Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 17 Nr. 60 • Fríggjadagur • 24. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tað verður Dómsnevndin hjá Hondbólts- sambandinum, sum skal taka støðu til, hvørt Nicoleta Radu Hansen verður við hjá Neistanum, tá tær leygardagin spæla næsta finaludystin móti Stjørnuni Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nervakríggið er byrjað, skrivaðu vit í týsdagsútgávu okkara, tá tað kom fram, at Stjørnan hevði sent inn kæru um atburðin hjá Neistaspælara í fyrsta finaludystinum í Sunset- kappingini. Heilt ítøkliga snýr málið seg um, at Nicoleta Radu Hansen á sjónvarpsmyndum sást sláa Báru Skaale Klakstein, og tað er ein hending, sum sambært Stjørnuni skal fáa fylgjur. Í bløðunum hava umboð fyri Kappingarnevndina í vikuni staðfest, at tey fáa ikki tikið støðu til hendingar, grundað á sjónbandaupptøkur, og tí er kæran avvíst frá Kappingarnevndini. Mugu arbeiða skjótt Stjørnan hevur síðani kært málið til Dómsnevndina, og har verður í løtuni arbeitt við fullari ferð. – Vit hava fingið eitt mál, sum vit sjálvandi skulu taka støðu til. Og tann støðutakanin má helst takast skjóast gjørligt, sigur Niels Nattestad, limur í Dómsnevndini. Við »skjótast gjørligt« verður sipað til, at liðini bæði skulu á vøllin klokkan 15 leygardagin, so er neyðugt, at avgerðin er follin innan ta tíð. Ikki minst, tí komandi Challenge Trophy avbjóðingin hjá kvinnulandsliðnum ger tað mest sum ógjørligt at flyta dystin nakað sum helst. – Nær viðgerðin er liðug, vita vit ikki. Vit eru í ferð við at tosa við DHF og EHF, og so mugu vit taka støðu út frá hesum. Tað stendur tó greitt, at vit ikki kunnu broyta nakra meting hjá dómarunum. Hinvegin er spurningurin, hvørt Dómsnevndin kann ella skal nýta sjónbandaupptøkur í slíkum discipliner-málum. Her hava vit ongar staðfestar reglur fyri hondbóltin, og tað er tann spurningurin, sum vit royna at svara, staðfestir Niels Nattestad. Menningin av formil 1 motorum verður steðgað í 2008, hetta er ein av stóru broytingunum, ið verða galdandi, tá formil 1 kappingin byrjar av nýggjum um tvey ár. Formel 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tann sonevndi Concorde sáttmálin, ið bindur formel 1 liðini og felagskapin aftan fyri kappingina FIA saman, er galdandi til og við kappingarárinum 2007. Í gjár kunngjørdi FIA hvørjar karmar kappast verður undir, tá formil 1 byrjar av nýggjum í 2008. Liðini hava nú eina viku, at avgera um tey ætla sær at luttakað eftir 2008 ella ikki. Tí umsóknin skal vera innið 31. mars. Flestu broytingarnar leggja upp til niðurskerjingarnar í kostnaðinum hjá liðunum. Mest víttgangandi broytingin er, at menningin av motorum verður steðga í árunum 2008-2010. Liðini skulu brúka sama snið av motori í trý kappingarár og sniðið á hesum motori skal verða latið FIA í juni í ár.Motorar skulu eisini hesi trý árini halda í tvær koyringar eins og í løtuni. Men eisini gearkassar skulu gerast haldbarari og skulu halda í fýra koyringar. Verður motorur ella gearkassi skiftur út áðrenn hetta, verða 15 kg í barlast løgd í bilin. Hetta kemur ístaðin fyri, at bilar verða fluttir 10 byrjunarstøður aftur, sum nú er. Harumframt verður ein dekkframleiðari, ið veitir dekk til øll liðini. Royndarkoyringin verðu avmarkað til 30.000 kilo- metrar um árið. Eisini luttakargjaldið verður broytt. Í løtuni skal eitt lið, veita eina trygd á kr. 300 milliónir. Hetta verður nú broytt til eitt beinleiðis luttakaragjald, ið er beint yvir tvær milliónir kr. Somuleiðis verður kapp- ingarárið longt til at kunna umfata 20 koyringar í mun til 19 nú. Stór ósemja hevur verið um fíggjarliga partin av Concordeavtaluni, ið í stóran mun snýr seg um sjónvarps- gjald, og um styrkisbýti millum fyrireikarar og lið. Leingi sá tað út til, at flestu liðini fóru at stovna eina egna kapping. Men sum tíðin er fráliðin, eru alt fleiri lið komin ásamt við FIA. Men enn eru fleiri lið, ið ikki hava avgjørt hvussu framtíðin sær út. Dómsnevndin í finalustríðið Stjørnan og Neistin fara á vøllin klokkan 15 leygardagin. Men enn stendur ógreitt, um Nicoleta Radu Hansen kann vera partur av liðnum hjá Neistanum Formel 1 verður broytt í 2008 Dystaryvirlit Hondbóltur Sunset-kappingin 25.03 Stjørnan- Neistin Atlantic Airways- kappingin 25.03 StÍF-H71 26.03 Kyndil-VÍF Fótbólur Kappingin um løgmanssteypið 25.03 HB-VB/Sumba 25.03 GÍ-LÍF 25.03 EB/S-B71 25.03 B36-TB 25.03 KÍ-Fram ella NÍF 25.03 SÍ-NSÍ 25.03 Skála-AB 25.03 B68-ÍF Fram-NSÍ avgjørt í dag Kappingarnevndin hjá FSF skal eftir døgurða í dag taka avgerð um, hvussu verður við kærumálinum í dystinum millum Fram og NÍF. Her hava báðir partar kært hvønn annan fyri nýtslu av ikki- skrásettum spælarum, og tí er spurningurin, hvør teirra skal til Klaksvíkar í morgin. Feløgini høvdu svar- freist upp á kæruna til í gjár, og tí ber ikki til hjá Kappipngarnevndini at avgreiða málið fyrr enn í dag. -mørk StÍF-H71 fram- skundaður At fótbóltskappingin nú aftur er farin ígongd, merkist eisini hjá hond- bóltsfeløgunum. Eitt nú er samanfall millum spælarar hjá bæði StÍF og Skála, og tað hevur givið onkrar praktiskar trupulleikar, nú bæði liðini skulu spæla sama dag. Nú er avgerð so tikin um, at seinasta mansdysturin á Skála hetta kappingarárið verður spældur klokkan 14.30. Klokkan 16.30 verður so farið undir fótbóltin, har Skála í fyrsta dystinum skal takast við AB. -mørk