Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 5 – Vit vóru samd um, at okkara vegir skuldu skiljast og nú vit hava selt Sosialin, eru sostatt øll bond ímillum flokkin og blaðið endaliga kvett, sigur Jóannes Eidesgaard Fjølmiðlar Áki Bertholdsen aki@sosialinum.fo – Vit hava verið sera glaðir fyri tað samstarvið, vit hava hvat við Sosialin ígjøgnum øll hesi 80 árini. Men leiðsl­ an í javnaðarflokkinum og leiðslan á Sosialinum vóru samd um, at tað einasta rætta var, at okkara vegir skilt­ust. Tað sigur Jóannes Eid­ es­gaard, formaður javn­ aðarfloksins, nú flokkurin hevur selt Sosialin. – Og nú vit skiltust, var tað í allar besta forstáilsi, leggur hann afturat Kortini viðgongur løg­mað­ ur, at tað var við blandaðum kenslum, at Sosialurin nú verður seldur. – Sosialinum og blað og flokkur hava hingið saman í heili 80 ár, men nú endar sostatt hetta kapittulið í søgu floksins og samstundis eru øll bond ímillum Sosialin og javn­ aðarflokkin endaliga kvett. Ein sólskinssøga Løgmaður vísir á, at tað var ikki ein løtt avgerð at selja Sosialin, tí tað eru mong javnaðarfólk, ið hava sterkt tilknýti til blaðið, ikki bara kensluliga, men eisini fíggjarliga. Hann vísir á, at tað eru ikki so fá javnaðarfólk, sum hava spýtt pening í Sosialinum ígjøgnum árini, tá ið blaðið hevur verið í aldudalum og tað hevur Sosialurin verið nakrar ferðir. Seinast leiðslan og nevnd­ in á Sosialinum og leiðslan í javnaðarflokkinum sótu við kreppuborðið, var í 1993, tá ið Sosialinum í veru­leikanum var farin á húsa­gang. – Fyri meg er sølan í dag ein heilt serlig løta, tí eg var ein av teimum, sum sótu við kreppuborðið, henda lagnu­ dagin í 1993 saman við blaðstjóranum á Sosialinum, sum eisini tá æt Jan Múller og floksformanninum, Maritu Petersen og grann­ skoðarunum, Carl Wilhelm Weihe. – Tað endaði við, at flokk­ urin setti allar sínar ogn­ir í blaðið og síðani hev­ur Sosialurin verið ein sól­skins­ søga og hevur ment seg heilt ótrúliga til hann í dag er ein rættiliga góð søluvøra, sigur Jóannes Eidesgaard. – Tað er tekin um, at avgerð­ in, sum flokkurin tók tann dagin í 993, var tann rætta og tað eiga tey rós uppiborið, sum tóku avgerðina, serliga blaðnevndin, floksleiðslan og grannskoðarin. Aftur til kjarnuna Kortini ivast Jóannes Eid­ esgaard ikki í, at mong javn­aðarfólk eru hørm um støðuna, men hann ivast held­ ur ikki í, at tey fara at skilja støðuna, tá ið tey fáa eina frágreiðing. – Tað er ein stórur spurn­ ing­ur, hvat endamálið hjá einum flokki er. Er tað at eiga partafeløg og bløð, ella er tað at føra politiskt virksemi, spyr hann – Tað er sosttatt ein stórur spurningur, hvat flokkurin skal brúka sínar kreftir og sína fíggjarliga orku til. Nú flokkurin hevur selt Sosialin, gevur tað okkum høvi til at miðsavna alla okk­ ara orku um okkara kjarnu- uppgávu, sum er at føra poli­tikk. Men hóast javnaðar­flokk­ urin nú er vorðin fleirfaldur millióningur, kann formaður floksins kortini ikki siga nágreiniliga, hvat peningur skal brúkast til. – Samstundis, sum vit gjørdu av at selja blaðið, varð samstundis avgjørt, at vit skulu gera eina reglugerð fyri, hvat peningurin skal brúk­ast til, sigur løgmaður. – Men tað er kortini greitt, at talan verður um at brúka pengarnar til tað politiska virksemið og at styrkja flokk­in politiskt, leggur hann afturat. Hann vísir eisini á, at javn­ aðarflokkurin var einasti flokkur, sum átti eitt blað. Hinvegin vísa royndirnar, at skal ein politiskur flokkur koma fram við sínum boð­ skapi, er tað ongin treyt longur at eiga eitt blað og tað hevur flokkurin ásannað og tikið avleiðingarnar av. Eitt spennandi íkast Tá ið javnaðarflokkurin lýsti Sosialin, legði flokkurin dent á, at hann vildi tryggja sær, at fjølbroytni í tíðindaflokkinum varð tryggj­að, eisini eftir søluna Jóannes Eidesgaard er sannførdur um, at tað er so staðiliga tryggjað við teimum keyparum, sum nú hava yvirtikið blaðið. – Við hesari søluni fara les­ar­arnir ikki at síggja mun á blaðnum í gjár og blað­­num í dag og vit í flokk­ in­um eru ómetaliga feg­in um, at fjølbroytni í tíð­inda­ flutninginum er varð­veitt. Sjálvur hevur floksfor­mað­ urin fult álit á, at keypararnir megna at føra blaðið víðari og at menna tað. – Jan Múller er sjálv ímynd­in av Sosialinum og er tað nakar, ið brennur fyri Sosialinum, er tað hann. – Tí ivist eg ikki í, at so leingi hann heldur á, verður blaðið eitt Sosialurin eitt spennandí íkast í føroyska fjølmiðlaheiminum. Hug­ skotini til at menna blaðið, tróta heldur ikki, leggur hann afturat. Jóannes Eidesgaard skoytir upp í, at ymir fyrispurningar vóru um at keypa Sosialin, men tá ið avtornaði, var tað bara hesin eini keyparin, sum var til samráðingar. Vit vóru samd um at okkara vegir skuldu skiljast Jan Múller, blaðstjóri og Jóannes Eidesgaard løgmaður takka hvørjum øðrum fyri gott samstarv, men teir vóru samdir um, at teirra vegir skuldu skiljast og Sosialurin gongur nú eini nýggjari framtíð á møti Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, fegnast um keypið av Sosialinum og sær fram til eina spennandi tíð Eigaraskifti Solby A. Eliasen solby@mail.djh.dk Sum ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum kann Jan Müller framyvir eisini kalla seg partaeigara av blaðnum saman við leiðslu og starvs­ fólki og Føroya Tele. – Hetta merkir, at vit sum arbeiða her hvønn dag, nú kunnu verða við til at skapa eitt arbeiðspláss og eitt blað, sum vit sjálvi eiga, sigur Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og viðgongur, at hetta er ein gamal dreymur hjá honum, sum nú er vorðin veruleiki. – Tá tú frammanund­an nýtur so nógva tíð og orku at varðveita og uppbyggja eitt arbeiðspláss, er tað heilt náttúrligt, at tú hevur eitt ynski um at gerast eigari av tí, greiðir Jan Müller frá. Hann hevur starvast á Sosialinum síðani í 1978. Ongir trupulleikar Jan Müller sær als ongan trupulleika í, at somu fólk sum dagliga reka blaðið eisini eru eigarar av tí, og væntar ikki, at keypið merkir, at fíggjarligi karmurin verð­ ur tikin fram um tann jour­ nalistiska. – Í Føroyum er kappingin sera hørð, og marknaðurin rættiliga lítil. Blaðið skal selj­ast, men ikki fyri ein hvønn prís, slær Jan Müller púra fast og leggur afturat, at tað ber væl til at framleiða eitt gott, journalistiskt blað og samstundis leggja dent á søgur, sum skulu selja blaðið. Blaðstjórin heldur ikki, at trúvirðið hjá Sosialinum kann fáa skaða av hesum broytingunum og sipar til ta professionellu journalistisku manningina, ið dagliga starv­ ast á blaðnum. Tilrættisleggja framtíðina Nýggju eigararnir av Sosial­ inum fara ikki at fremja nakrar stórvegis broytingar á blaðnum alt fyri eitt. Ætlanin er, at tann menning, sum blaðið hevur verið ígjøgnum seinastu 20 árini skal halda fram. – Nú fara vit allarfyrst at sessast við borðið og práta saman um framtíðina. Tilrættisleggingar skulu til, og enn kann eg onki ítøkiligt siga um, hvat liggur fyri framman, greiðir nýggi parta­ eigarin á Sosialinum frá. Blaðstjórin leggur dent á, at samstarvið við gomlu eigararnar hevur verið fram­ úr, og hevur leiðslan á blað­ num stórt sæð rikið blaðið eftir egnum førimuni øll árini. – Onkuntíð hava vit sjálv­ andi siglt millum sker, men slíkum slepst ikki undan í fjølmiðlaheiminum, sigur Jan Müller, sum gleðir seg til eitt gott samstarv saman við nýggju eigararnum av Sosialinum. Dreymur vorðin veruleiki