fríggjadagur 24. mars 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 60 - 24. mars 2006
Vindur kann veruliga gerast ein stórur trupulleiki í
Stórutjørn, sum eg áður havi ávarað um. Les t.d. hesa
belgisku vísindaligu ritgerðina um vindtrupulleikar
millum høg hús: “Pedestrian Wind Environment around
Buildings”, har niðurstøðan er, at tað kann vera beinleiðis
vandamikið fyri fótgangarar at ganga millum høg hús
á opnu plássum - sjálvt á evropeiska meginlandinum,
har tað er nógva ferðir minni vindhart enn í Føroyum!
Ritgerðin byggir á 4 konkret dømi og vísir til heilar 206
aðrar vísindaligar ritgerð um aerodynamikk. Ritgerðin
kann heintast niður frá hesi internetadressuni: www.
kuleuven.be/bwf/common/data/JP_2004_JTEBS_
Blocken_1.pdf
FAKTA
VIÐMERKINGAR
Fyri einum ári síðan sendu
kommunurnar i Suðuroynni
eitt uppskot til landsstýrið um
at vera við í einari ætlan, og
um, at landskassin lat somu
upphædd, sum kommununar
lótu til eina verkætlan átøkari
Eyafjarðaætlanini í Íslandi.
Svar kom tíverri einki aft
ur úr landsstýrinum.
Umvegis løgtingið hava
vit tí roynt at fáa gongd á
hetta mál aftur, og vónandi
fáa vit undirtøku fyri tí.
Fortreytin fyri at menn
ing kundi taka seg upp í
Suðuroynni var, at undir
støðukervið varð bygt út,
soleiðis at vinnulívið í oynni
fekk so góðar sømdir sum
gjørligt.
Undanfarna samgonga tók
hesa avbjóðing á seg og setti
fleiri størri íløguætlanir út í
kortið.
Fleiri hundrað mió.kr.
stór ætlan varð løgd í ferju,
ferjuhavn, djúphavn, skúla
og tunnil, og var tað mesta
komið undir land, áðrenn
samgongan legði frá sær,
meðan Hovstunnilin neyvan
verður liðugur fyrrenn um
ein tvey ár.
Sitandi samgonga kom
fyri einum ári síðan við eini
Suðuroyarætlan.
Hon hevur tíverri slept
bæði Hvalbiar og Fámjins
tunnlinum, men kortini
ásannað, at støðan í oynni var
vorðin so mikið hættislig, at
politisk stig máttu takast til
tess at stuðla eini tilgongd,
ið hevði støðug arbeiðspláss
í oynni við sær.
Tíverri segði løgmansrøð
an 2005 eitt hálvt ár seinni
als einki um hesa ætlan, og
ein eitt ára gomul felags
umsókn frá kommununum
í Suðuroynni til Føroya
Landsstýri um fíggjarligan
stuðul til eina felags menn
ingarætlan er tíverri ikki
svarað enn.
Tað vóru teir báðir,
Jógvan Mørkøre og Magni
Laksafoss, sum komu við
einum hugskoti um at gera
eitt átak við fyrimynd í Eya
fjarðaravtaluni, sum varð
gjørd fyri ein part av Norð
urlandinum í Íslandi, og sum
kommunurnar tóku til sín.
Í Íslandi eru tað Vinnu
málaráðið,
Akureyrar
Kommuna, Eyafjarða Ídn
aðarmenningarfelag, Bygda
stofnun, Hægri háskúlin í
Akureyri, Ídnaðarmenning
arstovnurin, Eyafjarðar Sam
starvsfelag, Norðurlands
Búskaparvirksemisstovan,
fakfeløg í økinum og Útflutn
ingsráð Íslands, sum eru
gingin saman um eina avtalu
fyri 4 ár.
Fíggingarmynstrið í Ís
landi er í høvuðsheitum,
at landið rindar góða helvt,
meðan kommunusamtak,
vinnusamtak og onnur frá
Eyafjarðarleiðini lata rest.
Endamálið er fleirtáttað,
men kortini samfelt.
Suðuroyarøkið skal aftur
gerast:
ein áhugaverdur búset
ingarvalkostur til høvuðs
staðarøkið,
íbúgvatalið skal fáast at
vaksa aftur,
kappingarførið skal betrast,
vøkstur skal fáast aftur í
búskapin,
arbeiðsmegin skal menn
ast,
virki og størv í kapping
argreinum skal økjast,
dentur skal leggjast á
altjóða verkætlanir,
útlendskar íløgur og vitan
skulu fáast til økið.
Málið hevur fingið fyrstu
viðger á tingi og liggur nú
í fíggjarnevndini.
Skotið er upp, at lands
stýrið og kommunurnar í
Suðuroynni samstarva um
ætlanina, og at landskassin
fíggjar sama part, sum
kommunurnar fyri einum
ári síðan hava játtað til hesa
ætlan.
Økismenning í Suðuroy
Løgtingsmaður
Hergeir
Nielsen
Ísland hevur m.a. via heims
kendu songkvinnuna Bjørk
megnað at marknaðarføra
seg væl og at gera Ísland
kent úti í heimi fyri sína
villu náttúru í sameining við
villa náttarlívið í Reykjavík.
Nettupp henda sameiningin
av mótsetningum – tí frum
kenda við tað nútímans – er
so eksklusivt og spennandi
og dregur fólk úr øllum heim
inum til sín – serstakliga
kreativ fólk, sum leita eftir
inspiratión. Og hygg nú eitt
av úrslitunum av hesum
arbeiði – pengar flokkast,
har kreativitetur, lív og virkni
er, og íslendskir pengamenn
ekspandera nú sítt virksemi í
stórum stíli til londini uttan
um.
Miðbýurin skal vera eitt
bankandi hjarta
Hvussu kanst tú, Jákup,
vera við til at geva Havnini
teir eginleikar, sum mynda
ein livandi BÝ – ein mið
depil og ikki bara ein keði
ligan provinsbý? Ítróttar-
og frítíðarhentleikar og
annað kann saktans liggja
í innandura høllum í Hoy
víkshaganum, men skulu
íbúðir byggjast har – og
skal Stóratjørn gerast til eitt
livandi nýtt miðbýarøki,
so má eisini byggjast nógv
meira miðbýarkent – tvs.
lægri (men tó fleirhæddað)
og tættari bygningar við
fjølbroyttum funktiónum
við gøtum á kross og tvørs,
so bygningarnir lívga fyri
hvørjum øðrum og fyri lívin
um á gøtunum.
Hví ikki eisini gera íløgur
í verandi miðbýi, so vit
fáa ein veruligan BÝ við
einum livandi, bankandi
hjarta, sum pumpar lív út
í restina av landinum og
skapar ringar í vatninum
langt út um landoddarnar.
Eg dugi at síggja óendaligar
ótroyttar møguleikar í mið
býarøkinum í Havnini – eitt
øki, sum kundi verið brúkt
væl annarleiðis og nógv betri
enn í dag, soleiðis at har
kundi angað bæði av søgu,
mentan og av altjóða býi
– uttan at man oyðileggur
teir kvalitetirnar, sum longu
eru har.
Tað hevði veruliga gjørt
eitt stórt inntrykk á umheim
in, um vit dugdu at gagnnýta
tað gamla, vit longu hava, til
nakað nýtt, eins og tað verður
gjørt nógva aðrastaðni við
stórari succes. Havnin hevur
so nógvar grundarleggjandi
eginleikar, sum kunnu
skapa gróðrarbotn fyri ein
um veruligum livandi mið
býarumhvørvi. Tak nú t.d.
hugnaliga havnaumhvørvið
í Vágsbotni/Skálatrøð/Baca
lao. Har eru gomul pakkhús,
sum kunnu brúkast sum
mentanarmiðdeplar – til
alt møguligt, sum savnar
fólk – t.d. konferansuhøli,
konserthølir og dansistøð,
gallaríir, teatur, internet
caféir, kreativ verkstøð, har
innovatørar, vinnulívsfólk,
vísindafólk,
listafólk,
designarar, lýsingarfólk og
øll møgulig onnur kunnu
arbeiða og inspirera hvønn
annan... Vísind, list og vinna
í synergiskari sameining. Tað
er serliga sovorðin eksklusiv
øki, sum gera stórar býir
úti í heimi til pulserandi
kraftsentur av kreativiteti,
innovatión og produktiviteti,
og sum dregur enn fleiri fólk,
vitan og pengar til sín.
Ein onnur “Nyhavn”
í Vágsbotni
Hugsa tær Vágsbotn út
ímóti Tinganesi sum ein
fólkarík Nyhavn við café
um og restauratiónum
allan vegin úteftir. Har er
fjálgt og veðurgott, og sólar
gangurin er ideellur. Hugsa
tær Skálatrøð ikki bara sum
parkeringsøki, men eisini
sum eitt hugnaligt torg, við
handilshúsum bygd allan
vegin upp móti grótvegg
unum – nýtt, men tó so,
at tað fellur náttúrligt inn í
umhvørvið annars. Hugsa tær
íbúðir á Bacalao-økinum við
útsýni yvir keiøkini, sjógvin
og bátahavnina - TAð hevði
verið ekslusivt og attraktivt
fyri tey ressursusterku at
keypt! Tey vilja jú búgva
so sentralt, sum gjørligt og
tætt við, har undirhald og
fólkalív er.
Hugsa sær at varðveitt tey
gomlu húsini í miðbýnum,
sum øll (útlendingar) halda
eru so sjarmerandi, og so
rivið nøkur av teimum ljót
astu cementmonstrunum
frá 50’-60’unum mitt í
Havn niður og flutt nakrar
av teimum funktiónunum,
tey hýsa, út úr miðbýnum.
Ístaðin kundu vøkur – onku
staðni fleirhæddað – hús
verið bygd, sum hóskaðu
nógv betur inn í gomlu
Havnina, og sum hýstu
blandaðum funktiónum,
sum skapa lív í miðbýnm
– íbúðir, skrivstovur, hotell
og handlar hvørt um annað.
Húsafasadurnar kundu t.d.
verið meira vendar móti sól
síðuni móti vestri, so gongu
gøtan ikki liggur í skugga, og
soleiðis at hiti og ljós verða
gagnnýtt mest møguligt.
Helst kunnu havnarfólk
og onnur koma við enn
fleiri hugskotum, so hetta
skal vera ein áheitan til øll,
um at spýta síni hugskot í
puljuna.
Brúka pengarnar rætt!
Góði Jákup á Dul. Um tú
vilt brúka hálvaaðru milli
ard uppá at gera nakað
munagott í Føroyum, sum
skal geva samfelagnum
eitt veruligt lyft og skapa
tað ynskiliga kraftsentrið,
ið dregur fleiri fólk og res
sursur til Føroya – hví so
ikki gera íløgur í sovorðið?
Hugsa tær, hvussu gott tað
hevði verið, um føroyingar
endiliga fingu høvi til at
liva í einum høvuðstaði við
øllum tí, sum eyðkennir
ein sannan miðdepil – t.e.
einum miðbýi, sum yðjur
av fólkalívi og fjølbroyttum
vinnuligum, handilsligum
og mentanarligum virkni
og einum miðbýi, har søga
og traditión trívist í fagrari
sameining við nútímans lív
ið við øllum hugsandi tøkni
ligum hentleikum. Tað hevði
veruliga gjørt munin og hevði
kunnað givið Havnini eitt
brá av tí eksklusiviteti, sum
dregur ressursusterk fólk til
sín í hópatali uttanífrá.
Eg kann bara krossa
fingrar fyri, at tú ert opin
fyri at umhugsa eisini aðrar
møguleikar fyri íløgur enn
bara í ta ætlan, tú hevur lagt
fram í fyrstu atløgu – og/
ella at ætlanin kanska skuldi
fingið ein eitt sindur annan
ham – serliga um tú sært
hvussu, tú soleiðis kanst fáa
væl meira burturúr stóru íløg
uni hjá tær!
Eg ynski tær alla góða
eydnu við at altjóðagera
Føroyar.
Blíðar heilsur
elinhein@mail.dk
Framhald av síðu 11
Á einum hátíðarhaldi,
sum varð hildið
Margarinfabrikkini
hóskvøldið, vóru
vinnararnir av
lýsingarkappingini
í Agurk funnir.
Vinnarin var filmurin
”Nýtið hjálm hvørja
ferð!” hjá Jóhannus
Elias o.ø.
Agurk
tíðindaskriv
Um filmin, segði Mikkjal
Helmsdal –vegna dómarar
nar – at
”Dómsnevndin
letur
fyrstu virðisløn til ein film,
sum eins og filmurin, ið
vann aðru virðisløn, er væl
gjørdur og væl gjøgnumar
beiddur. Filmsfólkini hava
stýr á søgu, leikstjórn og
klipping. Filmurin hev
ur eitt drive og ein ráan
humor, sum rakar málbólkin
væl. Hóast humorin, so
trúgva dómararnir, at álvarin
í boðskapinum eisini kemur
fram, serliga tá ein sær lýs
ingina fleiri ferðir. Tann for
vreingjaða røddin í endanum,
oyðileggur eitt sindur av stílin
um og heildarinntrykkinum,
men ikki nóg mikið til, at
dómsnevndin slepti met
ingini um, at sum heild var
besti lýsingarfilmurin í hesi
kappingini: Filmurin ”nýtið
hjálm hvørjaferð!”
Høvuðsvinningurin var
ein stór telda at klippa film
við. Jón Kragesteen, stjóri í
Ferðslutrygd, handaði glaðu
vinnarunum gávubrævið við
telduni.
Annaðplássið fingu John
Ivar & Co. Sama manning sum
vann stuttfilmakappingina
í heyst. Hesir høvdu latið
heilar fimm lýsingar inn, so
tað var væntandi at onkur
lýsing kom í finaluna.
Lýsingin sum fekk annað
plássið var lýsingin ”Á
sjúkrahúsinum” Um filmin
søgdu dómararnir millum
annað ” Filmurin sigur eina
einfalda og álvarsliga søgu,
sum verður stramt og væl
fortald. Sjónleikararnir
verða brúktir á ein hátt,
sum ger søguna 100% trú
verduga. Boðskapurin er
greiður. Lýsingin hevur eisini
eitt feminint kenslusemi, sum
hinar lýsingarnar sakna.
Triðaplássið fór, eitt
sindur yvirraskandi, inn á
Strendur til Stranda Skúla
og Poul Arna Klein fyri
lýsingina ”Heldur hjálm enn
gravarsálm.” Um lýsingina
søgdu dómararnir m.a.:
Hugskotið við hjálmunum,
sum sita á høvdinum alla
tíð og allastaðni, eisini við
morgunmatarborðið, er so
mikið gott, at dómsnevndin
hevur sæð burtur frá teknisku
veikleikunum.
Annað og triðaplássið
fingu hjálmar til øll á fram
leiðsluliðnum.
Afturat hesum vórðu tveir
aðrir prísir latnir.
Áskoðaraprísurin fór til
Bjarna Jøkladal og Ragnar
Mouritsen – ella handicap
films – fyri film nummar
14. Hesir báðir vóru greiðir
áskoðaravinnarar, tí teir
høvdu bæði 1 pláss og 2
pláss hjá áskoðarunum.
Og í Margarinfabrikkini
var teirra filmur eisini tann
ið fekk tað størsta klappið.
Serprísurin – sum er ein
prísur Jan og Jákup lata – fór
til Brian Sjúrðarson og Tóra
S. Joensen fyri lýsingina
”Spæl ikki”. Lýsingin er
einkul men byggir á dup
ulttýdningin í orðinum spæl.
Tað er eitt spæl vit síggja og
tað kann vera eitt spæl at
koyra í ferðsluni.
Bæði áskoðaravinnararnir
og serprísavinnararnir fingu
3 dvd filmar við oscar
vinnara.
Tilber at síggja allar lýs
ingarnar á heimasíðuni hjá
Agurk www.agurk.fo
Argjamenn vunnu