hósdagur 23. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
19
Síðsta vikuskiftið
skipaði
Bogaskjótifelagið
Tambar í Havn fyri
føroyameistara
kappingum bæði
fyri ung og vaksin.
Leygardagin skutu
tey ungu 15 metur og
sunnudagin skutu tey
vaksnu 18 metur.
Bogaskjóting
Tíðindaskriv
Hesaferð var metstór luttøka
í recurve bólkinum við ikki
færri enn 23 luttakarum. Í
byrjanini og fram til steðgin
var sera javnt millum fýra
teir fremstu skjúttarnar, men
síðan var tað tann eini, sum
dró frá og legði seg klárt á
odda.
Innleiðandi úrslitini í
recurve vóru: nr. 1 Sjúrður
Rein, Tambar, 556 stig, nr.
2 Eirikur á Kletti, Tambar,
534 stig og persónligt met,
nr. 3 Nikkel Petersen, Ørvur,
eisini 534 stig og persónligt
met, men hevði Eirikur fleiri
10-arar enn hann, og nr. 4
Bogi Ákason, Vágaskot, 513
stig.
Í finaluskjótingini vóru
tað eisini hesir fýra, sum
stóðu seg best og komu
allir til hálvfinalurnar, har
skutu Sjúrður og Bogi í
fyrra dystin, sum Sjúrður
vann113-109, meðan hin
dystin vann Nikkel á Eiriki
við111-103.
Bronsufinalan var millum
Eirik og Boga og enda›i 112-
104.
Finalan gjørdist sera
spennandi og var tað Nikkel,
sum legði stórt trýst á Sjúrð
og førdi hann allan vegin
við tveimum stigum, tá
farið varð undir síðstu 3
pílarnar. Sjúrður tók tá eitt
stig meiri enn Nikkel í fyrsta
og øðrum píli, so tað stóð á
jøvnum áðrenn síðsta píl og
eisini her megnaði Sjúrður
at fáa eitt stig meiri og vinna
dystin 105-104.
Nýggjur føroyameistari
fyri ung á 15 metur bleiv
sostatt
Sjúrður
Rein,
Tambar.
Innleiðandi úrslitini í
compound, har bert fýra
luttóku: nr. 1 Kaj Johannesen
við 561 stigum, nr. 2 Magnus
Andreassen við 558 stigum,
nr. 3 Helgi Lamhauge við
524 stigum og nr. 4 Sonni
Gaardbo við 523 stigum.
Allir skjúttarnir úr Ørvi
og tríggir teir síðstu settu
persónlig met.
Í fyrru hálvfinalu var
dystur millum Kaj og Sonna,
sum endaði 113-105, og
hin hálvfinalan var millum
Magnus og Helga, sum
endaði 110-105.
Bronsufinalan var millum
Helga og Sonna og var sera
spennandi, tí dyrsturin bleiv
ikki avgjørdur fyrr enn síðsta
píl og vann Helgi 100-99.
Í finaluni møttust Kaj og
Magnus, her gjørdi Kaj bart
og við nýggjum føroyskum
meti fyri 12 pílar vann hann
dystin 117-109, og bleiv hann
sostatt fyri ung á 15 metur
nýggjur føroyameistari.
Ársins skjúttar
Bogaskjótideildin velur á
hvørjum ári ársins skjúttar
í ávikavist recurve og
compound, og verður her
hugt eftir, hvussu ágrýtnir
teir hava verið til venjing,
hvussu teir eru mentir sum
bogaskjúttar, framgongd og
støðufesti o.s.fr..
Fyri recurve skjúttarnar bleiv
ársins skjútti Sjúrður Rein,
Tambar, sum m.a. hevur sett
fleiri persónlig met og hevur
skotið í miðal yvir 50 stig
meiri í hvørjum dysti, enn
hann gjørdi í fjør.
Fyri compound skjúttarnar
bleiv ársins skjútti Magnus
Andreassen, Ørvur, sum
seinastu árini hevur verið
við, og nú hann hevur fingið
egnan boga, hevur hann verið
sera ágrýtin og sett sær stórt
mál fyri árið. Eisini hevur
hann skotið fleiri persónlig
met og lagt seg á eitt støði,
sum er meiri enn 50 stig
hægri enn í fjør.
Við sínum úrslitum hava
hesir báðir saman við 3
øðrum megnað krøvini til
luttøku í kappingini um
danska meistaraheitið fyri
ung, sum verður í Aalborg
leygardagin 25. mars.
Kappingin bleiv stuðlað av
Statoilstøðini í Saltangará.
Tey vaksnu
Sunnudagin var túrurin
komin til tey vaksnu, sum
skutu 18 metrar. Í recurve
bólkinum vóru 11 luttakarar
og er hetta tað mesta í mong
ár, ímeðan tað var stórt
mannfall hjá compound
skjúttunum vegna sjúku og
luttóku tí bert tveir skjúttar
hesaferð.
Í
compound
vann
Jógvan Niclasen, Tambar
innleiðandi við 571 stigum
og skeyt hann her javnt við
sítt persónliga met. Nr. 2
bleiv Anders Jønsson, Ørvur,
við 519 stigum.
Finalan teirra millum
endaði við sigri til Jógvan
115-108, og vann Jógvan
sostatt føroyameistaraheitið
í compound.
Í recurve bólkinum var tað
Øssur Hansen úr Vágaskot,
sum legði seg á odda, men
dragnaði nakað aftur móti
endanum í kappingini.
Innleiðandi úrslitini vóru:
Rógvi Mohr, Ørvur, 511 stig,
nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu,
Ørvur, 503 stig og 13 10-
arar, nr. 3 Sjúrður Rein,
Tambar, 503 stig og 10 10-
arar, og nr. 4 Øssur Hansen,
Vágaskot, 499 stig.
Í hálvfinalunum møttust
Rógvi og Øssur, dysturin
endaði 109-102. Í hinari
hálvfinaluni møttust Bjarni
Rasmussen, Tambar og
Sjúrður, og í spennandi dysti
vann Bjarni 96-95.
Bronsufinalan var síðan
millum Sjúrð og Øssur og
endaði við 108-99.
Í finaluni møttust Rógvi
og Bjarni og vann Rógvi
dystin 102-98, og vann Rógvi
sostatt føroyameistarheitið í
recurve.
Kappingin bleiv stuðlað av
Statoilstøðini í Saltangará.
Um vikuskiftið vitjar
U21 landsliðsvenjarin
hjá Norðurírlandi í
Klaksvík. Roy Millar
kemur til Klaksvíkar
at halda skeið fyri
venjarunum hjá KÍ
og at venja onkur av
ungdómsliðunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
KÍ hevur forkunnuga vitjan
um vikuskiftið. Roy Millar,
sum er leiðandi venjari í
írska fótbóltssambandinum
og venur norðurírska U21-
landsliðið, kemur á vitjan í
Klaksvík hóskvøldið. Hann
stegðar her um vikuskiftið
og fer av landinum aftur
mánamorgunin.
Roy Millar kemur til
Klaksvíkar at halda skeið
fyri venjarunum hjá KÍ, og
hann fer eisini at venja onkur
ungdómslið.
Harafturat
fer
hann
eisini at hava fundir
við høvuðsvenjaran og
ungdómsvenjaran í KÍ um
talentmenning og annað.
Íblástur út
útlandinum
Ein av føstu táttunum í
ungdómsarbeiðnum hjá KÍ
er, at felagið javnan roynir
at fáa íblástur uttanífrá. Í
fjør vitjaði til dømis kendi
hollendski venjarin, Foppe
de Haan, í felagnum, og fyri
tveimum árum síðani stóð
venjari úr Liverpool FC fyri
fótbóltsskúla hjá KÍ.
Roy Millar er dugnaligur og
garvaður venjari. Hann er
tann persónurin, sum hevur
starvast longst fyri írska
fótbóltssambandið, Irish
Football Association (IFA),
og í fjør kundi hann halda 30
ára jubileum.
Roy
Millar
hevur
gjøgnum árini vant fleiri
ungdómslandslið
hjá
Norðurírlandi, og í 2001
fekk hann ábyrgdina av
U21
landsliðnum
hjá
Norðurírlandi. Hesa uppgávu
røkir hann framvegis,
samstundis sum hann er
leiðandi venjari, Director
of Coaching, í IFA. Har er
ein av hansara uppgávum at
standa fyri einari nýggjari
skipan, sum skal menna
ungar fótbóltsspælarar í
landinum.
Roy Millar er eisini
instruktørur til hægstu
venjaraútbúgvingina hjá
FIFA og UEFA, og hann
ferðast javnan sum eygleiðari
til EM og HM-kappingar.
Roy Millar er undirvísari til
hægstu venjaraútbúgvingina
hjá FIFA og UEFA, og hann
ferðast javnan sum eygleiðari
til altjóða fótbóltskappingar
Bogaskjúttar kappaðust um FM
Magnus Andreassen, Ørvur,
ársins skjútti í compound
Kaj Andreasen, Ørvur,
føroyameistari í compound
Sjúrður Rein, Tambar,
føroyameistari og ársins
skjútti í recurve
Norðurírskur landsliðsvenjari vitjar KÍ
FSF við
nýggjum
listum
Fótbóltssambandið hev-
ur gjørt ein lista yvir
allar teir spælararnar,
sum hava loyvi at spæla
fyri tey ymsu føroysku
fótbóltsfeløgini. Listin
er lagdur á heimasíðuna
hjá FSF, og hetta fyri at
skapa opinleika, og at
feløgini, og øll onnur
áhugað, kunnu síggja hvar
ymsu leikararnir hava
spæliloyvi.
– Ein kendur trupulleiki
er, at leikarar, sum altíð
hava leikt fyri sama
felag, ikki eru skrásettir
av fyrstan tíð. Fyri at fáa
yvirlitið yvir spæliloyvir
dagført, er eitt oyðublað
lagt á heimasíðuna, har
feløg kunnu skráseta hesar
leikarar. Oyðublaðið skal
eisini nýtast, tá nýggir
limir verða skrásettir í
felagnum, skrivar FSF á
heimasíðu sínari.
Yvirlitið á heimasíðuni
er gjørt sambært skrá-
setingunum hjá FSF, og er
sjálvandi møguleiki fyri,
at skrásetingar mangla. Tí
verður heitt á feløgini um,
at hyggja yvirlitið yvir
spæliloyvir í felagnum
ígjøgnum, og at senda
FSF møguligar rættingar,
so at yvirlitið kann verða
so dagført sum gjørligt.
Fundur við
teir fremstu
Leygardagin 25. mars
2006 verður skipað
fyri venjarafundi fyri
venjararnar í Formula-
deildini. Á fundinum
verða Jógvan Martin
Olsen, John Petersen og
Magni Mohr við. Fundurin
byrjar í FSF-húsinum kl.
19.00 leygarkvøldið, og
har bjóðar FSF døgurða.
Síðani verður kunning
um landsliðsvirksemi
og framtíðarætlanir.
Magni Mohr fer at greiða
frá fysiskum test av
landsliðsspælarum, og
síðani er orðið frítt.
Klinsmann
við svørtubók
Týski landsliðsvenjarin
Jürgen Klinsmann fekk
nakað av luft í sínum
starvi, tá ið Týskland
mikukvøldið vann heili 4-
1 á USA, sum verður mett
sum nummar 5 á FIFA-
styrkislistanum. Sigurin
kom sera væl við eftir 4-1
eyðmýkingina ímóti Italia
herfyri.
– Hetta hevur ikki verið
lætt, men nú veit eg,
hvørjir mínir fíggindar
eru, so eg veit, hvørjum
eg skal halda eyga við,
sigur Klinsmann og fjalir
ikki útyvir, at til dømis
Stefan Effenberg er komin
í svørtubók hjá honum.