hósdagur 23. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Marjun á
Krákusteini, Argir,
fer úr Landssjúkra
húskapellinum í dag
kl. 17.30 í Kirkju- og
Missiónshúsið á Argjum.
Jarðarferðin verður í
morgin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Marjun, kunnu
lata Missiónshúsinum
á Argjum eina peninga
gávu, konto í peninga
stovnunum.
Joan Højsted, fødd
Nielsen, av Eiði, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
22. mars, 53 ára gomul.
Jarðarferðin
verður
kunngjørd seinni.
Vitalis Elias Vitalis,
Klaksvík, vanliga nevnd
ur Talis í Krotugrøvuni,
andaðist í heiminum
mikudagin 22. mars, 84
ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Christians
Kirkjuni leygardagin 25.
mars, kl. 13.30.
Lisabeth Svensson,
fødd Hentze, fyrrver
andi ljósmóðir, ættað av
Sandi, andaðist í Keyp
mannahavn 22. mars, 95
ára gomul. Jarðarferðin
verður mánadagin 27.
mars kl. 11.00 úr Grøn
dalslund kirkju, Tårnvej,
Rødovre.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá góða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Petra Næss Joensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimahjálpir og heimasjúkrasystrar.
Tøkk til Sonju Klein, prest, kirkjutænarar og sangarar.
Og tøkk til tykkum, ið á annan hátt hjálptu
í sambandi við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eivind, Gunvør, Dukki og Hanna
Dagurin í morgin
24. mars. Ulrika. Teir vita ikki, hvønn hetta halginavnið
sipar til. Týska navnið Ulrikus kemur av uodal, ið er sama
orð sum óðal, rikus merkir eyður.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði maður mín,
okkara kæri pápi, abbi og verpápi
Svenning Holm Lindenskov
Nólsoy
so brádliga bleiv heimkallaður til Harran.
Tøkk til Bergur Jacobsen, prest fyri góð orð
í kapellinum á Ríkissjúkrahúsinum,
Leif Hansen fyri orgulspæl og til tykkum,
ið vóru til staðar har.
Takk til tykkum í Vanløse fyri góða hjálp.
Tøkk til Sonju Klein, prest og Rodmund í Liða
fyri troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum báðar, sum tóku so væl ímóti okkum,
tá vit komu heim til Nólsoyar aftur.
Øllum tykkum, sum ringdu og vitjaðu í heim okkara,
fyri alla hjálp frá bygdafólkinum og avbygdafólkinum,
fyri blómur og kransar og til hvønn einstakan
av tykkum í tí stóru mannfjøld, ið fylgdu honum
á hansara seinastu ferð her á fold, vilja vit veita
eina hjartans tøkk.
Má Harrin signa tykkum øll.
Bernhild,
Heinina, Elisabeth og Sólbjørg við familjum
Marjun á Krákusteini
Fødd Lamhauge
ættað úr Rituvík, búsitandi á Argjum
andaðist á Landssjúkrahúsinum
týsdagin 21. mars, 57 ára gomul.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin
23. mars klokkan 17.30 í Kirkju- og Missiónshúsið á
Argjum.
Jarðarferðin verður fríggjadagin 24. mars kl. 13.
Familjunnar vegna
Niels Eli
Tey, ið vilja minnast Marjun, kunnu lata Missiónshúsinum á
Argjum eina peningagávu, konto í peningastovnunum.
Í dag, hósdagin 23. mars,
verður Bjørn Kalsø, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, 40 ár. Bjørn er ættaður
av Syðradali á Kalsoynni, har
hann var bygdarráðsformaður,
inntil hann gjørdist lands
stýrismaður.
Foreldrini hjá Bjørn vóru
Sólmay og Stefan Kalsø.
Sólmay, fødd í 1928, var ættað
úr Søldarfirði. Foreldrini hjá
henni vóru Constance fødd
Isaksen og Georg Lund Olsen.
Hann var søldfirðingur. Hon
var fødd á Viðareiði – dóttur
Margrethu og Jacob Hendrik
Isaksen. Jacob Hendrik misti
konuna í 1920. Í 1924 giftist
hann uppaftur við Súsonnu
Olsen, og árið eftir flutti hann
til Søldarfirðar at búgva. Tá
var Constance fimtan ára
gomul.
Georg fórst við Immanuel
í 1932. Constance lærdi síð
ani til ljósmóður. Hon giftist
Óla Joensen, sum var bóndi
á Dunganum á Syðradali.
Í seinni giftuni var einki
barn. Óli datt oman á fjalli í
Húsalíð í 1947.
Sólmay giftist í 1950 við
Stefan Kalsø av Húsum, sum
festi á Dunganum á Syðra
dali. Pápi Stefan, Dánial í
Køkinum, var ættaður av
Heyggi á Húsum. Kona hans
ara, Christianna, var ættað av
Dunganum á Syðradali ella úr
sama staði, sum sonur hennara
seinni fekk festi við konu síni.
Henda Christianna var eisini
útbúgvin ljóðsmaður. Tað vil
altso siga, at báðar ommurnar
hjá Bjørn vóru ljósmøður.
Sólmay giftist í 1950 við
Stefan Kalsø av Húsum, sum
festi á Syðradali. Sólmay
og Stefan fingu fýra børn:
Gloria (1952), Óli (1954),
Dánial (1962) og Bjørn
(1966). Gloria býr í Havnini,
og dreingirnir búgva allir í
Klaksvík.
Bjørn misti mammuna
í 1973, tá ið hann var seks
ára gamalur, og pápin doyði
í november 1982.
Bjørn er skilamaður. Hann
hevur altíð havt góðan hug at
fáast við seyð, og hann var
ikki meiri enn stórur smá
drongur, tá ið hann hevði
so gott innlit í viðurskifti
og umstøður í bø og haga,
at tað varð lurtað væl eftir
honum. Frá tí at hann var
16 ára gamalur, hevur Bjørn
røkt festi á Dunganum.
Bjørn gekk frá 4. flokki
í fólkaskúla í Klaksvík.
Hann tók studentsprógv í
Hoydølum í 1986, og so
lærdi hann til húsasmið hjá
Josephsen monnunum í Klaks
vík. Eitt skifti arbeiddi hann á
Kalsoynni, og so smíðani hann
saman við Kristiani Jacobsen
og Eli Hansen í Klaksvík.
Í 1999 leyk Bjørn lærara
prógv á Føroya Læraraskúla,
og síðani hevur hann verið
avhildin lærari í skúlanum
við Ósánna.
Bjørn giftist í 1990 við
Hennibeth fødd Olsen og ættað
úr Klaksvík. Foreldrini hjá
henni eru Maria og Sørmund
Olsen. Tað er henda Maria,
sum hoyrist í Útvarpinum,
har hon roynir at fáa roykjarar
at taka seg saman at leggja
av. Hennibeth verður 40 á
summarmála, og hon hevur í
mong ár arbeitt á skrivstovuni
hjá Føroya Bjór.
Hennibeth og Bjørn búgva
niðan Horn ella í nýggju
búsetingini omanfyri gamla
býlingin á Uppsølum. Tey
eiga tríggjar dreingir. Steffan
(1987), Sørmundur (1992)
og Símun (2003).
Í frítíðini fekst Bjørn sum
aðrir unglingar í Klaksvík
nógv við ítrótt. Hann spældi
hondbólt um vetrarnar og
fótbólt um sumrarnar, tá
ið hann eisini royndi seg
í kappróðri. Flogbólturin
var tann ítróttin, sum Bjørn
gjørdi mest við. Hann var í
fleiri ár á góða liðnum hjá
Mjølni.
Rættuliga nógv hevur Bjørn
verið og er hann á Syðradali,
har hann er millum teirra,
sum royna at halda 190 ára
gomlu bygdini uppi. Á nýggj
árinum í 1997 gjørdist Bjørn
limur í bygdarráðnum í Húsa
kommunu, sum fevnir um
Húsar og Syðradal. Hann
gjørdist beinanvegin bygd
arráðsformaður, og tað var
hann inntil tað 24. februar í
2004 vóru boð eftir honum
at gerast landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Bjørn er ikki gamalur í
landspolitikki. Hann var á
listanum hjá Sambandsflokk
inum í Norðoya valdømi á
løgtingsvalinum 20. januar
2004. Har fekk hann flestar
atkvøður, og tað var eftir
áheitan frá norðoyingum, at
Sambandsflokkurin gjørdi
av, at maðurin, sum sam
bandsfólk í Norðoyggjum
vóna skal vinna valdøminum
sambandsumboðan á næsta
løgtingsvali, gjørdist lands
stýrismaður.
Føðingardagin er Bjørn
burturstaddur.
J
Bjørn Kalsø 40 ár