fríggjadagur 24. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 60 - 24. mars 2006
Tað er langt síðan, at flokksblaðið í Norðurlondum fór í
søguna. Gongdin innan alt, sum eitur blaðútgáva, hevur leingi
gingið fram ímóti tí politiskt óhefta blaðnum. Orsøkirnar til
hesa tilongd eru fleiri, men ein høvðusorsøkin er helst tann,
at eitt dagblað er ikki longur besti miðil hjá einum politiskum
flokki til tess at røkka tí størsta veljaraskaranum. Flokkar
hava í dag heilt aðrar miðlar og heilt aðrar møguleikar at
fáa boðskapin fram og hevur hetta so eisini mangan ført til,
at flokksbløð hava liðið ein stillan blaðdeyða.
Øll hendan tilgongdin hevur sostatt fleiri orsøkir. Ein týð
andi orsøk er, at lesarin vil hava vissu fyri, at tíðindi ikki
eru politiskt litað. Nú er objektivur journalistikkur eitt sera
breitt hugtak, og ósemjan er mangan stór um hetta. Hinvegin
man almenn semja vera um, at tíðindi eiga ikki at vera
litað av flokkspolitiskum sjónarmiðum. Tað eru nú nógv
ár síðan, at Sosialurin innihaldsliga gjørdist púra óheftur
av Javnaðarflokkinum. Nú er blaðið so vorðið formliga
óheft av flokkinum við tað, at Javnaðarflokkurinn hevur
selt blaðið. Hetta er ein klók og djørv avgerð. Tað er tó ikki
óhugsandi, at avgerðin sker javnaðarfólk í hjartað. Kortini
er avgerðin klók, um ein vil blaðnum væl, og hetta fara
javnaðarfólk at skilja sum frálíður. Royndir úti og heima
hava greitt víst, at tað er eitt mark fyri, hvussu langt tú
kanst menna eitt flokksblað. Gongdin innan miðlaheimin
setir heilt onnur krøv til eitt blað og eitt blaðhús enn bert
fyri fimm árum síðan. Skal blaðið ikki bert yvirliva, men
styrkjast og mennast og fara inn á nøkur av teimum sporum,
sum eyðkenna eitt nútímans miðlahús, so skulu stórar íløgur
gerast, so skal nýtt virksemi byrjast og so mugu blað og
miðlahús verða eisini formliga vera óheft av politiskum
flokki. Hetta tænir bæði flokki og blað best, men hetta mál
kann ikki røkkast við flokksblaðsmyndlinum.
Vit, sum nú eru við til at keypa blaðið, kenna sjálvsagt eina
sera stóra ábyrgd yvir fyri tí blaðstjórnarligu linju, sum
vit sjálv hava hildið í nøkur ár. Henda linja hevur verið
púra greið: vit hava hildið eina kós, sum hevur verið sett
út frá hóvligum vinstrahallum sjónarmiðum. Ella sagt á
annan hátt: hóast vit ikki hava virkað sum Javnaðarflokksins
flokksblað, so hava vit í okkara redaktionellu sjónarmiðum
verið fyri friði og samhaldsfesti úti sum heima. Vit hava ikki
dult okkara atfinningarsomu støðu til eitt nú verandi leiðslu
í USA, sum vit eins og nógvir europear halda, leiðir heimin
í óføri. Men henda støða hevur ikki og fer ikki í framtíðini
at forða okkum í at vera atfinningarsom mótvegis einum og
hvørjum føroyskum flokki, eisini Javnaðarflokkinum, um
vit halda orsøk vera til tess. Samstundis kunnu vit lova, at
allir flokkar skulu fáa eina fair viðgerð í blaðum og rúmd
fyri teirra áskoðanum.
Vit loyva okkum annars at tulka søluna sum eina stóra
álitisváttan og eina viðurkenning av tí arbeiði mong okkara
hava lagt í okkara arbeiðspláss fyri at føra Sosialin fram í
fremstu røð í føroyska blaðheiminum. Vit hava funnið ein
strategiskan íleggja í Føroya Tele og gevur henda støða
samlað sera góðar menningarmøguleikar. Vit kunnu lova
seljara, partnara og lesarum okkara, at vit ikki fara at spara
okkum, men fara at leggja uppaftur meira orku í at gera
blaðið uppaftur betri og at menna arbeiðsplássið til eitt
nútímans miðlahús við tí virksemi og teimum tilboðum,
sum hoyrir einum slíkum til. Dagurin í dag er ein stórur
dagur fyri Sosialin, Javnaðarflokkin, starvsfólkið, Føroya
Tele og fyri síðst men ikki minst okkara lesarar, lýsarar
og viðskiftafólk annars, sum fara at fáa eitt enn betri blað
og nýggjar og betri tænastur á ymsu miðlapallunum. Her
vóna vit eisini, at karmur okkara, Miðlahúsið fer at vera
innbjóðandi og at geva íblástur til framtíðar virksemi av
ymsum slag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein stórur dagur
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sum tað hevur ljóðað, so varð
bókin hjá Ólavi Rasmussen,
um Kirkegaard væl seld. Eg
vil her gera eina viðmerking
heilt stutt.
Ólavur Rasmussen kemur
til ta niðurstøðu og tað ger
ummælarin, Kim Simonsen
eisini, at Kirkegaard meinar,
at tey, sum siga at tey eru
frelst, ella hava funnið sann
leikan, eru á skeivari leið.
Um hesir menn skilja
Kirkegaard rætt, dugi eg
ikki at siga, eg havi ikki lis
ið Kirkegaard, men eg loyvi
mær at ivast, um hann er
heilt rætt skiltur.
Í hvussu so er; tey sum hava
eina slíka fatan, hava ikki
skilt nøkur grundleggjandi
ting, eri eg bangin fyri.
Tá vit siga, at vit eru frelst
og komin at kenna sann
leikan, so er tað misskilt, um
vit vera fatað soleiðis, at tað
eru vit, sum nú hava funnið
útav einum ella øðrum. Nei,
hin frelsandi trúgvin er ikki
nakað stórt, sum eg havi
avrikað. Tí sigur Paulus í
Rómbr.: »Tí er tað av trúgv
fyri at tað skal vera av náði«
Og í 2. Kor. sigur hann: »Eg
trúði, tí talaði eg«.
Vit trúgva, tí Harrin sigur
tað og hann lýgur ikki. Eg
veit, at tað er ikki altíð so
skjótt at koma til hesa sann
roynd, tað sigi eg av egnum
royndum. Men ein góðan
dag, ella tíð í mínum lívi
gekk tað upp fyri mær, eins
og mongum øðrum, sum
vitna, at tey eru frelst – eiga
ævigt lív, at frelsan er ein
gáva. Eg plagi at siga, at
tað er um tá ið lærarin lærir
barnið. Roknistykkið kann
tykjast so torført, men so
brádliga – so gongur tað
upp fyri barninum: »Á, nú
skilji eg tað, nú síggi eg tað,
sjálvandi 2+2 er 4.
Nú fer sjálvandi eingin
rættsiktaður persónur at
siga: »Hov hov hatta mást tú
ikki siga, tú mást ikki reypa,
tað er ikki sikkurt hóast alt,
at 2+2 er 4. Tað sikrasta er
at ivast um alt, tá er man
lítillátin«.
Nei, Harrin Jesus sjálvur
sigur hetta. »Tann, sum sær
sonin – t.v.s. skilur frelsu
vegin og trýr - hevur ævigt
lív«. Sær, skilir júst sum
barnið.
Vit hava einki at rósa okk
um av, vit trúgva bara ein
falt tí, sum Gud sigur í orði
sínum.
Um Kirkegaard virkuliga
lærdi hatta, sum nevnt varð,
so fór hann skeivur.
Í hvussu so er. Við at hugsa
og spekulera við okkara lítla
viti, kunnu vit skjótt fara
vill. Tað er bert hin einfalda
trúgvin á orð Guds – sum
ikki er skrivað av monnum,
men er ein opnbering úr enda
í annan – sum ber á mál.
Antin – ella
Richard
Danielsen
Lag: Nánd
Nú klandrast tey stóru um hvat, ið er list,
og hvør, ið skal fáa av køkuni fyrst.
Hvønn annan tey kákstrúka leingi og væl,
í egnari fávitsku liva sæl.
Og Ólavur stendur í Beitinum enn,
og nú er hann illur og gríslar tenn.
Um Róa eg bað til gubba hjá mær,
úr grunninum peningur játtaður varð.
So gávuleys Dagny nú situr í dag,
tí einki tað dugir, hon festir á blað.
Hann Jensen, hann dugir nógv betur enn øll
at skriva um fananskap, devlar og trøll.
Og Kinna er sessast á ovastu rók
at døma um list, tí hon er so klók.
Frits er amatørur, tað vita hann skal,
og tí kann hann ongantíð mála væl.
Og Jústinus roynir at skriva um Kaj,
men Ebba í fimmara svarar nei,
tað er ikki skaldskapur, góðtak nú tað,
far heldur og skriva í onkrum blað.
Og Rói er komin í svárastu neyð,
hann vil ikki skaldunum sýta breyð.
og næstu ferð fáa øll - sum nú er kraft,
so kanska tey halda at enda kjaft.
Klumman hjá Høgna er lítil men góð,
hon sigur tað, ið millum linjurnar stoð.
Og kemur so onkuntíð Klumman í bók,
tá sett verða skald - øll - í skammikrók.
Ein skurvutur skari nú stendur á rað,
og fellur for Róa nú niður á knæ
og bønar og biður: Tú styrkin veit mær,
so skal eg í bløðunum rósa tær.
Nú skaldini royna at finna út,
hvør størstur man vera, men vita ei av,
at tíðin tann nógv besti dómari er,
tí tænir alt klandrið als ongum her
Óðin Odn
Tey stóru nú klandrast