fríggjadagur 24. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
13
Umrøðan á ting
fundinum gjørdist
harðmælt, tá eitt
mál um samferðslu
og fígging var fyri
á tingi, aftur var
tað uppskotið um
samhaldsfasta ferð
ing, ið fekk tingmenn
at kjakast
Tingmál
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Upprunaliga
viðgerðin
snúði seg um eitt mál hjá
Páll á Reynatúgvu og Tjóð
veldisflokkinum, um at gera
stuðul til ferðakostnað fyri
ferðing til arbeiðið meira
samhaldsfasta. Men eldur
kom í krútið, tá Anfinn
Kallsberg nýtti høvið til,
at frambera sína hugsan
um, at gera alla ferðing
samhaldsfasta. Hetta fekk
bæði partamenn og and
støðu, at finnast hvassliga
at formanninum í Fíggjar
nevndini, og aftur hesuferð
varð spurnginurin um ognar
rættin til hetta uppskot tikin
upp.
Stuðul um sund
Páll á Reynatúgvu vísti
á, at allir borgarar, sum
ferðast til og frá arbeiði,
ikki hava javnbjóðis stuð
ulsmøguleikar. Tað er rætti
liga stórur munur á endur
gjaldinum, sum borgarar
fáa, um ein fjørður ella
sund fjørður skilir heim
og arbeiðspláss, ella ikki.
Endurgjaldið fyri ferðing
á landi verður roknað út
í kilometrum. Tú fært 35
oyru fyri hvønn kilometur
yvir 15 kilometrar. Meðan
stuðul til ferðing í ferjum
ella undirsjóvartunlum er 5
kr. Páll á Reynatúgvu skeyt
upp, at býtið varð broytt
soleiðis, at kilometurtalið
ikki longur er avgerandi,
men at endurgjald verður
rindað í mun til bíligastu
almennu ferðaleið millum
bústað og arbeiðsstað.
Jalig móttøka
Tingmenn vóru sera jalig
ir fyri uppskotinum. Javn
aðarflokkurin og Sambands
flokkurin lovaðu at málið
skuldi fáa góða viðgerð
í fíggjarnevndini. Eisini
landsstýrismaðurin í fíggj
armálum, bjóðaði tankanum
um at javnstilla borgarar
vælkomnum. Hann lovaði
at veita málinum eina góða
viðgerð. Hann vísti á, at
hetta ivaleyst fór at hava ein
ávísan meirkostnað við sær.
Tey, ið ferðast miðallong
strekki á landi fara næstan
onga broyting at merkja.
Ein ávís minking verður í
útgjaldinum hjá teimum, ið
ferðast long strekki á landi.
Fyri tey, ið ferðast um fjarðar
og sund, fara harafturímóti
at merkja ein rættiliga fittan
mun.
Rumbul um
ókeypis ferðing
Anfinn Kallsberg var somu
leiðis jaliga sinnaður fyri
hesi broyting, men helt,
at tíðin var komin til eina
meira víttfevnandi broyt
ing. Hann vísti á, at inntøk
urnar fyri ferðaseðlar hjá
Strandferðsluni vóru í fjør
47 milliónir, harav vóru 22
milliónir fyri ferðing um
Leirvíksfjør. Tí er ein leyslig
meting av inntøkunum
fyri ferðaseðlar í 2007 25
milliónir. Hetta er sama
upphædd, sum seinasta
hækkanin í veggjaldinum
gevur árliga. Anfinn vísti á,
at umsiting av at taka hesi
inngjøld inn er stór. Hann
nevndi, at Vágatunnilin tek
ur 26 milliónir inn um árið,
hóast rentur og avgjøld ein
ans eru 12 milliónir.
Lisbeth Petersen fanst
hvassliga at Anfinni Kalls
berg. Hon segði, at tá tað
snúði seg um tunlar og grót
eru 25 milliónir, eingin
peningur, men tá tað snýr
seg um sjúkrahús ella bleyt
virði eru sjálvt ein og tvær
milliónir nógvur peningur.
Jenis av Rana spurdi An
finn Kallsberg, hvar hendan
umsorgan fyri útjaðaranum
var, tá tað snúðið seg um
suðuroyingar fyri nøkrum
árum síðan, og sipaði eitt
sindur innballað til, at hetta
kundi hava okkurt at gera við,
at norðuroyingar nú høvdu
fingið sín tunnil. Honum
dámdi betur uppskotið hjá
Páll á Reynatúgvu enn tað
hjá Anfinni Kallsberg. Hetta
fekk Tórbjørn Jacobsen harð
liga at afturvísa, at Anfinn
Kallsberg átti uppskotið, ið
Heini O. Heinesen fyrrver
andi formaður í Tjóðveldis
flokkinum, hevði roynt at
fingið í gjøgnum, men sum
Fólkaflokkurin við Anfinni
Kallsberg hevði knúlvað
niður.
Kann beina fyri allari
samferðsluútbygging
Vilhelm Johannesen vísti á,
at hesir ókeypis tunlar fóru
at ganga út yvir handilslívið
í Klaksvík, við SMS og
Stóru Tjørn fór alt innkeyp
at verða gjørt í Havn. har
afturat, gjørdi uppskotið
hjá Anfinni, at ferðafólk
leggja minnið eftir sær í
Føroyum.
Hetta fekk Tummas í Garði
úr Fólkaflokkinum at undrast.
Hann helt tað vera løgið at
hoyra Anfinn Kallsberg
tosa javnaðarpolitik og Vil
helm Johannesen tosa fólka
flokkspolitik. Hann vísti
á, at hetta kundi beina fyri
allari framtíðar útbygging
á samferðsluøkinum. Orða
skiftið gjørdist langt og
rættiliga hart. So hóast stem
ningurin sum heild var jaligur
fyri uppskotinum hjá Páll á
Reynatúgvu, er ivasamt um
hetta er seinasta ferðin, at
uppskotið um samhaldsfasta
ferðing, ið Anfinn Kallsberg
og tjóðveldismenn berjast
um ognarrættin til, verður
umrøtt á tingið. Men tað
er greitt, at hetta uppskot
fer at kosta væl meira enn
tær 25 milliónirnar, ið vóru
nevndar. Tí um Vágatunnilin
og tunnilin um Leirvíksfjørð
verða tiknir við, verður talið
í øllum førum trífaldað.
Uppskotið hjá Páll á
Reynatúgvu og Tjóðveld
isflokkinum er sent í fíggj
arnevndina, og tingmaðurin
metti í Kringvarpinum í
gjár, at hetta uppskot fór at
kosta eina til tvær milliónir
at fremja.
Øsing um samhaldsfasta ferðing
The Rasmus
hevur úr
at gera
Rokkbólkurin The Ras
mus, sum skal spæla á
Summar Festivalinum í ár,
er í løtuni á konsertferð í
Suðuramerika
The Rasmus hevur ver
ið á heimsturné síðani
september mánað í fjør,
og bólkurin hevur higartil
vitjað lond sum Svøríki,
Týskland, Frakland, Hol
land, Ongland, Belgia,
Spania, Portugal, Japan,
Italia, Sveis, Eysturríki
og fleiri onnur lond.
Nú er ferðin komin til
Suðuramerika, har tón
leikurin hjá The Rasmus
eisini hevur verið nógv
frammi. Í næstu viku byrj
ar ferðin hjá The Rasmus
til lond sum Argentina,
Chile og Columbia, og
seinni eisini Meksiko og
Guatemala.
Seinni í ár spælir The
Rasmus ymsastaðni í
Europa, og millum kon
sertirnar á listanum hjá
teimum stendur eisini
Summar Festivalurin í
Klaksvík, har teir spæla
fríggjakvøldið 4. august.
nud
Tá tað snýr seg um tunlar og grót eru 25 milliónir, eingin peningur, men tá tað snýr seg um sjúkrahús ella bleyt virði eru sjálvt ein
og tvær milliónir nógvur peningur, segði Lisbeth L. Petersen, tá lógarbroytingin var fyri