fríggjadagur 24. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 60 - 24. mars 2006
– Tá ið tað frættist,
at Sosialinum var
til sølu, var tað púra
natúrligt at Føroya
Tele lá framvið sum
ein keypari fyri fyri
at tryggja okkara
áhugamál, sigur
Richard Mortensen á
Føroya Tele
Fjølmiðlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tá ið tað frættist, at Sosial
urin var til sølu, var tað heilt
nátúrligt, at vit lógu fram
við sum ein keypari fyri at
tryggja okkara áhugamál.
Tað sigur Richard Morten
sen, stjóri í FT-Samskifti,
sum er eitt dóttirfelag hjá
Føroya Tele.
Sum tað sæst aðrastaðni
í blaðnum, er Føroya Tele
ein av nýggju eigaranum
av Sosialinum og sostatt er
telefyritøkan farin undir eitt
spildurnýtt kapittul í søgu
felagsins.
– Hetta er eitt nýtt kapittul
í okkara verð, men hetta er
eitt tiltak, sum vit fara undir
við stórum spenningi.
– At vit eru við til at keypa
Sosialin er eitt heilt natúrligt
framhald av tí samstarvi, vit
hava havt nú í nøkur ár.
Í stórum vøkstri
Í nøkur ár hava Føroya Tele
samstarvað við Sosialin um
tíðindi á portal.fo, umframt
um ítróttartíðindi á sportal.
fo og ungdómstíðindi á
planet.fo.
– Hetta eru tríggjar avbera
væl vitjaðar síður á inter
netinum, serliga portalurin,
sum er í serflokki mest vitjaða
heimasíða í landinum við
200.000-250.000 vitjanum
um vikuna.
– Tað sigur okkum bara
tað, at tað, at er ein mun
andi partur av Føroya fólki,
ið hevur portalin sum ein
natúrligan part av gerand
isdegnum og tað sama ger
seg galdandi fyri sportalin
og planetina.
Richard Mortensen sigur,
at hesi seinastu árini hevur
rættiliga stór øking verið á
hesum øki, har Sosialurin
hevur staðið fyri tíðinda
flutninginum og har Føroya
Tele hevur lagt dent á at
menna tøknina.
– Eitt ítøkiligt úrslit av
hesi tøkniligu menningini er
flags-tænastan, har tað ber til
at fáa tíðindi á fartelefonina,
sum eisini hevur verið eitt
sera væleydnað tiltak.
Ein vinnulig íløga
Stjórin í FT-Samskiftið sig
ur, at hesi seinastu árini
hevur hetta virksemið við
portalinum, sportalinum,
planetini og flags verið í
stórum vøkstri.
– Hetta er ein partur í rák
inum í londunum rundanum
okkum, har tað ber til at fáa
tíðindi á fleiri miðlum.
– Og tað er ongin ivi um,
at tann íløga, vit nú gera
í Sosialin, er burturav ein
vinnulig íløga, har ætlanin
er at menna hendan partin av
virksemi okkara enn meiri.
– Sosialurin vil fegin
menna og veksa um miðla
virksemið og vit vilja fegin
menna tøknina á hesum øki
og skapa spennandi møgu
leikar tann vegin og í so máta
er talan um eitt spennandi
samstarv.
Richard Mortensen dylir
heldur ikki fyri, at Føroya
Tele sær stórar møguleikar
fyri vøkstri.
– Vit hava verið sera væl
nøgd við samstarvið við
Sosialin og tí er tað heilt
náttúrligt, at tað heldur fram
og verður ment enn meiri.
Hann vísir á, at persónliga
samskiftið ímillum báðar
fyritøkurnar hevur verið sera
gott og at samstarvið hevur
havt positiva ávirkan á báðar
fyritøkurnar og sostatt er tað
heilt natúrligt at halda frma
og at menn atað enn meiri.
– At vit nú keypa Sosialin
í felag, síggi eg sum eina
staðfestin av tí samstarvi,
sum hevur verið, leggur
hann afturat og saman við
Sosialinum meta vit eisini,
at tað er góður gróðrarbotn
ur fyri at finna vakstrarmøgu
leikar.
Men enn kann hann onki
siga um, hvønn veg hetta
samstarv skal mennast, tí
nú skulu nýggju eigararnir
á Sosialinum seta seg saman
at stinga framtíðina út í kort
ið.
Vit síggja stórar møgu
leikar fyri vøkstri
saman við Sosialinum
- Av vit nú eru við til at keypa Sosialin, síggi eg sum eina staðfesting av tí samstarvi, sum hevur
verið, sigur Richard Mortensen á Føroya Tele. Hann sær stórar møguleikar fyri vøkstri í einum
samstarvi ímillum Sosialin og Føroya Tele
VØRUNÝTT
Louis Poulsen
Lighting letur upp
ser-deild hjá Idé
Møblum í Havn
– ein sokallaður
handil í handlinum,
har eitt úrval av
kendu vørunum hjá
ljósføris-firmanum
verða víst samlað.
Vøruúrvalið hjá Louis
Poulsen Lightings fevnir
vítt – líka úr teimum
kendu
PH-lampunum
og klassikarunum hjá
Arne Jacobsen til tað
raffineraða og nýskapandi
ljósføri hjá sniðgevanum
Louise Campbell. Altíð
hava teir mest áhugaverdu
og gávuríku sniðgevarnir
funnið vegin fram til
Louis Poulsen og úrslitið
er ljósføri, ið fer sína
sigursferð
um
allan
heim.
Ljósføris-filosofiin
handan vøruna er einkul
og inniber at funktión,
hentleiki og atmosfera
skulu ganga upp í eina
hægri eind. Við øðrum
orðum eru lampurnar
ikki bara í sær sjálvum
óvanligar innan ljósføri
og sniðgeving. Tær senda
eisini eitt gott og fjálgt
ljós – eitt ljós, sum tað
er eitt njótilsi at vera
nær, líkamikið um tað
er í spísistovuni ella yvir
fundarborðinum. Hetta eru
alt samalt dygdir, sum nú
ber til at síggja við egnum
eygum hjá Idé Møblum í
Havn.
Áhugin fyri góðum ljósi
er vaksandi – tíbetur, tí
gott ljós er avgerandi
fyri okkara vælveru.
Ljósførisráðgevar hjá
Louis Poulsen Lightings
skúlað starvsfólkini hjá
Idé Møblum, sum sostatt
kunnu upplýsa og ráðgeva
viðskiftafólkunum í júst tí
ljósførinum, tey hava fyri
neyðini.
“Vit gleða okkum til at
vísa nýggju serdeildina
fram og til at ráðgeva
okkara viðskiftafólki, so
tey føla at tey fara heim
við virðismiklari vitan um
ljósføri og og um vørurnar”
sigur Birgir Andreassen
hjá Idé Møblum í Havn.
Idé møblar selja Louis Poulsen
Snapalarm eitur
eitt nýtt slag av
roykávaring sum
verður sett á
lampuledningin.
Tað eru tveir sviðar
– Rickard Grønstedt
og Michael
Olsson sum
hava uppfunnið
Snapalarm.
Snapalarm verður sett
ur upp uttan brúk av
amboðum. Roykávaringin
verður bara klípt um
lampuledningin og so
hangur hon har.
Tað smartasta við
hesum, er næstan. at tað
ikki ber til at seta tað fast
um onki battarí er í. Tí
kann ein altíð verða sikkur
uppá at roykávaringin
fungerar.
Thomas Dam Búnýti
selur Snapalarm.
Klíp roykávaringina fasta