fríggjadagur 24. mars 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 60 - 24. mars 2006
Almannastovan, sum
umsitir játtanina til
umsorgararbeiði,
hevur gjørt av, at
verandi umsorgar
virksemi kring landið
fær somu játtan í 2006
sum í 2005, meðan
nýggjar umsóknir,
sum eisini fella
innanfyri karmarnar í
lóg og kunngerð, ikki
verða játtaðar
Eldraumsorgan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrr í vikuni høvdu vit grein
um Eldrafelagið Nón, sum
hevur stór og góð felagshús
í Saltangará.
Felagið hevur søkt um
stuðul sambært løgtings
lógini um ”stuðul til
umsorgararbeiði”,
men
hevur fingið noktandi svar
frá Almannastovuni, sum
umsitir hesa játtan.
Hóast virksemið hjá eldra
felagnum, sum hevur millum
160 og 170 limir, fellir
innanfyri karmarnar í lógini
og teirri kunngerð og reglum,
sum landsstýrismaðurin
hevur ásett, kundi felagið
ikki fáa stuðul til rakstur av
felagsvirkseminum.
Í svari hjá Almannastovuni
til tey feløg, sum ikki fingu
játtaðan stuðul, verður
grundgivið, hví hesi feløg
ikki kundu fáa stuðul.
Í stuttum er søgan hon,
at Almannastovan hevur
avgjørt bert at ganga
umsóknum á møti, sum áður
eru játtaðar, meðan nýggjar
umsóknir ongan stuðul hava
fingið.
Stuðulsjáttanin til umsorg
ararbeiði er nevniliga 3 mio
krónur minni enn tað, sum
søkt verður um.
Raðfestingin
Í skrivinum til tey feløg, sum
ongan stuðul fingu, verður
víst á, at sambært lógini
kann umsorgararbeiði fevna
um dagtilhald, mattænastu,
vitjunartænastu, ítrív, eldra
feløg, koyritænastu og
annað.
– Endamálið við stuðlinum
er, sigur Almannastovan,
at pensjónisturin skal vera
búgvandi í egnum heimi
– ella, at stuðulin stimbrar
pensjónistum til at gerast
virknari.
Lagt verður aftrat, at í
kunngerðini um umsorgar
arbeiði, er ein raðfesting
ásett, har mattænasta fyri
fólkapensjónistar er sett
sum nr. 1, koyritænasta
ella vitjunartænasta fyri
pensjónistar
sum
nr.
2, dagtilhald fyri fólka
pensjónistar ella minnisveik
sum nr. 3 og onnur tiltøk
ella fyriskipanir fyri fólka
pensjónistar sum nr. 4.
– Heimildin er ein stuð
ulsjáttan, og sambært
viðmerkingunum til lógar
uppskotið verður sagt, at
hetta kann hava við sær,
at umsóknir ikki fáa eins
høgar stuðulsupphæddir
og áður – eins og til ber at
sýta umsøkjarum stuðul
við teirri grundgeving,
at játtanin er brúkt, sigur
Almannastovan.
Grundgevingar
Almannastovan
sigur
víðari:
– At heimildin er ein
stuðulsjáttan, ger, at neyðugt
er eisini at taka hædd fyri
fíggjarjáttanini – umframt,
at hædd verður tikin fyri,
at umsóknin lýkur tey
materiellu krøvini í lógini
og kunngerðini.
Í skrivinum verður upplýst,
at samlaða stuðulsjáttanin til
umsorgararbeiði er stívliga
5,3 mió krónur. Samlaða
talið av umsóknum er 43,
og søkt verður um stívliga
8,3 mió tilsamans.
– Tá ið atlit skulu takast
til bæði materiell krøv í
lógarásetingini og samlaðu
fíggjarjáttanini,
hevur
Almannastovan – umframt
at leggja dent á raðfestingina
sambært kunngerðini –
eisini tikið atlit til verandi
virksemi og nýtt virksemi
innan hvønn bólk, sigur
stovnurin.
Eingin nýggj játtan
At enda í skrivinum til
tey feløg, sum ikki hava
fingið játtaðan stuðul til
umsorgararbeiði,
sigur
Almannastovan, at tey hava
gjørt av, at verandi virksemi,
ið hoyrir undir bólk 3, fær
somu játtan sum í 2005,
meðan nýggjar umsóknir, ið
hoyra til bólk 3, ikki verða
játtaðar.
– Tykkara virksemi kemur
undir bólk 3 (dagtilhald), og
talan er um nýggja umsókn.
Tískil er gjørt av ikki at
ganga umsóknini á møti,
sigur Almannastovan.
At enda í skrivinum verður
víst á, at avgerðin – innan
4 vikur eftir móttøkuni av
svarinum – kann kærast til
Kærunevndina í almanna-og
heilsumálum.
Oljuleki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað eydnaðist okkum ikki at
fáa eina neyvari frágreiðing
um leitingina eftir oljuleka á
Statoil í Saltangará, áðrenn
blaðið fór til prentingar í
dag.
Stjórin á Statoil, Niels Juel
Nattestad, sat á fundi, men
varð væntandi leysur beint
eftir middagsleitið, tá ið
hesar reglur eru skrivaðar.
Sosialurin hugdi fram við
á Statoil-støðini í Saltangará
í morgun, og eftir hvat fólk
vita at siga, hevur Statoil stað
fest leka á onkrum røri, sum
hevur ligið undir betongi.
Vit fingu orð á dagliga
leiðaran á støðini í Saltangará,
Hilmar Sam Lamhauge og
Jóhan Poulsen, sum hevur
ábyrgdina av tangum og
leiðingum hjá Statoil, men
teir vístu báðir til stjóran,
Niels Juel Nattestad.
Frágreiðingin bíðar
Í evstu løtu, áðrenn hesar
reglur vórðu skrivaðar, fingu
vit orð á Niels Juel, sum var
staddur í bili.
Hann hevði ikki møguleika
at greiða frá málinum, men
vit avtalaðu at tosa saman
aftur mánadagin.
Hvørki Hilmar Sam Lam
hauge ella Jóhan Poulsen
dugdu at siga okkum, nær
Statoil-støðin í Saltangará
letur uppaftur.
Statoil hevur funnið
oljuleka í Saltangará
Statoil hevur gjørt eitt stórt
arbeiði fyri at finna út av,
hvaðani oljuroykurin, sum
á ávísari ætt hevur plágað
grannalagið í seinastuni,
stavar
Mynd: Vilmund Jacobsen
Umsorgararbeiði:
Ongar nýggjar umsóknir játtaðar
Almannastovan, sum umsitir játtanina til umsorgararbeiði, hevur avgjørt bert at ganga umsókn
um á møti, sum áður eru játtaðar, meðan nýggjar umsóknir ongan stuðul hava fingið. Stuðuls
játtanin til umsorgararbeiði er nevniliga 3 mio krónur minni enn tað, sum søkt verður um
Eldrafelagið Nón í Salt
angará, sum fekk noktandi
svar upp á umsókn um stuðul
til umsorgararbeiði, hevur
avgjørt at kæra avgerðina
hjá Almannastovuni til
Kærunevndina í almanna-og
heilsumálum
Mynd: Vilmund Jacobsen