fríggjadagur 24. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
7
Komandi viku gevur
bókmentafrøðingurin
og viðmerkjarin
Bergur Rønne
Moberg út nýtt
greinasavn. Savnið er
eitt aktuelt íkast til
kjakið um tjóðskap,
alheimsgerð, skald
skap o.a, í eini roynd
at hugsa modernitetin
inn í føroyska mentan
Greinasavn
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nýggja greinasavnið hjá
Bergi Rønne Moberg, “Tá
søgan byrjar á staðnum”
er eitt savn av nýggjari
essayistiksum og akadem
iskum greinum, ið sum oft
ast taka støði í áleikandi við
urskiftum, eitt nú føroyska
innflytarapolitikkinum,
føroyskum tjóðskapi og
mentan og hugsan í breiðari
merking.
Nærverandi fráveran
Savnandi ímyndin í grein
unum er staðið og ferðin í
ávísan mun við støði í upp
havinum og royndum hjá
høvundanum sjálvum. Yvir
høvur setur savnið stað og
heim í samband við sterkan
trúnað og lemjandi miss av
trúnaði.
Ímyndin um heimið í
lívi sum í list er hart rakt
av modernitetinum og tí
syndraða heiminum í kjal
arvørrinum av honum. Sam
stundis ásannar høvundurin,
at tann kensla av meiningar
loysi, sum stendst av mistum
trúnaði, skapar óvæntað
nýggja meining, tá orð verða
sett á missin. Á henda hátt
uppdagar ein, at tað mista
ikki kann avskrivast sum
ein farin heimur, men er ein
nærverandi frávera á tremur
við spenningum millum
ósambærligar heimar.
Víðari sigur høvundurin,
at sterka ímyndin um eitt
(mist) heim ber prógv um,
at tann at vísa seg alvaldandi
moderniteturin ikki umfatar
alt. Ein høvuðshugsan í við
gerðunum av skaldskapi er, at
tilveran ikki kann javnsetast
við tað modernaða, og at ein
staklingurin ikki er endamál
ið við øllum. Fyribrigdi sum
dreymar, mýtur, minni,
longsul, útsett gleði, ein
semi, líðing, samkensla,
staðarkensla, náttúrukensla
hava somuleiðis eina kjarnu
av dýpd og tíðarloysi í sær
og peika samstundis inn í
og út um einstaklingsgerð.
Hesi grundleggjandi tilveru
viðurskifti mynda eina bak
grund, sum fevnir um menn
iskjaeintøk til allar tíðir.
Samanumtikið verður sans
urin fyri hesum fyribrigdum
lýstur sum ein kærkomin,
kritiskur undirstreymur í
einum høvuðsráki, sum er
tann herjandi búskaparliga
rationalisman.
Føroyskt kjakíkast
Tær meir samtíðarfinnandi
greinarnar í savninum fevna
um bæði politikk, mentan og
skaldskap. Í so máta er savnið
er eitt aktuelt íkast til kjakið
um tjóðskap, alheimsgerð,
upplýsing, fjølmiðlar, væl
ferð, innflytarapolitikk,
skaldskaparfrøði, meta
fýsikk, bókmentasøguskriv
ing, bíbliutulking og verðs
liggering. Í hesum sambandi
verða Føroyar sum heim,
mentan og samfelag settar
í eitt altjóða og eitt alment-
menniskjaligt høpi.
Flestu greinirnar viðvíkja
føroyskum viðurskiftum.
Eitt afturvendandi evni í
hesum greinunum er roynd
in at hugsa føroyska mentan
inn í modernitetin uttan at
moderniteturin verður settur
at umboða alt, sum er við
komandi, og øvugt at hugsa
modernitet inn í føroyska
mentan sum nakað, ið kann
viga upp í móti nostalgiskum
upprunalongsli. Greinirnar
serliga í øðrum parti saman
bera siðbundin viðurskifti í
føroyskari mentan við fleir
mentaðan opinleika.
Fatanarkarmur
Í tráð við at nógvar av grein
unum bera dám av tilveru
hugsan, hevur høvundurin
hildið tað verið hóskandi
at ramma bókina inn við
tveimum minnisgreinunum
um ávikavist mammu sína,
Maria Rønne Hansen og
franska heimspekingin Paul
Ricoeur. Ásannandi tann
stóra týdning, hesi bæði
menniskju hvørt á sín hátt
hava havt fyri hansara til
verufatan og hugsunarhátt,
mælir høvundurin til, fyrst
at lesa hesar greinar, um ein
ynskir at fáa betri umhald
um ta fatan av moderniteti
og metafýsikki, sum savnið
umboðar.
Nýtt greinasavn:
Modernitetur og føroysk mentan
Í nýggja greinasavninum “Tá søgan byrjar á staðnum” ger høvundurin Bergur Rønne Moberg
m.a eina roynd at hugsa modernitetin inn í føroyska mentan á ein hátt, sum kann viga upp
ímóti nostalgiskum upprunalongsli