Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 59 - 23. mars 2006 Stórur materiellur skaði stóðst av eldinum, sum í gjárkvøldið kyknaði í handilsbygninginum hjá Bærendsen Teknik á Trongisvági. Eldsbruni Um klokkan seks í gjárkvøldið vórðu boð send eftir sløkkiliðnum á Tvøroyri, tí eldur var kyknaður í handilsbygningin hjá Bærendsen Teknik í Trongisvági. Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og sløkkti eldin skjótt og væl: – Tað var tó neyðugt at bróta takið upp fyri at sleppa til, sigur Oddur Dimon, brandmeistari á Tvøroyri. Eldurin í bygninginum hjá Bærendsen Teknik kyknaði á loftinum, har handilin hevur stóra vøru­ goymslu. Materielli skaðin á vørugoymsluni er stórur, men eisini hevur handilin í neðra fingið stóran vatn­ skaða: – Vit meta, eldurin er kykn­ aður av ravmagni á vøru­ goymsluni, leggur Oddur Dimon afturat. - horsdal Sløkkiliðið noyddist at bróta takið upp fyri at sleppa til, tá eldur kyknaði hjá Bærendsen Teknik í Trongisvági í gjárkvøldið Mynd: Lýsing Ravmagn orsøk til eldsbruna Í vikuni sýna bólk­ arnir, ið luttaka í Ungt virki sína verkætlan fram í nýggja handils­ miðdeplinum í Havn, Miðlon Skúli Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Verkætlanin Ungt virki er á hvørjum ári skipað sum ein kapping, har næmingar á Handilsskúlanum í Havn og á Kambsdali royna at skapa besta hugskotið um til eina spildurnýggja fyritøku. Bólkarnir, sum luttaka í kappingini í ár, sýna síni hugskot fram í hesi vikuni í nýggja handilsmiðdeplinum Miðlon í Havn. Nógv áhugavert er at síggja á framsýningini hjá næmingunum í handils­mið­ deplinum. Eitt nú beltir, ið eru tilevnað úr gomlum slipsum, prýðislutir, nýtt før­ oyskt sjampo og sonevndar føroyskar vísorðakøkur, ið eru sprotnar úr teimum væl­ kendu køkunum – ’fortune cookies’. Somuleiðis hava nakrir næmingar úr Hand­ ils­skúlanum á Kambsdali tilevnað eitt føroysk borð­ spæl, Landsstríð, ið minnur nógv um væl umtókta borð­ spælið Risk. – Spælibrettið er eitt land­kort av Føroyum, men annars er spælihátturin júst tann sami, sum í Risk. Vit ætla at selja spælið í summar og hava bílagt 2500 eintøk. Henda verkætlanin hevur verið spennandi, stuttlig og lærurík. Næmingarnar, Sosialurin hitti í Miðlon á miðdegi, vóru sera spentir til leygardagin, tí tá verður vinnarin av kappingini kunngjørdur. Í fjør vunnu næmingar á Kambsdali kappingina við hugskotinum til heimasíðuna www.ung.fo. Vinnarin av kappingini skal luttaka í tveimum al­tjóða kappingum: – Dansk Industri, ið verður 21.-22. apríl, og Young Enterprise Europe, sum verður seinni í summar. Risastóra tjaldið, sum varð brúkt á Summar Festivalinum í fjør, verður við aftur í ár. Eini 4000 fólk passa inn í tjaldið, har tann eini av pallunum á festivalinum verður Í fjør hevði Summar Festivalurin eitt risastórt tjald til umleið 4000 fólk. Í tjaldinum var tann eini av pallunum á festivalinum, og royndirnar við hesum vóru so góðar, at festivalurin aftur í ár fer at brúka hetta tjald, sum verður leigað úr Danmark. – Tjaldið riggaði avbera væl, og í ár ætla vit okkum at gera enn meira við ljóðumstøðurnar inni í tjaldinum, so at tónleikurin veruliga kemur til sín rætt, sigur Erik Biskopstø, sum samskipar tøknina á Summar Festivalinum. Í fjør spældu bólkar sum Eyðun & Terji, Tvey av Kamarinum, The Dreams og aðrir í tjaldinum, og fleiri av framførslunum vóru framúrskarandi góð­ ar. - horsdal Føroya størsta tjald aftur á Summar Festivalin Ungt virki á ferð – Í hvørjari køku er ein lepi við einum orðataki á, sigur Andrias Vang, ið stendur á odda fyri Vísorðakøkunum Hesin bólkurin hevur framleitt eitt nýtt borðspæl. Teir ætla at selja øll 2500 eintøkini, teir hava framleitt