Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 59 - 23. mars 2006 Bóklingur um skatt Grannskoðanarfyritøkan, SPEKT, hevur seinnu árini givið út dagførdan bók­ling um skatt. Bók­ ling­urin er sjálvandi ikki nøkur fullkomin gjøgn­um­ gongd av føroysku skatta­ viðurskiftum, men í nógvar mátar heldur eitt hent upp­ slagsverk, tá vanligir skatta­ spurningar skulu svarast. Nú er »Eitt sindur um skatt 2006« send kundum og viðskiftafólkum hjá fyri­tøkuni annars. Og í aðrar mátar ber eisini til hjá øllum øðrum at taka bóklingin niður av heimasíðu felagsins. -mørk Oljan á virð­is­­­bræva­ marknaðin 4. apríl verður vártingið hjá Oljutinginum sett á Sjómansskúlanum í Havn. Yvirskriftin á hesi tingsetuni verður gongdin og menningin hjá teimum báðum føroysku oljufeløgunum, sum hvør í sínum lagi eru skrásett á tveimum ymsum marknaðum. Á vártinginum fara stjór­ ar­nir hjá teimum báðum fel­øgunum at greiða frá endamáli, vakstrarstrategi, fígging og og øðrum við­komandi hugtøkum. Áhoyrararnir fáa sjálvandi høvi at seta spurningar í hesum sambandi. Seinni fer Jan Jakobsen, fíggjarleiðari í Føroya Banka, at greiða frá um íløgur í virðisbrøv. -mørk 18 kvinnur á Kreppumið­ støðini Í 2005 hava 18 kvinnur við til samans 24 børnum gist á Kreppumiðstøðini í Havn. Síðani Kvinnuhúsið fór undir hetta virksemið í 1990, hava íalt 234 kvinnur og 233 gist her. Talan er um kvinnur og børn, sum hava verið fyri sálarligum og/ ella likamligum harðskapi, og talið av áheitanum, sum Kvinnuhúsið fær, hevur verið stórt. Bara í 2005 vóru 423 áheitanir. Tað er Kvinnufelagið, sum rekur Kvinnuhúsið og Kreppumiðstøðina, og er raksturin av hesum grund­aður á sjálvbodna arbeiðsmegi. Fyri stuttum hevði nevndin í felagnum aðalfund. Í nevnd­ ini sita nú Eyrith Leyni, forkvinna, Masa Christi­ ansen, næstforkvinna, Sigrun Samuelsen, kassameistari, Ása Olsen og Dasy Sloan. -mørk Sambært spurnar­um­ fari, sum Sosi­al­urin hevur gjørt mill­um tingfólki, verða ætlaðu dag­før­­ingarnar av rús­drekkalógini gjøgnumførdar. 20 tingfólk atkvøða fyri broytingini - av hesum 12 úr Streymoynni Rúsdrekkalógin Jákup Mørk/Rigmor Dam jakup@sosialurin.fo Tá ymsu festivalarnir í summ­ar fara av bakkastokki, verður tað eftir øllum at døma eisini við uttandura barrum, har tey vitjandi fáa møguleika at keypa sær eina bjór. Tað hava tey kanska eisini havt áður, men hesa ferð verður tað fult lógligt. Tað tykist nevnliga vera vist, at ætlaða broytingin – ella dagføringin – hjá Bjarna Djurholm av rúsdrekkalógini vinnur frama, tá atkvøðast skal um málið, sum nú liggur í nevnd. Liberala suðurstreymoy Sosialurin hevur hevur verið í samband við tey 32, sum í dag manna løgtingið, og av hesum siga 20 seg vera fyri ætlaðu broytingunum. Níggju tinglimir siga seg vera ímóti broytingini, með­ an tríggir tinglimir siga seg onga viðmerking hava til málið í løtuni. Verður býtið seg upp landa­frøðiliga, so stendur rimmarfast, at tað fyrst og fremst er Streymoyggin, sum tykist ynskja broytingarnar. Verða eykavaldu løgtings­ lim­irnir roknaði við, eigur Streymoyggin 13 atkvøður, og av hesum er bert ein, sum sigur seg vera ímóti upp­skotinum. Aðra staðni kring landið er støðutakanin til málið rætti­liga ymisk, eins og hon eisini tykist vera tað inn­ anfloks. Flestu flokkara hava siðvenju fyri, at hvør ting­ maður atkvøður eftir egnari sannføring í slíkum málum, og talan er tí óvæntað um spjaddar fatanir av málinum. Einasti flokkurin, sum púr­ asta greitt tykist vera fyri ætl­aðu broytingunum, er Tjóð­veldisflokkurin. Har siga sjey av átta tinglimum seg vera fyri hesum. Ikki á hillarnar Spurningurin um at fáa øl, vín – og kanska eisini sterkari løg – á handilshillarnar, hev­ur eisini verið reistur seinastu tíðina. Men her tykjast løgtings­ menn hava eina rættiliga greiða støðu til spurningin. Tíggju løgtingsmenn siga seg vera fyri, at øl og vín skal koma á handilshillarnar, meðan bara tríggir siga ja til at hetta eisini skal umfata rúsdrekka. Hinvegin er heldur ikki meiri­luti fyri, at rús­drekka­ lógin skal herðast. Bara fýra løgtingslimir siga vilja atkvøða fyri slíkum uppskoti. Í gjárkvøldið høvdu fakfeløgini kreppufund og har varð staðfest, at tey ætla at seta hart ímóti hørðum ímóti løgtinginum og landsstýrinum ALS Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit ætla ikki at slaka. Ingeborg Vinther sigur, at tað var ongin slingur í valsinum, tá ið flestu fak­ feløgini í landinum hittust á kreppufundi í gjárkvøldið. Á fundinum viðgjørdi tey ætlanina hjá politiska valdinum at avtaka bæði ALS og Samhaldsfasta Eftir­ løn­argrunnin og at leggja báðar skipanirnar beinleiðis undir fíggjarlógina hjá Løg­ tinginum. Forkvinnan í Føroya Ar­beið­ arafelag, sigur, at hetta er eitt mál, sum bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar taka í størsta álvara og her er fyri einaferð skyld eitt mál, har bæði fakfeløg og arbeiðsgevarar eru fullkomi­liga samd og draga eina línu. Góðtaka ikki ætlanina Ingeborg Vinther sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í allar størsta álvara og tí avgjørdu tey at hittast á fundi í gjárkvøldið at viðgerða støðuna. Hon sigur, at tey flestu av fakfeløgunum vórðu um­boðað á fundinum. Og hon sigur, at fakfeløgini eru púra samd um, at tey fara ikki at góðtaka, at løgtingið gjøgnumførir ætlanina. -Vit eru púra samd um, at hvørki ALS, Samhaldsfasti ella Frítíðargrunnurin, skulu takast av og leggjast á fíggjarlógina. Hon leggur afturat, at fak­ feløgini eru púra samd um, at tær skipanir, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir rinda, skulu. – Har partarnir á arbeiðs­ marknaðinum sjálvir gjalda, skulu teir eisini valda, leggur hon afturat. Ingeborg Vinther sigur, at fakfeløgini fara nú at biðja um fund við nevndina hjá Løg­tinginum, sum viðger mál­ið víðari. Hon sigur, at fakfeløgini hava ikki tosað um, hvat skal henda, halda landsstýri og løgting fast við ætlanina at leggja grunnarnir, sum arbeiðsmarknaðurin umsitur, undir fíggjarlógina. – Men vit eru samd um, at halda løgting og landsstýri fast við ætlanina, skulu fak­ feløgini hittast aftur at tosa um, hvat so skal gerast. Hon sigur, at í hesum ligg­ur, at fakfeløgini eru ikki sinnað at sleppa málinum og at tey eru sinnað at gera tað, sum neyðugt er, fyri at forða fyri at ALS, Samhaldsfasti og aðrir grunnar hjá arbeiðs­markn­ aðinum, verða ognar­tiknir. Sí meiri á síðu 5. Ongin slingur í valsinum Eftir at flestu fakfeløg í landinum hittust á fundi í gjárkvøldið, er full semja um, at vit fara ikki at góðtaka, at ALS verður avtikið og lagt undir politisku skipanina, sigur Ingeborg Vinther Streymoyggin broytir rúsdrekkalógina Rúsdrekkalógin verður eftir øllum at døma linkað, soleiðis at skeinkjast kann til størri tiltøk. Men roknast skal ikki við, at øl, vín ella rúsdrekka finnur vegin fram til handsilshillarnar í bræði Mynd: Alvin E. Andersen Spurningarnir Tey 32 tingfólkini hava fingið hesar fýra spurningar: 1 Skal tað verða loyvt at selja øl, vín og rúsdrekka í handlunum 2 Skal tað verða loyvt at selja øl og vín í handlunum 3 Skal tað verða loyvt at selja øl til størri tiltøk 4 Skal rúsdrekkalógin herðast Soleiðis svaraðu tey ja nei onga viðm. Øl, vín og rúsdrekka í handlar 3 24 5 Øl og vín í handlar 10 18 4 Øl til størri tiltøk 20 9 3 Herd rúsdrekkalóggáva 4 24 4 FAKTA