Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 59 - 23. mars 2006 Bringan, boppurnar, bróstini ella til og við júgurini ella melónirnar. Mong eru nøvnini hjá teimum kæru bróstunum. Og týdningarmikil eru tey – bæði fyri kvinnurnar sum bera tey, menninar sum tokkast teimum og børnini sum liva av teimum. Bróst Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Frá tí at bróstini byrja at spíra í 11-12 ára aldrinum eru tey ein partur av kroppinum sum allarflestu konufólk eru glað fyri. Men ikki allar. Summi bróst gevast ikki at veksa og gerast ein alt størri byrða at bera. Hinvegin eru tað summi, sum slettis ikki byrja at veksa, og gerst tað eisini ein byrða – tó ikki ein fysisk. Bróstini útsetast fyri nógvum broytingum gjøgnum lívið. Ein tekur uppá og tapur seg, gerst við barn og gevur bróst. Hetta ger alt, at tey fyrr so vælformaðu og føstu bróstini gerast alt meira lík einum húðsekki. Eftirsum bróstini ofta eru so tengd at myndini vit hava av okkum sjálvum sum kvinnur, er tað týdningarmikið, at tey eru í lagi. Tí er tað ofta at vit velja operatión, um bróstini ikki eru, so sum vit vilja hava tey at vera. Nógv verður, bæði í sjónvarpi og bløðum, tosað um at fáa sær størri bróst við silikon. í 1960-unum, tá gjørligt var at fáa sær silikon í bróstini, vóru tað mest kend úr Hollywood og transvestittar, sum fingu sær hetta. Nú er hetta vorið nakað í vanlig fólk eisini unna sær, og prísirnir eru yvirkomuligir. Hóast tað so eru tað vandar við hesari skurðviðgerð. Bruni kann koma í, silikonið leka út og vevnaðarísetin kan gerðast harður. Eisini hendir tað, at ísetin kann venda sær inni í bróstinum, og at nýggj skurðviðgerð má gerast. Flestu føroyingar, sum hava gjørt hetta, hava antin verið í Danmark ella Ìslandi á privatum sjúkrahúsið. Minka bróstini Skurðviðgerðin fyri at minka bróstini verður gjørd í Føroyum. Og eru tað rættiliga nógvar føroyskar kvinnur sum hava gjørt hetta. Ofta eru tað trupulleikar við rygginum, nakkanum og herðunum, íð liggja aftanfyri, at ein vil minka bróstini. Eisini kann tað verða torført at finna klæði og at íðka ídrótt. Flestu konufólk, íð hava gjørt hetta, verða fyrst biðin um at tapa seg. Um truppulleikin enn er stórur, tá ein hevur tapt seg, verður farið undir skurðviðgerð. Vanligt er, at ikki ber til at geva bróst, aftaná at ein hevur minkað bróstini. – Eg slapp av við pínuna í rygginum, sigur Anna, ið hevur minkað síni bróst. Hon tók avgerðina at skera burturav bróstunum aftaná hon hevði átt fyrsta barnið. Minka bróstini Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo Anna var 24, ár tá hon valdi at leggja seg undir skurðviðgerð. Hon hevði tá roynt at givið bróst, uttan at tað riggaði serliga væl. Bróstini vóru ov stór, og nívdi hetta hana bæði sálarliga og kroppsliga. – Eg visti, at tað nokk ikki fór at bera so væl til at geva bróst aftaná skurðviðgerðina, men eftirsum tað ikki riggaði so serliga væl áðrenn, valdi eg skurðviðgerð, sigur Anna. – Eg fór til kommunu- læknan, og tað var ongantíð nakar trupulleiki at fáa tey at skilja, at eg hevði brúk fyri at minka bróstini. Sjálv skurðviðgerðin var gjørd á Landssjúkrahúsinum av tveimum ymiskum læknum. Tilsamans tóku teir nærum eitt heilt kilo vekk av bringuni hjá Onnu. – Tað sæst, at tað er gjørt av tveimum ymiskum. Annað bróstið er penari enn hitt, sigur hon við einum smíli. Bróstvørtan varð skorin úr, og eisini varð opna undir bróstunum. Aftaná bleiv vørtan seymað uppá aftur hægri uppi, enn hon var áður. – Eg var sjúkrameldað í tríggjar vikur, tá eg ikki skuldi lyfta ella naka sovorðið beint aftaná, sigur Anna. Nú hevur hon stødd C á bróstinum, og ein gitur ikki at hetta er ein kvinna, íð hevur haft trupulleikar við ov stórari bringu, tá ein sær hana. – Eg havi ongantíð angrað, at eg havi gjørt hetta, hóast at tað innibar, at eg ikki kundi geva tveimum av børnunum bróst. Nú er lættari hjá Annu at finna klæði, og bringan passar betri saman við restina av kroppinum. Tíanverri hevur dóttur Annu arvað truppulleikan, men ein troyst er, at tað er ein útvegur. So loysir tú trupulleikarnar – Læknarnir skóru nærum eitt kilo av Nú hevur Anna stødd C á skálunum Mynd Jens Kr Vang