Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2006 17 UTTAN ÚR HEIMI Seinastu 65 milliónir ár­ini hevur mennsikjan ong­ antíð oytt so nógv djóra- og plantusløg sum í hesum tíðum. Á havbotninum hvørva kor­alrivini, og á landi mink­ar frumskógurin í hvørj­um. Samstund hvørva fleiri djórasløg, og tað er menniskjan, sum hevur skyldina, sigur ST. Rætt er tað, at djóra- og plantusløg eru horvin fyrr, men tað var ikki av mannaávum, skrivar Politiken. Serfrøðingar siga, at fleiri djóra- og plantu­sløg vórðu útruddað fyri ávikavist 65, 205, 250, 375 og 440 milliónum ár­um síðani, men tær ferð­irnar hendi tað av eld­ gos­um, samanstoytum mill­um Jørðina og stórar rúmdarsteinar og og stórum veðurlagsbroytingum. Í dag er øðrvísi, sigur ST og vísir á, at nú eru tað dálking, skjótt veksandi býir og tann veksandi hitin á Jørðini, sum gera enda á djóra- og plantusløgum í heimshøvunum og á landi. ES-nevndin hevur sett næstan hundrað flog­ fel­øg á svartalista, tí tey lúka ikki tey ásettu trygdarkrøvini. Nógv tey flestu feløgini eru skrásett í afrikonskum londum, og ikki færri enn 50 eru úr Demokratiska Lýð­veldinum Kongo. Har­afturat eru 13 í Sierra Leone, ellivu í Guinea, seks í Swazilandi og trý í Liberia. Onnur feløg eru í Kasakhstan, Afghanistan, Norðurkorea og Teilandi. ES-nevndin sigur, at flog­førini hjá feløgunum fáa ikki tað neyðuga við­ líkahaldið, og at eftirlitið er heldur ikki nóg gott, og tí verða feløgini standandi á listanum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag. ES-nevndin ger vart við, at tað eru fáir evropearar, sum flúgva við hesaum flogførunum. Hevði stórtingsval ver­ ið í Noregi nú, hevði næst­an triði hvør norð­ mað­ur atkvøtt fyri Fram­ burðsflokkinum. Eftir einari nýggjari mein­ingakanning hevði Framburðsflokkurin fing­ ið 29,7 prosent av atkvøð­ un­um, var val nú. Tað er 2,9 prosentstig meiri enn í seinastu kanningini, og samstundis vísir tann nýggja kanningin, at veljararnir hjá Fram­burðs­flokkinum svíkja ikki flokkin líka ofta sum veljarar hjá hinum flokkunum. Hóast ta stóru fram­ gongdina hjá Fram­ burðs­flokkinum hevði Arbeiðaraflokkurin fram­ veg­is verið tann størsti, um val var nú. Flokkurin hjá Jens Stoltenberg, for­ sætisráðharra hevði mist 0,3 prosentstig saman­borið við seinastu kanning og hevði fingið 32,2 prosent. Teir báðir flokkarnir eru nógv teir størstu, tí tann triðstørsti, Høgra, hevði fingið 14,2 prosent. Hóast svenska ríkmann­in­ um Ingvard Kamprad ikki nýtist at venda hvørjari krónu, er hann sera gír­ig­ ur, og nú sigur hann seg eisini vera stoltan av at hava hendan eginleikan. Ingvar Kamprad stovn­aði ta kensu handils­fyri­tøkuna Ikea. Sambært al­mennum upplýsingum eigur tann ríki sviin einar 170 milliardir krónur og er fjórðiríkasti maður í heiminum. Men tað sæst ikki á honum. Í sveisiska býn­um Lausanne, har hann býr, koyrir hann van­liga í einum 17 ára goml­um Volvo, og fólk siga seg dagliga síggja hann í teimum handlunum, sum hava tær bíligastu vør­ urnar. Men hann kann eisini koyra hondina niður í lumm­an viðhvørt. Herfyri gav hann einum listarskúla í Lausanne góðar tvær milli­­ónir krónur, men tað merkir ikki, at fleiri kunnu vænta sær gávur av hesum slagnum. – Eg eri gírigur, og eg eri stoltur av tí, sigur Ingvar Kamprad við eitt blað í Sveis. Tað er annars sjáldsamt at síggja tann ríka svian í fjølmiðlunum, tí hann er avgjørt ikki tann, sum rennur aftan á fjølmiðlafólki, skrivar AP úr Lausanne. Gírigur ríkmaður Frp. 30% av atkvøðunum ES vrakar flogfeløg Vit oyða náttúruna Kríggj og ágangur hava noytt 24 milliónir fólk at flýggja frá húsi og heimi. Tey eru flóttafólk í egnum landi Flóttafólk Árni Joensen fartekst@mail.dk Ringast stendur til í Sudan, har umleið fimm milliónir fólk eru noydd ella rikin frá húsi og heimi, so tey nú noyðast at liva sum flóttafólk í stórum í legum í teirra egna landi. Orsøkin er fyrst og fremst tað blóðuga stríðið í landspartinum Darfur, sig­ur ST, sum júst hevur al­mannakunngjørt eina frá­ greiðing um flóttafólk í 50 londum. Næst eftir Sudan er Kol­ ombia, har ST metir, at 3,7 milliónir fólk liva sum flóttafólk. Í Uganda er talið tvær milliónir, og í Demo­ kratiska Lýðveldinum Kongo eru 1,7 millión fólk flóttafólk. Í Irak hevur ófrið­ urin rikið umleið 1,3 millión irakar frá húsi og heimi. Tilsamans eru 24 milliónir fólk, sum liva sum flóttafólk í egnum landi, og í flestu førum eru tað teirra egnu landsmenn, sum hava rikið tey heiman. Talið umfatar ikki tey, sum eru flýdd til onnur lond. – Telja vit tey uppí, er talið á teimum, ið liva sum flóttafólk, umleið 36 milliónir, sigur Tomas C. Archer, aðalskrivari í Flótta­fólkahjálpini, við tíð­ indastovuna ANB. Hann sig­ur, at talið er nakað minni enn fyri einum ári síð­ani, men at tað kortini er óhugnaliga stórt, serliga tá hugsað verður um ta viðferð, nógv flóttafólk fáa. Bæði ferðafólk og manning vórðu bjargað, tá kanadiska ferjan »Queen of the North« sakk Sjóferðsla Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn veit eingin við vissu, hví tann 125 metrar langa ferjan sakk nærhendis oynni Gil Island úti fyri kanadisku vesturstrondini, men ferðafólk hava greitt frá, at tey hoyrdu ein hvøllan brest, stutt áðrenn skipið tók at søkka. Reiðaríið kunngjørdi í gjár, at øll tey 99, sum vóru við „Queen of the North“, vóru bjargað, men seinni bleiv fráboðað, at ivi kortini var um tvey ferðafólk. Gerald Foisey og Shirley Rosette høvdu keypt ferðaseðil, men tað er óvist, um tey nakrantíð fóru umborð á skipið. Ein møguleiki er, at tey vóru við, og at tey vórðu bjargað, men at tey vóru farin, áðrenn reiðaríið fekk stundir at skráseta tey. »Queen of the North«, sum tók 700 ferðafólk og 150 bilar, sigldi ímillum Vancouver, Seattle og Alaska. 24 milliónir eru flóttafólk í egnum landi Reiðaríið BC Ferries átti „Queen of the North“. Drotningin sakk