fríggjadagur 24. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Vitalis Elias Vitalis,
Klaksvík, vanliga nevnd
ur Talis í Krotugrøvuni,
andaðist í heiminum
mikudagin 22. mars, 84
ára gamal. Jarðarferðin
verður úr Christians
Kirkjuni leygardagin 25.
mars, kl. 13.30.
Leivur Christiansen
ættaður úr Norðdepli,
búsitandi í Tórshavn,
andaðist á Lágargarði
hósdagin 23. mars, 88.
ára gamal. Bønarhald
verður á Lágargarði leyg
ardagin kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Havnar
kirkju sunnudagin kl. 14.
Tey ið ynskja at minnast
Leiv kunna lata eina gávu
til Lágargarð. Konta í
peningastovnunum.
Kistan við Joan Højsted,
fødd Nielsen, av Eiði,
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum leygardagin
kl. 17. Jarðarferðin
verður úr Eiðis kirkju
sunnudagin klokkan
14. Tey, ið vilja minn
ast Joan kunnu lata
eina penigagávu til
Føroya
felag
móti
Krabbameini. Konta í
peningastovnunum.
Turid Poulsen, fødd
Thomsen ættað úr
Skúvoy andaðist í heim
inum í Skive, 23. mars
67 ára gomul. Jarðar
ferðin verður úr Vor Frue
Kirke í Skive, 28. mars
kl. 13.30
Andlát og jarðarferðir
Góða Nancy
At tú so brádliga skuldi
verða tikin frá okkum, er
púra óskiljandi.
Tú sum altíð var so frísk
og lívsglað.
Eg havi kent teg heilt frá
barni av, og tú hevur altíð
verið so sera góð við meg.
Eg var dagligur gestur
hjá Fíu og Hans Paula, har
tú og Henry giftist inn. Tá
ið so Hans Pauli, sonurin,
kom var eg 5 ára gomul, og
ikki sørt øvundsjúk. Men tað
hevði eg onga orsøk til, tí Fía
og tú vóru líka góðar við
meg sum áður. Eg minnist
øll dukkuklæðini tú bant til
mín, og teir nógvu túrarnar
vit gingu við Hans Paula í
barnavogninum.
Nógv fólk vitjaðu tykkara
heim, og altíð var tú blíð og
fyrikomandi. Ongin slapp
útaftur, uttan at hava fingið
ein góðan drekkamunn ella
ein nátturðabita frá tær. Men
tað sum eg minnist allarbest,
og goymi sum ein dýran skatt
í mínum hjarta, eru tær nógvu
hugnaløturnar í heimi tykkara,
tá ið tú plagdi at syngja og
spæla guitar. Ofta læs tú í
Guðs orði fyri mær, og vit
lurtaðu nógv eftir andaligum
tónleiki. Eg varð greið yvir,
at tú og Fía áttu eina trúgv, ið
var sera týdningarmikil fyri
tykkum.
Eisini eggjaði tú mær til, at
taka lut í andaligum arbeiði,
heilt frá ungum árum av.
Hetta kom at hava ein stóran
leiklut í mínum lívi, og eri
eg tær so sera takksom fyri,
at tú vísti mær á Hann, ið er
vegurin sannleikin og lívið.
Í 1973 doyði Fía av krabba
meini, og var hetta ein svárur
missur hjá tær.
Stutt eftir hetta hendi tó
tað gleðiliga, at tit fingu lítlu
Fíu.
Nøkur ár seinni fluttu tit
út á Sevmýri í nýggj hús, og
vit báðar sóust ikki so ofta
longur.
Tó slitnaði sambandi ongan
tíð okkara millum. Tú mintist
altíð til føðingardagarnar í
familjuni, og vit tosaðu av og
á í telefon saman. Tú vitjaði
javnan foreldur míni og har
hittust vit báðar ofta.
Góða Nancy, saknurin er
stórur, nú tú so brádliga er
tikin frá okkum. Tú var so
fyrikomandi og blíð, og hevði
umsorgan fyri øllum. Tú setti
ikki ljós títt undir skeppuna,
og sunnudagsskúlaarbeiðið í
Salem stendur sum ein varði
eftir teg.
Góði Henry, Fía, Hans
Pauli, Anita, Rókur, Rósa og
Wiberg. Mátti Harrin styrkt
tykkum í stóru sorg tykkara.
Gott er tó at sleppa at liva í
vónini um, at ein dag skulu
vit øll síggjast aftur heima í
himli, har ongin neyð, sorg,
grátur, sjúka ella pína er.
Við nøkrum orðum - frá
einum indiskum vísmanni
– ið eg haldi hóska so væl
til Nancy, lýsi eg frið yvir
minni hennara:
Dagurin í dag er ein løgin
dagur.
Hann er tín.
Dagurin í gjár gleið úr
hondum tínum,
hann fær ikki annað innihald
enn tað tú longu hevur givið
honum.
Dagin í morgin eigur tú onki
lyfti um.
MEN DAGIN Í DAG HEVUR
TÚ.
Hetta er tað einasta tú kanst
vera vissur um.
Tú kanst fylla hann við øllum
ið tú vilt.
Nýt hetta høvi.
Í dag kanst tú gleða eitt
menniskja,
í dag kanst tú hjálpa einum
øðrum,
í dag kannst tú liva á ein
slíkan hátt, at onkur kanska
í kvøld
takkar Guði fyri, at tú livir.
Dagurin í dag er ein
týdningarmikil dagur.
Hann er tín.
Katrin
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Leivur Christiansen
ættaður úr Norðdepli, búsitandi í Tórshavn
andaðist á Lágargarði, hósdagin 23. mars,
88 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágargarði leygardagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju
sunnudagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Annimalla
Tey ið ynskja at minnast Leiv kunna lata eina gávu til Lágargarð
á konto í peningastovnunum.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu tá góða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Petra Næss Joensen
Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til heimahjálpir og heimasjúkrasystrar.
Tøkk til Sonju Klein, prest, kirkjutænarar og sangarar.
Og tøkk til tykkum, ið á annan hátt hjálptu
í sambandi við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll,
ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Eivind, Gunvør, Dukki og Hanna
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði maður mín,
okkara kæri pápi, abbi og verpápi
Svenning Holm Lindenskov
Nólsoy
so brádliga bleiv heimkallaður til Harran.
Tøkk til Bergur Jacobsen, prest fyri góð orð
í kapellinum á Ríkissjúkrahúsinum,
Leif Hansen fyri orgulspæl og til tykkum,
ið vóru til staðar har.
Takk til tykkum í Vanløse fyri góða hjálp.
Tøkk til Sonju Klein, prest og Rodmund í Liða
fyri troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Tøkk til tykkum báðar, sum tóku so væl ímóti okkum,
tá vit komu heim til Nólsoyar aftur.
Øllum tykkum, sum ringdu og vitjaðu í heim okkara,
fyri alla hjálp frá bygdafólkinum og avbygdafólkinum,
fyri blómur og kransar og til hvønn einstakan
av tykkum í tí stóru mannfjøld, ið fylgdu honum
á hansara seinastu ferð her á fold, vilja vit veita
eina hjartans tøkk.
Má Harrin signa tykkum øll.
Bernhild,
Heinina, Elisabeth og Sólbjørg við familjum
Minningarorð um Nancy Werning f. Danielsen
fødd 3. mai 1937 - deyð 3. mars 2007
Dagurin í morgin
25. mars. Mariumessa um várið. Til minnis um, at
eingilin Gabriel boðaði Mariu Moy frá, at hon skuldi bera
frelsaran í heim (Lukas 1, 26-38). Grikska navnið navnið
Maria er tað sama sum hebráiska Mirjam, týdningurin er
ókendur. Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð føddur
hendan dagin í 1819.
26. mars. Gabriel. Beint eftir mariumessu er nevndur
høvuðseingilin Gabriel, sum ber tey góðu tíðindini.
Navnið merkir guðsmaður.
27. mars. Kastor. Tær gomlu søgurnar nevna fleiri
annars ókend halgimenni, sum itu Kastor og vórðu tikin
av døgum 27. og 28.mars.