstreymoyar
Tjóðveldisfelag
hevur ársaðalfund fríggjadagin tann 24. mars kl.
20.00 í Bjargingarfelagshúsinum í Kollafirði.
Nevndin
Tíðindaskriv
frá Sambandsflokkinum
Á tingfundinum miku
dagin setti Marjus Dam,
løgtingsmaður, ein munn
ligan fyrispurning til
Jacob Vestergaard, lands
stýrismann viðvíkjandi
oljuflutningi til útoyggjar.
Marjus Dam spurdi, um
landsstýrismaðurin ætlar
at taka stig til, at olju
flutningur til útoyggjar
verður fingin í eina legu,
ið hoyrir nútíðini til.
Marjus Dam vísti í
viðmerkingunum til fyri
spurningin á, at oljuflutn
ingur til útoyggjar fer á
okkara døgum fram við
oljutunnum. “Hundraðtals
oljutunnur skulu flytast
til og frá útoyggj, upp og
niður til lendingar, og upp
og niður frá traktorum”.
Hann vísti á, at harafturat
hoyrist, at í mong ár hava
útoyggjafólk goldið ein
hægri prís fyri hesa nógv
verri tænastu”. Ein fylgja
av hesum er, at rættiliga
nógvar oljutunnur enda á
havinum, ikki tómar fyri
olju.
“Eg meti, at tíðin nú er
komin til, at oljuflutningur
til útoyggjar verður fingin á
eitt støði, ið hoyrir nútíðini
til, og at landsstýrismaðurin
ið varðar av hesum máli,
tekur stig til, at hesin
flutningur verður fingin í
rættlag – til ein kostnað, ið
er eins fyri allar borgarar
her á landi”, segði Marjus
Dam.
Í svarinum játtaði lands
stýrismaðurin, at nakað
ítøkiligt fór at verða gjørt
við málið. Marjus Dam
fýltist á, at hetta mál
ikki er loyst fyri langari
tíð síðan. Hann takkaði
landsstýrismanninum fyri
svarið og vónaði, at málið
bleiv loyst. Um ikki fór lóg
aruppskot um hetta at verða
lagt fyri Føroya Løgting í
heyst.
Tíðin er farin frá
oljutunnum á útoyggj
Fyritøkan, Fonn Flog,
sum húsast í bygn
inginum oman fyri
Statoil í Saltangará og
handilin, Trend Floor,
sum selir klæðir, hava
verið noyddir at lata
aftur, tá ið roykurin
hevur verið ringastur
Roykur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í greinini á blaðsíðu fýra
í dag tosa vit við stjóran í
Statoil, Niels Juel Nattestad,
um tað arbeiði, sum felagið
í løtuni ger við at finna út
av, um møguligur oljuroykur
í grannalagnum við Statoil
í Saltangará kann stava frá
onkrum leka í tangum ella
leiðingum, sum felagið hev
ur inni á sínum øki.
Tað er serliga á ávísari ætt,
at Fonn Flog, Trend Floor
og Com-Data hava varnast
royk, sum hildin verður at
vera oljuroykur.
– Onkran dag á høgætt hev
ur hetta verið ein rættiligur
trupulleiki, sigur Leivur
Fonn, stjóri á Fonn Flog.
Stongdu hølini
Hann vísir á, at tey hava verið
noydd at lata skrivstovuna
aftur – bæði tí, at starvsfólkið
ikki hevur orkað at verið í
hølunum og tí, at tey, sum
koma inn á gólvið, partvís
eru vend útaftur eftir, at tey
hava kent hendan roykin í
næsarnar.
– Vit vita ikki, hvaðani
hesin roykur stavar, og vit
vita heldur ikki rættiliga, hvat
hetta er fyri ein roykur. Men
hann minnir um oljuroyk,
leggur hann aftrat.
Leivur sigur, at Arbeiðs
eftirlitið hevur verið á stað
num og gjørt sínar kann
ingar, men hann sigur seg
hava skilt, at júst hendan
dagin var roykurin ikki av
tí ringasta.
– Sum eg havi skilt, hevur
roykurin á ávísari ætt serliga
gjørt um seg í hølunum hjá
okkum, hølunum hjá Trend
Floor og í hølunum hjá
Com-Data.
Stjórin fegnast
Leivur sigur, at tey hildu í
fyrstani, at roykurin kanska
kundi stava frá onkrum av
veskunum, sum AWJ brúkar
í sínum arbeiði, men so er
ikki.
– Sum eg havi skilt, hevur
AWJ ikki havt teir stóru
trupulleikarnar við royki,
leggur hann aftrat.
Stjórin í Fonn Flog sigur
seg vóna, at trupulleikin
skjótt verður loystur, og
hann sigur seg fegnast um,
at Statoil nú er farið at leita
eftir, um roykurin møguliga
stavar haðani.
– Vit hava hugt at øllum,
sum møguliga kundi verið
ein orsøk til roykin, men
duga ikki at síggja – ella
lukta, at roykurin stavar her
úr húsunum, sigur Leivur
Fonn.
Lesið grein á s. 4
Fyritøkur í Saltangará
stongdar av oljuroyki
– Vit hava verið noydd at lata skrivstovuna aftur – bæði tí, at starvsfólkið ikki hevur orkað at verið í hølunum fyri royki og tí, at
tey, sum koma inn á gólvið, partvís eru vend útaftur eftir, at tey hava kent hendan roykin í næsarnar, sigur Leivur Fonn, stjóri í
Fonn Flog
Mynd: Vilmund Jacobsen