fríggjadagur 24. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 60 - 24. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tíðindaskriv
Í sambandi við at hondbólts
felagið Neistin fylti 75 ár í
vikuni, stóð í tíðindaskrivi
“Tað var leygardagin hin
21. mars í 1931, at gentur
og dreingir komu saman
í einum húsum í Magnus
Heinasonargøtu í Havn at
stovna hondbóltsfelagið
Neistan”.
Í føðingardagsritinum, sum
kom út tá felagið fylti 50 ár,
stendur at 21. mars 1931 komu
fleiri ung saman í húsunum
hjá Jakku hjá Pedda í Magnus
Heinasonargøtu.
Tað eru hesi húsini á
myndini í Magnus Heina
sonargøtu 14.
Millum teir sum vóru við
til at stovna Neistan vóru:
Andreas Mouritsen, Helge
Michelsen, Edel Djurhuus,
Borghild Evensen, Anna á
Lag, Sanna á Lag og fleiri.
Neistin 75 ár:
Her varð felagið stovnað
Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað 21. mars 1931 í hesum húsunum í Magnus Heinasonar
gøtu
Mynd: Magnus Gunnarsson
6. mars fingu Annik Gøthe, Norðragøta og Jonathan
Farrelly, Dublin, ein son. Hann var 52 cm. langur og
vigaði 3300 gr.
15. mars fingu Tri Daryanti og Eyðun Øssurson Hjalt,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
3830 gr.
15. mars fingu Sára Dam og Johnny Kjærbo, Kvívík, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3550 gr.
16. mars fekk Nanna H. Jakobsen, Glyvrar, eina dóttur.
Hon var 52 cm. long og vigaði 3250 gr.
16. mars fingu Heidi og Jógvan Kristin Olsen, Klaksvík,
ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4025 gr.
18. mars fingu Ronnie og Kristina Háfoss, Hoyvík, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4000 gr.
18. mars fingu Anna V. K. Gray og Sjúrður Rubeksen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði
3225 gr.
20. mars fekk Tove Bech, Tórshavn, ein son. Hann var
54 cm. langur og vigaði 3475 gr.
20. mars fingu Jórun og Virgar Hvidbro, Tórshavn, ein
son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4130 gr.
75 ár
Mánadagin 27. mars fyllir Anker Mørkøre, Klaksvík,
75 ár.
80 ár
Mánadagin 27. mars fyllir Mikkjal Miðalberg, Klaksvík,
80 ár. Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 26. mars
á Klaksvíkar Sjómansheimi frá kl. 15-20.
Brúdleyp
Leygardagin 25. mars kl. 14.00 verða Súsanna Funding og
Rúni Juul vígd í Funnings kirkju. Brúdleypið verður fyri
innbodnum í Samkomuhøllini í Hoydølum kl. 19.00.
Eg fari at skriva nøkur fá
orð um Mariu á Lakjuni.
Vit vóru systkinabørn,
vórðu uppkallaðar eftir
somu ommu, kanska tí havi
eg kent nakað serligt fyri
henni.
Mia var 19 ár eldri enn eg,
so hon kundi verið mamma
mín fyri aldur. Hon giftist
við Jákup Oluf á Lakjuni í
Fuglafirði, og saman fingu
tey seks synir. Hon plagdi
skemtandi at siga við meg:
Tú hevur ikki fingið meg
aftur enn! Tá sipaði hon til,
at vit eiga fimm.
Onkur fortaldi mær, at hon
hevði verið til staðar, har
tosað varð um, at ofta var ikki
so væl ímillum sonarkonur
og vermøður. Tá skuldi hon
siga: Jú tað er vist, eg eri
góð við sonarkonurnar, tað
hevði ikki verið gott, um
eg var innibrend við seks
synum! So hon kundi vera
skemtingarsom eisini.
Jákup Oluf var sjómaður,
so tað fall í hennara lut, at
uppala synirnar og standa
fyri heiminum einsamøll
ein stóran part av árinum,
hetta eydnaðist eisini væl
hjá henni, sum tann megnar
kvinna hon var.
Vit komu nógv til Fugla
fjarðar í uppvøkstrinum,
og tað gleddu vit okkum
altíð til. Eg havi mangan
hugsa um, hvussu stórur
blíðskapurin var, bæði heimi
hjá Rikku fastur og norðuri
hjá Miu. Tað tyktist ikki
at gera mun, hvussu nógv
fólk kom á gátt – her hugsi
eg serliga um møtini, sum
plagdu at vera um vetrarnar
– vit vóru ofta nógv ungfólk
inni hjá Miu, og fingu vit øll
ein góðan drekkamunn, tað
eru løtur sum ongantíð verða
gloymdar, tann blíðskapur
og tað hjartalag sum har
varð víst.
Mia var eitt so gávað
fólk, onkuntíð tosaðu vit í
telefon saman, kanska um
okkurt ávíst evni, altíð fekk
eg okkurt gott burturúr,
aftaná eina slíka samrøðu.
Eg minnist einaferð, at eg
og Arnleyg Jacobsen tosaðu
saman, og hon nevndi okk
urt, sum Mia hevði sagt. Eg
segði, at Mia var so klók.
»Klók«segði Arnleyg »hon
er ikki bara klók, hon er so
vís!«
Mia var ófør við penninum,
ikki smæddist hon at siga
sína hugsan, og til reiðar at
verja tað, sum hon helt vera
rætt, hetta dugdi hon væl á
ein sera høviskan hátt, hon
smæddist heldur ikki við at
siga nøkur orð í samkomum,
bæði til, álvara og gaman.
Tíðin fer so skjótt, og vit
varnast næstan ikki, at tey
sum vit hava kent alt lívið
eru vorðin gomul, og tíðin
er komin at leggja frá sær.
Vit hava heldur eina kenslu
av, at tey verða verandi
ímillum okkum. Tí hvøkka
vit við, tá ið vit hoyra, at nú
eru tey farin. Mia skrivaði í
eini grein til mammu sína,
tá hon fylti 95 ár: So leingi
eg kann siga mamma, so
føli eg meg ikki so heilt
gamla, men vit vita, at tíðin
er ikki so long eftirt her
niðri. Skjótt skulu vit flyta
og møta okkara kæru, sum
undan okkum fóru, í teim
ævigu bústøðum.
Nú er Mia farin og hevur
møtt teimum aftur, sum hon
saknaði her. Harrin signi
tykkum øll, sum eftir sita.
Friður verið vð minninum
um navnu mína, Mariu á
Lakjuni.
Uppi har mítt eyga skoðar
Hann, sum her meg elskaði,
Hann, sum sorg og pínur
mínar,
har í eymum kærleiki.
Har hin loysti skarin syngur
um, hvør stór hans náði
var,
ævigt ljóðar gleðisongur
í tí fagra Sion har!
Maria
Maria á Lakjuni
2. mai 1921 - 8. januar 2006
Tøkk
Øllum tykkum, sum gleddu meg á 80-ára
føðingardegnum 27. februar 2006, takki eg
hjartaliga.
Tøkk til tykkum, sum komu í Filadelfia,
og gjørdu dagin minnisríkan fyri meg. Ein
serlig tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt
hjálptu til.
Eisini takki eg tykkum, sum ringdu og
sendu fjarrit.
Heilsan
Schwarts Jacobsen
Norðragøta