Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 23. mars 2006 31 – Hetta er tað besta, íð er hent í mínum lívið, sigur Maria, sum fekk sær størri bróst 2001. Hon hevði hugsað um skurðviðgerð líka síðani hon gjørdist mamma 1995, og bróstini minkaði niður í onki. Silikonbróst Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo – Tey vóru sum pappír, sigur Maria og tekur í blokkin sum liggur á borðinum. Har var einki eftir, aftaná at eg hevði givið bróst. Maria er ein vøkur kvinna í 40-unum. Hon eitur í veruleikanum nakað annað, men vil ikki avdúka sítt rætta navn. – Eg hevði onki haft ímóti at verði nevnd við mínum verðuliga navni, men tað er so nógv øvundsjúka í Føroyum, so eg lati heldur verða, sigur hon. Maria var nøgd við síni bróst, áðrenn hon bleiv mamma. Tá var hon ein C75, og tað var hesa støddina hon vildi hava aftur. – Eg kontaktaði eitt privat sjúkrahús í Danmark og fekk at vita, at tað kostaði 40.000 krónur. Eg fekk tíð har, men hoyrdi so um eitt stað í Ìslandi, sum gjørdi hetta fyri 15.000 krónur, og valdi eg tí heldur tað, sigur Maria. Skurðviðgerðin tók stutta tíð – Maria møtti á sjúkrahúsinum klokkan 13 og var longu heima aftur klokkan 17 seinnapartin. Áðrenn hon bleiv søvd valdi hon stødd á vevnaðarísetanum – 240 milligram. Skurðurin var gjørdur undir bróstinum og ísetin bleiv lagdur omaná bróstvøddan. Ìsetin hjá Mariu er ikki tað siðvanda silikonið uttan kóksalt, íð ikki er vandamikið at fáa í kroppin. – Tað er meira pínufult at leggja ísetan undir bróstvøddan. Eg hevði næstan onga pínu, sigur Maria um sína skurðviðgerð. Hon hevði nóg mikið av húð, so einki strammaði heldur, tá ísetin var komin innum. – Tað píndi meg so nógv at síggja út, sum eg gjørdi, so pínan eg hevði aftaná var væl verd tað, sigur hon. Nú hevur Maria ta stødd á bróstunum, íð hon vil hava. Og er stolt av at kunna bera strammar og úrringaðar blusir. Einastu ferð hon merkir, at bróstini eru kunstig, er tá tað er rættuliga kalt úti. Tá følast tey kaldari enn áður. Eftirsum hon hevur verið nógso opin um sína skurðviðgerð, eru tað nógvar við bróstinum Minni bróst – Skurðviðgerðin tekur umleið ein og ein hálvan tíma, og er ein heilt niðursøvdur. – Vevnaðurin, sum verður tikin, verður tikin frá ymiskum støðum á bróstinum fyri at uppnáa besta møguliga úrslit. – Helvtin av kvinnunum, sum gera hetta, kunnu ikki geva bróst aftaná. – Sárini verða seymað við pentum, sum kroppurin sjálvur tekur sær av, og við pentum, sum verða tiknar aftaná uml 10 dagar. Plástur skal verða á arrinum í minst tríggjar mánaðir fyri at tey skulu gerast so ósjónlig sum gjørligt. – Eitt kilo á bringuni er tað sama sum 20 kilo sum belastað ryggin Kelda: Plastikkirurgicentrum FAKTA Áðrenn Aftaná – Bróstini vóru sum pappír Størri bróst – Tveir ymiskir bólkar av kvinnum gera hesa skurð- viðgerð. Tær sum eru umleið 20-25 ára gamlar og hava øguliga lítil bróst. Og tær sum eru um 35-40 ár, og hava mist tey bróst tær einaferð høvdu áðrenn tær fingu børn. – Ísetin, íð verður lagdur inn, er vanliga millum 250-350 millilitur. 350 millilitur er samsvarandi eini C ella D skál. Ísetar, sum eru 400 millilitur ella størri, kunnu við tíðini gerast tungir og søkka. – Ymisk sløg av ísetum eru – flótandi silikon var tað, ið ofta varð nýtt fyrr í tíðini, men verður hetta ikki so nógv nýtt nú. Kókisalt, sum faktist bara er vatn við salti í, er nógso vanligt, og fast silikon er eisini nógv brúkt. Við føstum silikonið lekur onki út, um ísetin skrædnar, uttan at bróstið varðveitur sín form – Umleið 85 prosent av øllum ísetum verða nú lagd undir stóra bróstvøddan. Kelda: Plastikkirurgicentrum FAKTA Áðrenn Aftaná kvinnur, sum eru komnar til hana at spyrja um ráð. Hon er sannførd um, at tað eru nógv fleiri kvinnur í Føroyum, sum hava gjørt hetta, enn vit halda. Ætlar tú tær at gera nakra aðra vakurleikaskurðviðgerð? – Nei, men um tað er nakað, ið eg havi brúk fyri at gera í framtíðini, hevði eg ikki ivast eina løtu, sigur Maria. Nú hevur Maria eina C skál – og sær út, sum hon gjørdi áðrenn hon bleiv mamma Mynd Jens Kr Vang Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Modellmynd: Scanpix