Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 - 24. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fríggjadagin 24. mars kl. 16 letur ein framsýning við málningum hjá Selmu Mikladal upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Á framsýningini eru 22 málningar. Selma Mikladal er fødd í 1954 í Klaksvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur búð í Keypmannahavn í mong ár. Hon hevði sína fyrstu máln­ingaframsýning í Føroyahúsinum í Keyp­ manna­havn í 2005. Selma kom til Føroya hósdagin.  Framsýningin verður opin til 6. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Selma í Focus Selma Mikladal hevur í hesum døgum málninga­ framsýning í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang Í sambandi við at tað triðja diplomleiðaraliðið á Skeiðsdeplinum er liðugt við útbúgvingina innan praktiska leiðslu, vórðu prógvini handað á eini hugnaløtu á Skúlaheiminum við Marknagil hósdagin tann 17. mars 2006. Hesi hava staðið próv­ tøkuna (navn og arbeiðs­ pláss): Anna Maria Joensen, Heygabúðin, Asbjørn Mikkel­­sen, Elektron, Asta Joensen, Landssjúkrahúsið, Bo W. Mogensen, Føroya Sparikassi, Eydna M. Mid­jord, Hósvíkar Skúli, Gudna á Rógvi Olsen, Lands­sjúkrahúsið, Henry Olsen, Tryggingarfelagið Føroyar, Ingun Gaardbo, Lands­sjúkrahúsið, Jákup Andreasen, Fiski­vinnu­ skúlin, og Petur í Gong, Pf. Elmar Zachariassen. Eydna M. Midjord og Bo W. Mogensen vanta á myndini. Skeiðsdepilin: Tíggju diplomleiðarar fingið prógv Eftir sjónvarpsmøti í Frels­unarherinum sunnu­ kvøldið 26. mars frá kl. 18-19, verður ein løta har brøðurnir Marnar og Árni Andreasen koma at handa Frelsunarherinum peningin, sum kom inn fyri stuðulsfløguna, teir góvu út fyri ólavsøku í fjør. Á fløguhúsanum stendur m.a. »Allur peningurin sum kemur inn fer óskerdur til Frelsunarherin at stuðla teimum í tí andaliga og sosiala arbeiðinum sum Frelsunarherurin stendur fyri«. Marnar og Árni Andreasen: Handa peningin fyri stuðulsfløguna