fríggjadagur 24. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
11
Hvussu kann Havnin mennast
til ein orkumiðdepil, sum
dregur ressursur til sín, og
sum hevur allan heimin sum
marknað? Stóratjørn er eitt
boð, men kunnu hálvonnur
millard krónur hjá Jákupi á
Dul gagnnýtast enn betri?
Her er ein áheitan til øll at
koma við konstruktivum hug
skotum til Jákup á Dul og
Tórshavnar býráð – umframt
nøkur boð, sum vónandi
kunnu nýtast til íblástur.
Góði Jákup á Dul. Sum tann
góði forrætningsmaðurin,
tú ert, ert tú greiður yvir,
at um tú vilt selja nakað til
onkran og tjena pengar, so
ert tú noyddur til at kenna tín
málbólk og tørvin hjá mál
bólkinum. Tú vilt fegin hava
ressursusterkar føroyingar
í útlegd heim at búgva í
Stórutjørn, sigur tú. Fyri at
taka eitt ítøkiligt dømi um
ein føroying, ið hevur bygt
sær eina framgangsríka karri
eru uttanlanda, men sum er
opin fyri at flyta til Føroya
– so lat meg siga eitt sindur
um meg, og um hví eg ikki
búgvi í Føroyum enn, so tú
fært ein varhuga av, hvat
kanska skuldi til fyri at
lokka ein sum meg heim. Eg
kann bara tosa út frá egnum
sjónarmiði, men vónandi
tosi eg fyri fleiri.
Væntandi avbjóðingar
í Føroyum
Tað skal nokk so nógv til,
tá man sum eg siti sum blað
stjóri á einum av teim størstu
blaðsuccesunum í Danmark,
sum eg havi verið so heppin
at vera við til at skapa. (Til
tína upplýsing snýr tað seg
um KIWI magazine, sum
nú hevur verið á markn
aðinum í hálvttriðja ár,
og sum íflg. Gallup hevur
430.000 lesarar og størstu
lesaraframgongd av øllum
donskum prentaðum miðlum
í løtuni. Blaðið fæst bara í
Netto-ketuni, sum er størsta
handilsketa í Danmark – tí
er tað ikki kent í Føroyum).
Tað er ómetaliga spennandi
at sita sum stjóri á einum
talirøri, sum nær út til so
nógv fólk, og har eg hvønn
dag eri í tøttum samskifti við
lesarar, áhugapartar í stórum
tali og trendsetarar, sum
mynda rákið í samfelagnum.
Tað er serstakliga mennandi
at vera mitt í meldrinum á
henda hátt.
Hetta er ikki ein succes
uppliving, eg uttan víðari
kann vænta at fáa í Føroy
um. Hóast eg altíð havi
saknað heimland mítt, havi
eg haft ov høg krøv í mun
til starvsmøguleikar, avbjóð
ingar og í mun til mín trivnað
og tað samfelagið, eg livi í,
til at eg helt, at Føroyar hava
kunnað bjóða mær nakað,
sum vigar upp ímóti tí, eg
kann fáa uttanlanda.
Felags framtíðardreym
um Havnina
Hóast eg havi funnist nógv at
(íbúðarøkinum í) Stórutjørn,
kann eingin ákæra meg fyri
at vera afturhaldsfólk! Eg
vil stór ‘armbevegilsir’,
menning og altjóðagering
í Føroyum eins nógv og tú,
Jákup. Eg havi ynskt eftir
hesum í mong ár, og havi
verið vónsvikin um aftur
haldssinnið og óttan fyri tí
nýggja í føroyinginum. Eg
vildi ynskt, at vit dugdu betri
at herja á, ístaðin fyri altíð
at vera eftirbátar. Eg elski
stórbýin og avbjóðingarnar,
eitt meira altjóðagjørt
umhvørvi hevur at bjóða.
Tað hevði verið ein dreymur,
um føroyingar vóru meira
opnir fyri altjóðagerð og
Havnin gjørdist ein meira
metropolkendur býur við
størri toleransu fyri fjøl
broytni, tí tað er m.a. tað,
sum kundi lokkað meg at
flutt heim.
Stórbýarumhvørvið
dregur og inspirerar
Mær dámar býarumhvørvið
og eri glað fyri at búgva so
sentralt, sum ein næstan
kann, í hjartanum á Keyp
mannahavn beint við Amal
ienborg, Kongens Nytorv
og Nyhavn, har eg havi
búð tað mesta av teimum
22 árunum, eg havi verið í
Danmark. Mær dámar væl
tað tætta, fjálga og fjølbroytta
byggjaríið í miðbýnum,
har nýtt og gamalt møtist
– við onkrari park millum
húsini her og har. Eg havi
einki ímóti húsum í lutvíst
nógvum hæddum – bara tey
standa tætt, ikki eru ov eins,
og at tey rúma øðrum enn
bara íbúðum – t.d. handlar
í niðastu hædd. Eg elski
stórbýir í heila tikið - ikki
bara Keypmannahavn - eisini
London, New York, París,
Berlin... Mær dámar væl
virvarið av samanhangandi
gøtum, teir mongu litirnar,
lívið og levnaðin av fólki av
øllum slag og teir mongu
smáhandlarnar, ein kann
fara á uppdaging í.
Mær dámar serstakliga
væl tað stóra mentanarliga
útboðið í miðbýnum – ikki
minst tær mongu caféirnar
og restauratiónirnar, tey
smáu gallarínii, musikk- og
dansistøð, museir, teatur og
onnur besnissað støð, sum
geva mær íblástur og halda
meg vaknað sum menniskja -
nakað sum eg noyðist at vera
í einum starvi, sum snýr seg
100 procent um samskifti.
Mær dámar væl alt, sum ikki
møtir eyganum beinanvegin
– alt tað loyniliga í einum
stórbýi: at allar perlurnar
ikki verða serveraðar fyri tær
beinanvegin – t.d. kronglutar
smágøtur og grønir og spenn
andi bakgarðar, ið liggja
aftanfyri portrini í karré
unum til gleði fyri tey, ið
búgva har. Mær dámar væl
hesa yðjandi meyrutúgvuna
og stemningin í einum býi,
har tað prutlar og kókar av
virkishuga og innovatión.
Tað er allir hesir kvalitet
irnir, ið ger ein bý til ein BÝ
við stórum stavum. Og tað er
tað, sum ger býin til eitt inspi
rerandi orkuverk, ið dregur
til sín kreativ fólk í stórum
tali á øllum møguligum
virkisøkjum – vísinda
fólk, listafólk, embætisfólk
og vinnulívsfólk í gevandi
sameining. Fólk, sum skapa
produktivitet og vøkstur.
Har kreativitetur er, kemur
meira aftrat, tí øll inspirera
hvønnannan. Tað skapar
ein fantastiskan synergi og
lyftir alt samfelagið bæði so
og so.
Gott at Havnin veksur
og mennist
Eg elski EISINI mítt føði
land og fólkið, ið har býr.
Eg leingist og hugsi ofta
– øgiliga ofta – um, hvussu
tað hevði verið at flutt heim.
Eg so at siga bíði eftir, at
høvið býðst. Tí havi eg
altíð latið eina hurð staðið
opna. Eg haldi, Føroyar í
sær sjálvum er inspirerandi
og hevur so nógv gott at
bjóða uppá. Fantastiska før
oyska náttúran ger okkurt
heilt serligt við ein. Mær
dámar stak væl føroyska
mentalitetin, sum eg kenni
so væl og kenni meg trygga
við – og so gomlu Havnina,
sum er mín heimbýur. Men
eg elski ikki Føroyar bara
fyri tað gamla.
Eg gleðist yvir at síggja
Havnina vaksa og mennast í
hvørjum – at okkurt nýtt er
hent, hvørja ferð eg komi at
vitja. Eg gleðist um, at fleiri
tunnlar verða gjørdir, og at
meginøkið veksur og skapar
grundarlag fyri einum meira
livandi, fjølbroyttum og
burðardyggum vinnulívi. Eg
gleðist um, at vit í Føroyum
eisini hava fingið nakað
av tí, sum er so attraktivt í
útlandinum – t.d. eitt livandi
café-, restauratións- og nátt
klubbalív. Og eg gleðist um,
at tað er so nógvur gróður
í tí mentanarliga/listarliga
– serliga tað livandi tón
leikalívið í løtuni, sum hevur
framleitt talent, ið eru við at
gera um seg uttanfyri land
oddarnar eisini. Alt hetta er
við til at gera føroyska sam
felagið spennandi at vera í!
Afturhaldskreftirnar og
intoleransan drepandi
Eg ivist ikki í, at nógv fleiri
føroyingar í útlegd kundu
væl hugsað sær at brúkt
evni og orku sína í Føroy
um, men har eru eisini tungt
vigandi orsøkir til IKKI at
koma heim... Vit orka ikki
smáligu viðurskiftini og
afturhaldskreftirnar, sum enn
viga so tungt í Føroyum, og
sum virka so drepandi. Og
so er tað ikki minst vánaliga
veðrið, sum forðar. Tí er tað
so týdningarmikið at skapa
fleiri fjálg og lívgandi støð í
Føroyum! Økt frítíðartilboð
og handilsúrval í Havn er
mikið gott, men ikki nóg
mikið til at gera munin.
Men um Havnin gjørdist ein
meira býarkendur og altjóða
gjørdur býur, har toleransan
ráddi meir enn intoleransa,
har tað at vera egin var ein
fyrimunur og ikki ein vansi –
og ikki minst, um føroyingar
virðismettu meir tað, sum
føroyingar í útlegd høvdu at
bjóða (!) – so kanska nógv,
nógv fleiri vildu umhugsað
at farið heim.
Nú ert tú, Jákup á Dul, so
komin við einum boði uppá,
hvat skal til. Eg haldi, at
visión hjá tær um eitt meira
nútímans og altjóðagjørt
Føroyar er røtt! Tað hevur
leingi væntað í at fáa fólk
sum teg, ið kunnu gera íløg
ur, at leggja orkuna í at gera
Føroyar meira altjóðakendar
og spennandi fyri okkum,
sum ynskja fleiri møguleikar
og avbjóðingar í Føroyum.
Og tað gleðir meg, at tú
nú endiliga traðkar fram
við eini ítøkiligari visión,
vit kunnu kjakast um. Tað
hevur veruliga sett gongd í
eitt alneyðugt kjak um eitt
meira opið samfelag og um
altjóðagerð í Føroyum. Takk
fyri tað!
Samein tað altjóðakenda
við tað heimliga
Um tú veruliga ynskir at at
tjena pengar uppá at draga
meg og onnur í útlegd heim
og at selja okkum íbúðir og
hentleikar – so ert tú noyddur
til at kanna eftir, hvat tað
veruliga er, sum vit halda
er so attraktivt aðrastaðni,
at tað hevur hildið okkum
so leingi burtur úr Føroyum
– og so bjóða okkum nakað
í Føroyum, sum er betri!
Flestu føroyingar í útlegd
leingjast meira ella minni
heim, so tú hevur ein tjans.
Um tað ber til at sameina tað
nútímans, opna og toleranta
umhvørvið við tað heimliga
og skapa eitt pulserandi
altjóðakent umhvørvi, so eri
eg vís í, at nógv fleiri høvdu
umhugsað møguleikan av
álvara.
Tú ert á rættari leið. Hent
leikunum sum so er einki í
vegin við – t.d. at fáa meira
skrivstovukapasitet, hotell
og konferansufasilitetir og
innandura ítróttarfasilitetir,
sum ganga altjóða krøvum
á møti. Heilt fantastiskt!
Frítíðartilboð, heilsumið
støð, baðiland og handils
miðstøð er avgjørt ikki so
galið at hava – men... hetta
kann ikki gera tað einsamalt.
Eg flyti ikki til Hundige, bara
tí BILKA og alt møguligt
annað liggur har, um eg ikki
haldi, tað er eitt hugnaligt
stað at búgva. (Hundige hev
ur heldur ikki orð fyri at vera
eitt stað, har nýskapandi
og kreativar kreftir trívast
allarbest...) Eg tími heldur
ikki at búgva við útsýni
yvir veldig parkeringsøki.
Onkur vil kanska, men eg
rokni ikki við, at tað vera tey
ressursusterku, tí tey krevja
meir av lívinum – eisini
estetiskt. Helst hevur ein íbúð
í Stórutjørn frálíkt útsýni
yvir fjørðin eisini, men hin
vegin er alt ov veðurhart har,
um tað verður bygt so høgt
og opið. (Sí faktaboks).
Vilt tú hava meir
burturúr íløgunum?
Nei, um tú, Jákup, ætlar tær
at fáa nakað burturúr tínari
íløgu í íbúðir í Stórutjørn,
snýr tað seg í stóran mun um
at skapa eitt vakurt grannalag
– eitt tættari, lægri og meira
fjølbroytt býarumhvørvi,
sum gevur lívd og er liv
andi, inspirerandi, fjálgt og
hugnaligt. Tað er tað, sum
okkum stórbýarbúgvum
dáma – lív og lívd! Fysiski
útformningurin av tínari
verkætlan, sær tíverri ikki út
til at lúka hesi krøv! Orsaka
meg... Eg tími ikki at búgva
í nøkrum, sum líkist einum
provinsiellum útjaðaraøki
– tí tað er soleiðis Stóratjørn
sær út fyri mær. Sum ein
keðiligur, óinspirerandi,
kaldur og tristur forstaður,
sum ein kann finna í einum
hvørjum provinsbýi. Óansæð
hvat gott allir møguligir arki
tektar so mugu halda um
tað... Tað eru kortini ikki
teir, sum skulu búgva har,
men vanlig fólk. Um hatta
er tann íbúðarformurin, tú
vilt satsa uppá, so eri eg
bangin fyri, at eg og onnur
ressonera, at vit næstan líka
so gott kunnu blíva búgvandi
uttanlanda.
Hvat fáa vit IKKI
uttanlanda?
Men hvat kanst tú so gera?
Fyri okkum, sum elska býar
umhvørvi, hevur Havnin
avgjørt longu býarligar
attraktiónir – harav tær mest
áhugaverdu eru tað serliga,
sum ikki finst aðrastaðni!
Um Havnin fær enn fleiri
attraktiónir, sum sameina
bæði tað serføroyska og
tað altjóðakenda, hevði tað
verið ideelt, tí vit, sum eru
í útlegd, halda so nógv av
tí, sum eyðkennir Føroyar,
tí tað er tað, vit IKKI hava
møguleika fyri at uppliva
har, sum vit eru.
Hetta er fyri so vítt gald
andi eisini fyri allar útlend
ingar, sum ferðast til Føroya:
Tað er tað SERLIGA - tað
ekslusiva – í Føroyum, ið
hugtekur og dregur ferðafólk
til landið. Tað er eisini tað
serliga, vit erpin kunnu vísa
fram til útlendsk umboð og
onnur, vit samstarva við, sum
koma at vitja. Tað er føroyska
náttúran og tað søguliga og
mentanarliga í sameining við
tað undrunarvert framkomna
samfelagið, sum hugtekur.
Kunnu vit varðveita okkara
eyðkenni, SAMSTUNDIS
sum at vit innlima hentleikar,
sum eru einum pulserandi
miðdepili verdugir – OG
skapa møguleikar fyri, at
nýhugsan og kreativitetur
kunnu trívast - so kann tað
ikki vera betri. Tað nýggja
skal bara ikki standa í
skríggjandi kontrast til tað,
sum er her frammanundan,
men nettupp fella náttúrligt
inn í tað verandi.
Satsa uppá eksklusivitet
og sermerki
Føroyingar í Føroyum eru
imponeraði av byggiætlanini
Stórutjørn, tí tað er so veldugt
og annaðleiðis í mun til tað,
tey eru von við. Fólk tykjast
halda, at tað er tað, sum skal
til – at bara vit byggja nakað
í Føroyum, sum líkist nógv
tí, vit síggja aðrastaðni, so
lokkar tað fólk til landi uttan
ífrá. Men útlendingar (og
føroyingar í útlegd) verða
ikki pr. automatikk drigin
av byggjaríi, tey hava sæð
so nógv av aðrastaðni.
Tey høvdu verið nakað
væl meira imponerað, um
tey sóu heilt ótraditionellar
serføroyskar loysnir fyri
fasilitetirnar, sum tú, Jákup
(alla æru vert), so gjarna vilt
geva okkum føroyingum.
Nú tú ætlar tær kortini at
gera so stórar íløgur, hví
ikki geva føroyingum nøk
ur hugtakandi vøkur arki
tektoniskt vartekin, sum
hóska til Havnina? Nøkur
sermerki, sum veruliga
vekja ans, tí tey eru unik!
Tað er tann strategiin, sum
veruliga vekir ans aðrastaðni
í heiminum – at satsa uppá
eksklusivitet og sermerki.
Og tað kunnu vera bæði stór
sum smá sermerki – bara fyri
at nevna nøkur dømi: Bláa
Lónið í Íslandi, Eiffeltornið
í París, Globen í Stockholm,
Operahúsið í Sidney, Golden
Gate Bridge í San Fransisco,
Nyhavn og Lítla Havfrúgvin
í Keypmannahavn osfr.
– øll meira ella minni kend
av hvørjum menniskja á klót
uni.
VIÐMERKINGAR
Framtíðarvisión fyri Havnina:
Eitt orkuverk av kreativiteti, produktiviteti og eksklusiviteti
Blaðstjóri
Elin
Heinesen
Framhald á næstu síðu