hósdagur 23. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
15
stórbýnum
Í 100 ár hevur
sjómansheimið
Bethel í Nýhavn í
Keypmannahavn
húsað sjómonnum
úr øllum heimsins
londum millum
annað Føroyum.
Seinasta vikuskiftið
hevði Bethel føðingar
dag
100 ára
føðingardagur
Orð: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir:
Símun Jóannesarson
Í vikuskiftinum fylti sjómans
heimið Bethel í Nýhavn í
Keypmannahavn 100 ár.
Seinastu 17 árini hava Hanna
og Jón Olsen verið leiðarar á
sjómansheiminum, og sunnu
dagin høvdu tey bjóða til
samkomu í hugnaligu hølun
um.
Ein hugnalig løta
Rættiliga fitt av fólki var
komið saman, eini 130 metir
Hanna, ið sigur, at onkur før
oyingur var í millum gest
irnar. Her var fyrst og fremst
talan um føroyskar gentir, ið
hava arbeitt á heiminum hesi
seinstu 17 árini. Men annars
vóru gestirnir danir. Hetta
var fólk, ið á onkran hátt
hevði eitt tilknýtið til heimið,
gestir og samstarvfelagar av
ymiskum slag.
Løtan gjørdist sera hugna
lig, og tað er júst hugni, ið
merkir hetta staðið. Hetta er
ein heimligur plettur mitt í
stórbýnum.
Starvsfólkið á Bethel er
næstan alt føroyskt. Hetta
eru lesandi føroyingar, ið
starvast á heiminum við
síðuna av lestrinum, ungar
gentir, ið koma úr Føroyum
at arbeiða eina tíð, og vaksin
fólk í starvast í køkinum og
sum náttarvakt.
Gott arbeiðsumhvørvi
Hanna greiðir frá, at hon og
maðurin leggja stóran dent
á, at fólk skulu trívast væl
á Bethel ikki bert gestirnir
men eisini starvsfólkið.
Hetta hevur eisini við sær,
at starvsfólkini gerast sera
trúgv. Hon sigur, at ofta eru
gentir komnar til arbeiðis,
sjálvt um tær eru meira enn
hálvsjúkar. Tí tey hava havt
nógv um at vera. Hetta gert tú
bara á einum arbeiðsplássi,
ið tú hevur góðar kenslur
fyri. Hon sigur, at hon hoyrir
ofta onnur tosa um, hvussu
óálítandi ung fólk eru, men
hetta kennur hon einki til.
Okkara starvsfólk eru bæði
dugnalig og trúgv.
Sunnuvá Kjærbo, ið stend
ur í reseptiónini, hevur
starvast á Bethel í tvey ár.
Hon er stutt síðan flutt í
íbúð saman við sjeikinum í
Keypmannahavn, men búði
á Bethel fyrsta hálva annað
árið. Hon sigur, at hetta kenn
ist meira sum eitt heim enn
eitt arbeiðspláss. Fólk trívist
sera væl. Hon greiður frá, at
hon hevur fingist við nógv
ymiskt hesi tvey árini. Hon
byrjaði á gongini, síðan fór
hon í køkin og er nú enda
í reseptiónini. Har er hon í
dagtímunum er fyrsta vinar
liga inntrykkið, ið gestir
fáa av Bethel. Um kvøldini
gongur hon á kvøldskeið
sum kosmetologur.
Gamalt ynski um
eitt sjómansheim
Hanna greiður frá, at hon altíð
hevur ynskt at verða leiðari
á einum sjómansheimi. Mað
urin Jón sigldi og var ikki
serliga áhugaður í hesum.
”So fingu vit eina stóra
rúgvu av børnum, og so bar
tað ikki til. Men eg bleiv
við at tosa um tað. Tá vit
so høvdu silvurbrúðleyp,
segði Jón við meg: Hví gert
tú ikki okkurt við tað, heldur
enn bara at tosa um tað?”,
sigur Hanna, ið var skjót at
fara í gongd. “Vit ætlaðu
sjálvandi ti Havnar. Eg hevði
arbeitt á Sjómansheiminum
í Havn í 1960. Men hvørja
ferð Sjómansheimið í Havn
skiftið leiðara, so løgdu vit
hetta ikki til merkis.”
Tá Jenny Davidsen á
Skála fortaldi, at Bethel í
Nýhavn søkti eftir leiðara,
vóru bæði Hanna og Jón
rættiliga skeptisk, men
alíkavæl eitt sindur forvitin.
Hóast tey ikki vildu flyta til
Keypmannahavnar, so fóru
tey ein túr niður at hyggja
at Bethel. ”Tá vit komu inn
gjøgnum dyrnar fullu vit
pladask fyri hølunum. Vit
hildu tað vera so deiligt”,
sigur Hanna.
Tey settu seg beinanveg
in í samband við føroyska
umboðið í Sjómansmissi
ónini, ið tá var Jákup Kass,
og søktu um starvið sum
leiðarar. Tey fingu starvið
og fluttu niður. Tann eina
dótturin var ikki heilt vaksin
og yngsti sonurin var tá 7
ár, so hann gjørdist keyp
mannahavnari.
Tú hugsar ikki um
broytingarnar
Nógv er broytt hesi 17
árini, men Hanna sigur, at
tú hugsar ikki so nógv um
broytingarnar. Tí tú ert mitt
í teimum, meðan tær henda,
og tað hendur so lýðandi.
Størsta broytingin er, at
køkurin er nógv styttri opin
nú, sigur Hanna.
Tá tey tóku við, var rætti
liga fitt av sjómonnum,
ið búðu á Bethel í longri
tíðarskeið. Tí varð hvønn
dag gjørdur morgunmatur,
døgurði og nátturði. Men
við betri ferðamøguleikum
býr fólk í styttri tíðarskeið
á sjómansheiminum. Eisini
hava eitt ótal av smáum mat
stovum og pitsaríum latið
upp í grannalagnum. So
grundarlagið er ikki longur
fyri at hava køkin opnan so
nógv. So nú er mest talan um
yvirnátting og morgunmat,
tó er døgurði ávísar dagar.
Fleiri hundrað gestir
Hanna greiðir frá, at hon
hevur tosað við eldri føroysk
sjófólk, ið hava búð á Bethel
fyri nógvum árum síðan.
Teir greiða frá, at tá var hetta
eitt sera stórt sjómansheim
við yvir hundra kømurum
og fleiri hundra gestum. Tá
leigaði tú ikki eitt kamar, men
eina song. Hanna minnist,
at í 1960, tá hon arbeiddi
í Havn kostaði ein song á
Sjómansheiminum kr. 7.
Nú kostar eitt kamar kr. 595.
”Av og á kemur onkur eldri
sjómaður inn, og tá hann
hevur verið á kamarinum
og sæð, at tríggjar sengur
eru innið á tí, so spyr hann,
um hann sleppur at vera
einsamallur, ella um onkur
annar kemur inn eisini.”,
greiður Hanna frá. Soleiðis
var tað á sjómansheimum
fyrr.
Nógv minkað
Bethel hevur nú 30 kømur.
Restin av húsinum er leigað
út til skrivstovuhølir. Hetta
er gjørt í ringum tíðum, men
nú kundi sjómansheimið
uttan trupulleikar verið
munandi størri, tí tey hava
nógvar gestir. Men tað ber
ikki bara til, at taka kømurini
aftur.
Enn røkir Bethel eitt sind
ur av teimum vanligu sjó
mansheimsuppgávunum.
Eitt nú tá útlendsk sjófólk
bíða eftir flogfari, verða tey
sett av innið á Bethel, har tey
sleppa at sita og bíða. Men í
og við at Sjómannmissiónin
hevur sett fleiri missionerar
at ganga við Guðs orði
umborð á skip, so er eisini
missiónsparturin vorðin
minni.
Tá vit vitjaðu Bethel sunnudagin vóru hesar føroysku gentir og kvinnur til arbeiðis, f.v. Jenny
Kjærbo, Simoni Knudsen, Maria Niclassen, Sunnuvá Kjærbø, Marjun Niclassen, Daimi Kjærbo,
Johanna K. Thomsen og Helena Sørensen
Daimi Kjærbo tekur vinarliga ímóti fólki í reseptiónini
Jón Olsen vísir okkum kirkjuna, har kirkjugongd er hvønn sunnudag
Helena og Jóhanna hava arbeitt á Bethel í útvið ein mánað og
skulu starvast har í fýra mánaðar
Simoni Knudsen rørir í sósini
í hugnliga køkinum