fríggjadagur 24. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
9
UTTAN ÚR HEIMI
Mira skal takast
Myndugleikarnir í Serbia
kunngjørdu í gjár, at einkjan
eftir Slobodan Milosevic,
Mirjana Markovic, skal
handtakast.
Mirjana
Markovic,
sum hevur búð í Moskva
tey seinastu trý árini, er
skuldsett fyri svik og
valdsmisnýtslu. Í síðstu
viku ljóðaði, at hon ætlaði
sær til Serbia at fylgja
manninum til gravar, men
at hon var bangin fyri at
verða handtikin, um hon
kom. Myndugleikarnir
gjørdu tí av at veita henni
trygd fyri, at teir fóru ikki
at taka hana, men hon kom
ikki kortini.
Nú hava serbisku mynd
ugleikarnir so kunngjørt
handtøkuboðini so av
nýggjum.
Kanna norskar íløgur
Norska løgreglan hevur
avgjørt, at tann serliga
deildin, sum tekur sær av
fíggjarligum brotsverkum,
skal kanna viðurskiftini hjá
nøkrum norðmonnum, sum
hava gjørt íløgur fasta ogn
í brasilska landspartinum
Natal.
Kanningin verður sett í
verk, eftir at tað er komið
fram, at norskir brotsmenn
og vinnulívbsmenn, sum
eru farnir á húsagang, hava
sett fleiri milliónir krónur
í jørð og ymsar menningar
ætlanir í Natal.
Løgreglan í Brasil hev
ur eisini gjørt av at kanna
viðurskiftini í samráð
við teir norsku myndug
leikarnar. Ætlandi skal
brasilska løgreglan kanna
virksemið í Brasil, meðan
norska løgreglan skal kanna
fortíðina hjá teimum, sum
hava gjørt íløgurnar, skrivar
ANB úr Oslo.
Skiparin ikki ákærdur
Herfyri ljóðaði, at russiska
ákæruvaldið hevði ákært
skiparan á trolaranum
”Elektron”, tí hann rýmdi
undan einum norskum
sjóverjuskipi. Tveir norskir
eftirlitsmenn vóru umborð
á trolaranum, tá hann
rýmdi.
Men skiparin er ikki
ákærdur. Sambært Fiskeri
bladet er hann skuldsettur,
men málið skal kannast bet
ur, áðrenn møgulig ákæra
verður reist ímóti honum.
”Elektron” er úr Murmansk,
men tað er ríkisadvokaturin
í St. Pætursbog, sum skal
taka støðu til málið.
Norsku myndugleikarnir
siga seg hava skilt, at russiski
ríkisadvokaturin heldur tað
vera serliga álvarssamt, at
trolarin rýmdi við teimum
báðum eftirlitsmonnunum.
Hinvegin er ikki greitt, um
skiparin verður ákærdur
fyri ólógliga veiði.
Norska sjóverjan sigldi
aftan á trolaranum, men
teir báðir menninir sluppu
ikki umborðaftur, fyrr enn
”Elektron” var komin í russ
iskan sjógv.
Hægri aldursmark fyri giftu
Nú sleppa franskar gentur,
sum eru yngri enn 18 ár,
ikki at gifta seg. Tað hava
tær annars havt loyvi til,
síðani Napoleon ráddi fyri
borgum fyri tveimum øld
um síðani. Tá bleiv avgjørt,
at gentur kundu giftast, so
skjótt tær høvdu fylt 15,
men at dreingir máttu bíða,
til teir vóru vorðnir 18.
Hesar reglurnar hava
verið í gildi higartil, men
í gjár samtykti franska
tjóðartingið at hækka ald
ursmarkið hjá gentunum til
18 ár, so markið er tað sama
hjá báðum kynunum.
Politikararnir siga, at
broytingin skal forða fyri,
at gentur verða tvingaðar
at gifta seg, og harafturat
skal broytingin fyribyrgja
harðskapi ímóti kvinnum.
Myndugleikarnir vilja vera
við, at í 2003 vórðu 70.000
ungar franskar gentur tving
aðar at gifta seg.
Við broytingini eru tær
fronsku reglurnar tær somu
sum í teimum flestu ES-
londunum, skrivar AP úr
París.
Hvítu Húsini royna
av øllum alvi at forða
fyri, at støðan í Irak
verður umrødd sum
borgarakríggj, tí eitt
slíkt kann geva USA
trupulleikar
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Í mínum eygum hava irakar
lodda dýpið og eru komnir
til ta niðurstøðu, at teir vilja
ikki hava borgarakríggj.
Soleiðis svaraði George
W. Bush, forseti, tá hann fyrr
í vikuni bleiv spurdur, hvat
hann helt um, at fyrrverandi
irakski forsætisráðharrin Iyad
Allawi hevur lýst støðuna
í Irak sum borgararkíggj.
Teir flestu serfrøðingarnir
taka undir við Allawi. Aðrir
siga, at støðan líkist so nógv
borgarakríggi, at tað restar
lítið í, til støðan kann lýsast
við tí orðinum.
Men hjá Bush-umsitingini
er tað sera umráðandi at
forða fyri, at fjølmiðlarnir
brúka okkurt annað orð enn
borgarakríggj, sigur Monica
Toft, sum starvast á strateg
iska stovninum á lærda Har
ward-háskúlanum.
– Brúka vit orðið borgara
kríggj, merkir tað, at ameri
kanska átakið í Irak er mis
eydnað, og harafturat verður
tann vanliga uppfatanin, at
okkara hermenn og irak
ararnir eru falnir til fánýtis,
sigur hon við útvarpið Natio
nal Public.
Monica Toft leggur aftur
at, at verður støðan í Irak
lýst sum borgarakríggj, fara
fólk at seta spurnartekin við,
hvat teir amerikonsku her
menninir gera har. Uppgáva
teirra var at skipa Irak sum
eitt demokrati, men tað ber
ikki til at tosa um demokrati
í einum borgarakríggi, sigur
hon.
Hvønn skal
USA stuðla?
Fyrrverandi heryvirmaðurin
Thomas X. Hammes, sum
hevur skrivað eina bók um
kríggj í 21. øld, heldur ikki,
at tað ber til at tosa um rætti
ligt borgarakríggj í Irak, tí
stjórnin í Bagdad situr enn.
Hetta hevur serliga týdning
fyri USA, sigur hann, tí
hevði Irak onga stjórn, høvdu
amerikanararnir komið í
eina sera trupla støðu.
– Hvønn skulu vit stuðla,
um tað endar við einum veru
ligum borgarakríggi? Onkr
an shiamuslimskan bólk?
Ein sunnimuslimskan ella
kanska ein kurdiskan, spyr
Hammes í samrøðu við
National Public-útvarpið.
Afghanski forsetin
lovart at verja Ahmed
Rahman, men teir
muslimsku prestarnir
krevja hann dømdan
til deyða fyri at hava
tikið við kristnari
trúgv
Afghanistan
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært hægstarætti í
Afghanistan kann tann 41
ára gamli Ahmed Rahman
dømast til deyða, tí hann
hevur tikið við kristnari
trúgv. Málið hevur vakt stór
an ans, og fleiri lond hava
kravt, at maðurin verður lat
in leysur.
Kanadiski forsætisráð
harrin, Stephen Harper,
sigur seg hava fingið at vita
frá Hamid Karzai, forseta,
at Ahmed Rahman verður
ikki tikin av døgum, og í
gjár bað amerikanski uttan
ríkisráðharrin, Condoleezza
Rice, afghanska forsetan
síggja til, at málið fær eina
góða loysn.
Men teir muslimsku prest
arnir í Afghanistan lata seg
ikki ávirka av trýsti uttan
eftir.
– At venda sær frá Islam er
at niðra Guð, og tað kunnu
vit ikki góðtaka. Tí skal
hesin maðurin lata lív, sigur
presturin Abdul Raoulf við
tíðindastovuna AP. Abdul
Raouf verður mettur sum ein
av teimum hóvligu andaligu
leiðarunum í Afghanistan,
men í hesum málinum er
hann sera avgjørdur.
– Kappið høvdið av hon
um, sigur hann.
Bush vil ikki hoyra
orðið borgarakríggj
Halda fast um deyðadóm
fyri umvending
Borgarakríggj ella ikki. Í hesum bilinum lá ein bumba, sum drap fleiri fólk í Bagdad
Mynd: Reuters