hósdagur 23. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 23. mars 2006
29
Tíðindaskriv
Fríggjadagin 24. mars kl.
16 til 18 letur ein fram
sýning við málningum
hjá Selmu Mikladal upp
í Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn
Selma Mikladal er fødd í
1954 í Klaksvík, er útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur og
hevur búð í Keypmannahavn
í mong ár. Hon hevði sína
fyrstu málningaframsýning
í Føroyahúsinum í Keyp
mannahavn í 2005.
Selma Mikladal hevur
altíð verið ein, sum hevur
ferðast nógv, tá meina vit
ikki við frá land til land,
men altíð opin fyri eini
diskussión, at vera her og
at vera tilstaðar. Man kann
merkja, at hon er áhugað
og vitandi, tí samrøðan
verður ikki bara førd á
einum dagligum støði. Hon
hevur í nógv ár verið áhuga
í list, klassiskur tónleikur
hevur haft stóran áhuga.
Selma hevur verið nógv í
Grønlandi og eisini arbeitt
har og upplivað nógv spenn
andi. Hon hevur altíð fingist
við at tekna og at mynda
á ymiskan hátt. Selma er
altíð á ferð í einum ella
øðrum spennandi - sum
nú her í Galerie Focus, her
hon sýnir málningar fram.
Myndevnið er ofta tað hon
hevur sæð, náttúran, kensl
urnar og tað sum stendur
eftir, ikki eitt ávíst stað,
men samanumtikið tað
sansaða, tað upplivaða,
tann umgjørda myndin.
Framsýningin verður
opin til 6. apríl, týsdag til
fríggjadag kl. 15 til 18 og
leygardag kl. 16 til 18.
Selma Mikladal í Galerie Focus
Áhugafelagið fyri
Føroyskar Harmon
ikuspælarar (ÁFH)
hevur aðalfund um
vikuskiftið úti í
Nólsoy
Harmonukutreff
tíðindaskriv
Komandi vikuskifti verður
harmonikutónleikur fyri allar
pengarnar at hoyra í Nólsoy.
Tá hevur ÁFH sín árliga
aðalfund í bygdini, og í tí
sambandi verður skipað fyri
ymiskum tiltøkum í samstarvi
við Stuðulsnevndina fyri
Svimjihyli í Nólsoy.
Byrjað verður fríggjakvøld
ið, tá formligi aðalfundurin
verður hildin, og síðani
stendur harmonikutónleikur
á skránni fyri restina av
vikuskiftinum. Vanligt er,
at tá ÁFH hevur aðalfund,
verður spælt ymsastaðni runt
staðin, har fundurin verður
hildin. Reint “spontant”
møta harmonikulið upp
ymsastaðni at hugna um - eitt
nú í handlunum í bygdini - og
tað ger fólk í góðum lag.
Leygardagin verður eis
ini skipað fyri konsert á
Kaffistovuni, har m.a. sera
ungir harmonikuspælarar
úr Nólsoy fara at vísa síni
kynstur.
Seinni um kvøldið verð
ur so skipað fyri almenn
um
harmonikudansi
í
Royndarhúsinum, har allir
luttakararnir
sjálvandi
sleppa framat. So er bara at
leita dansiskógvarnar fram
hjá teimum, ið ætla sær ein
“svingom” til harmonikuna
hetta vikuskiftið.
Harmonikutreff í Nólsoy
Harmonikutónarnir fara at ljóma kring alla oynna, tá Føroyskir harmonikuspælarar hava
aðalfund hetta vikuskiftið
Selma
Mikladal