hósdagur 23. mars 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 • hósdagur • 23. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Súni smá
skaddur
Tað er ikki vist, at Súni
Olsen er førur fyri at
spæla í næsta dystinum
hjá AaB, sum verður ímóti
SønderjydskE. Súni er ein
av spælarunum hjá AaB,
sum stríðist við ein skaða,
og mikudagin vandi Súni
ikki við liðfeløgunum.
Súni hevur toygt ein vødd
í lærinum, og hóast talan
er um ein minni skaða, er
óvist, um hann fær spælt
um vikuskiftið, skrivar
heimasíðan hjá AaB.
Sleppa ikki
í gongd
Tað gongur illa at fáa
gongd á donsku 1. deild
í fótbólti. Ætlanin var,
at byrjast skuldi seinasta
vikuskiftið, men teir flestu
dystirnir vóru útsettir
orsaka av frosti. Soleiðis
er eisini hetta vikuskiftið,
og hvørki Frem ella
Fremad Amager, har før
oyskir spælarar spæla,
sleppa at spæla lands
kappingardyst. Ístaðin
fyri Frem at spæla venj
ingardyt ímóti Herfølge,
meðan Fremad Amager
fer at spæla venjingardyst
ímóti Brønshøj.
FSF eyka
aðalfund
Fótbóltssamband Føroya
lýsir nú eykaaðalfundi
tann 6. mai. Á skránni
verða broytingar í kapp
ingarreglunum fyri fót
bólt og nýggjar lógir fyri
Fótbóltssamband Føroya.
Hetta eru mál, sum ikki
vóru tikin við á aðal
fundinum hjá FSF, men
hava bíðað til ein eyka
aðalfund.
Johansson
hongur í
Lennart Johansson, sum
er forseti fyri europeiska
fótbóltssambandið UEFA,
bíðar við eini endaligari
avgerð um, hvørt hann
gevst sum forseti næsta
ár ella ikki. Tað er komið
fram, nú UEFA hevur árs
aðalfund í hesum døgum.
Eitt av týðandi málunum
á fundinum er, at G14
feløgini, sum eru tey rík
astu feløgini í Europa,
eru farin at fylla meira
og meira í fyriskipanini
av fótbóltskappingum, og
nú vil UEFA enn einaferð
staðfesta, at tað er UEFA,
sum er hægsti myndug
leiki innan fótbólti í
Europa.
– Við øllum ófriðinum,
sum eru rundan um fót
bóltin í løtuni, vil eg
gjarna fylgja við gongdini,
sigur 76 ára gamli sviin
Lennart Johansson.
Umboð fyri føroyska
fótbóltssambandið eru
við á aðalfundinum hjá
UEFA, sum verður hildin
í Budapest.
Trý føroysk gentulið
í fimleiki fóru fyrst
í vikuni til Tallin
í Estlandi, har tey
skulu kappast um
heimsmeistaraheitið
í estetiskum fimleiki.
Talan er um gentulið
frá Støkk, Havnar
Fimleikafelag og
Ljósinum
Fimleikur
Tíðindaskriv
Hetta er fyrsta ferðin at so
nógv lið úr Føroyum luttaka
í hesari kapping. Gentuliðið
úr Havnar Fimleikafelag var
sum vinnari av stórkappingini
við í fjør, og eydnaðist hetta
so væl, at fimlekasambandið
gjørdi av at senda trý lið
avstað í ár.
Estetiskur fimleikur er so
nýggjur í Føroyum, at tað er
sera umráðandi, at føroysku
fimleikararnir sleppa at
síggja, hvat tað er fyri ein
ítróttargrein, tær nú eru
partur av, og hvat tær hava
at liva upp til, um tær vilja
vera bestar.
Ferðalagið úr Føroyum
fór avstað týsdagin, komu
til Tallin mikudagin, og inn
leiðandi kappingin verður
fríggjadagin, har øll føroysku
liðini skulu kappast. Við í
kappingini eru 22 lið, sum
koma frá londum: Russlandi,
Kanada, Kekkia, Finnlandi,
Spaniu, Estlandi, Danmark,
Ukraina og Føroyum.
Dagin eftir er so finalan á
skránni, har tey bestu liðini
frá degnum fyri vera við.
Eisini venjingar
Umframt kappingina, so
er eisini venjing á skránni,
har tær føroysku genturnar
sleppa at venja saman við
einum av teimum bestu lið
unum í heiminum. Eisini
hetta verður gjørt fyri at
fimleikurin í Føroyum skal
hava eitt so gott støðið at
byrja á, sum gjørligt.
Í Estlandi er sera kalt
hesa ársins tíð, og tí hava
genturnar pakka nærum
hvørt ullaplagg í skápinum
at hava við, tí hallirnar, ið
vant verður í har yviri eru
ikki hitaðar á sama hátt
sum hallir her, so tað verður
eisini ein uppliving fyri gent
urnar.
Umframt íðkararnar, so
eru eisini tveir føroyskir dóm
arar við til kappingina. Fyri
at gerast góðkendur altjóða
dómari innan estetiskan
fimleik skulu dómarar á trý
skeið, og millum hesi skeið
skulu tær døma altjóða
kappingar. Fleiri føroyskir
dómarar vóru í januar mán
að á skeið í Spaniu, og av
hesum eru tvær, sum eru við
sum dómarar í Tallin.
Todi Jónsson upp
livdi eitt sindur
av hvørjum, tá ið
hann spældi við í
venjingardysti ímóti
Malaga B. Fyrsta
varð hann stútaður
av mótstøðumanni,
og so skoraði hann
ársins fyrsta mál fyri
Start
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Todi Jónsson var annar av
málskjúttunum, tá ið Start í
gjár vann venjingardyst ímóti
Malaga B í Spania. Dysturin
endaði við úrslitinum 2-0 til
Start, og Todi skoraði seinna
málið.
Todi hevur verið nakað
plágaður av bruna í hælsinuni
seinastu mánaðirnar, og
fyrr í vikuni hvíldi hann
seg frá einari venjina á
venjingarleguni hjá Start
í Marbella. Todi sat eisini
á beinkinum frá byrjan av
dystinum ímóti Malaga B,
men í hálvleikinum kom
hann inn. Tá var støðan 1-0
til Start.
Sponsku
spælararnir
spældu hart, og teir fóru við
hvørt út um mark. Heima
síðan hjá Start skrivar, 10
minuttir eftir hálvleikin
fekk ein av spælarunum
hjá Start harða viðferð frá
málmanninum hjá Malaga,
og tá ið Todi Jónsson skuldi
hjálpa liðfelaganum var hann
stútaður av einum sponskum
spælara. Dómarin gjørdi
einki við hendingina.
10 minuttir fyri tíð skor
aði Todi Jónsson til 2-0.
Eitt innlegg kom inn í brots
teigin, og har var Todi fyrstur
og skallaði bóltin í málið.
Vil verða toppskjútti
Málið, sum Todi skoraði
mikudagin, er tað fyrsta fyri
Start í ár, men Todi hevur
gott mót um at gera fleiri
mál fyri norska felag sítt.
– Eg haldi meg hava tað,
sum skal til fyri at gerast
topsskorari í Tippuliguni í
ár, sigur 34 ára gamli Todi
Jónsson við blaðið Fedre
landsvennen.
Start hevur ikki havt topp
skjúttan í norskum fótbólti
seinastu 16 árini.
– Tað hevur nógv at siga
fyri eitt topplið, at tað hevur
ein málskjútta, sum liðið
kann líta á. Eitt lið kann
koma langt, um tað hevur
ein dystarvinnandi málmann
og álopsspælara. Hesir báðir
spælararnir kunnu avrika
nógv, tá ið liðið hevur tað
trupult í einum dysti, og tað
er við slíkum spælarum, at
tú kanst vinna gull, sigur
Todi Jónsson.
Hann sær bert ein trupul
leika fyri framman, og tað
er brunin í hælsinuni.
– Eg má helst spæla við
pínu í hælsinuni alt kapping
arárið. Tað er einki at gera
við tað. Tað gongur væl at
spæla, men eg fái neyvan
vant á hædd við liðfelag
arnar gjøgnum alt árið, sigur
hann.
Venjarin hjá Start hevur
stórt álit á Toda.
– Todi er ikki í toppformi
enn, men hann hevur avgjørt
potentialið til at gerast topp
skjútti í Norra, sigur Tom
Nordlie við Fedrelands
vennen.
Todi skoraði fyri Start
Tær bestu føroysku kappast
við tær bestu í heiminum
– Eg haldi meg hava tað, sum skal til fyri at gerast topsskorari
í Tippuliguni í ár, sigur Todi Jónsson, sum mikudagin skoraði
sítt fyrsta mál fyri Start í ár
Føroyskir fimleikarar eru við í HM í estetiskum fimleiki, sum verður hildið í Talinn í hesum
døgum