Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 60 - 24. mars 2006 Komandi fríggjakvøld 25. mars verður skipað fyri tveimum fundum, sum vera ávíkavist í Hósvík og í Sandavági Økisfundir tíðindaskriv Í næstum fer Róðrarsamband Føroya, saman við um­boð­um fyri start- og høv­uðs­dóm­­ ararnar, umboði fyri stevnu­ fyrireikararnar og um­boði fyri rógvararnar at skipa fyri sokallaðum økis­fundum kring landið. Enda­málið við hesum fundum er at kunna feløg og rógvarar um ymisk viðurskifti róðr­inum viðvíkjandi, t.d. fyri­reikingar til stevnurnar, nevnd­ararbeiði í RSF og somu­leiðis um, hvussu farast skal fram undir sjálvum róðr­in­um. Endamálið við fundunum er eisini, at fundarluttakararnir skulu hava møguleika at seta spurningar um ymiskt, sum liggum teimum á hjarta. Fundarluttakararnir hava eisini møguleika at seta fram møgulig uppskot um, hvussu RSF framyvir kann betra um umstøðurnar viðvíkjandi kapp­róðrinum. Umframt kunnan til fe­løg og rógvarar um ym­­ isk viðurskifti, eru økis­ fund­irnir eisini ætlaðir sum eftirmetingarfundir av kapp­ ingarárinum 2005. Fundurin í Hósvík er fyri feløgum og rógvarum í Norðurstreymoy. Hes­ in fundur verður í kapp­ róðrarneystinum í Hósvík fríggjakvøldið kl. 1900. Hin fundurin er fyri fe­løg­um og rógvarum í Vág­ um. Hesin fundur verður í SÍF-húsinum í Sandavági fríggjakvøldið kl. 19.00. Steypakapping í bridge Leygardagin 25. mars 2006 verða hálvfinalurnar og finalan í steypa­ kappingini í Bridge leikt Bridge Bogi Simonsen Spælt verður í nýggja bygninginum hjá Før­ oya Tele í Hoyvík. Byrja verður kl. 10.00 leygar­ morgunin. Hølini hjá Føroya Tele og umstøðurnar annars skuldu verið framúr gó­ðar. Føroya Bridge Sam­band vónar, at bridge áhug­að koma framvið at hyggja eftir hvussu leikur ferst. Í hálvfinaluni verða leikt 32 spøl og í finaluni verða spæld 40 spøl. Liðini, ið eru komin í hálvfinaluna eru: Heðin Mouritsen; á lið­ in­um hjá honum eru um­framt hann sjálvan eis­ ini, Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg og Dánjal Pauli Mohr. Símin Lassaberg; á lið­inum hjá honum eru umframt hann sjálv­an eisini, Eyðun An­thoniussen, Atli Han­ sen og Jógvan Rang­ham­ ar. Marner Joensen; á liðin­ um hjá honum eru eisini, Dia Jacobsen, Petur A. Johannesen og Eilif Peter­ sen. Allan Dal- Christiansen; á liðinum hjá honum eru umframt Allan sjálvan eis­ ini, Rói á Rógvi Joensen, Jens Midjord og Robert Langaard.. Liðið, ið vinnur steypa­ kappingina í ár sleppur at umboða Føroyar í seru sterku liðkappingini Rottneros cup, har vinnarir av steypakappingum úr hinum norðanlondunum luttaka.. Luttøkuan í Rottneros Cup er góð gularót hjá liðunum í steypakappingini í bridge Mynd: Álvur Nógv hevur verið tosað um stóru frá­gongdina, sum KÍ-hópurin hevur verið fyri í ár. Klkaksvíkingar eiga nú somikið nógvar ”útisetar”, at hesir uttan hóvasták kundu mannað eitt heilt - og rættiliga sterkt - fótbóltslið KÍ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Klaksvíkingar hava ofta reyp­að av mongu spæl­ar­ un­um, sum lokala fótbólts­ felagið hevur klakt gjøgnum tíðirnar. Og hóast tað tey nógvu seinnu árini hevur verið dekan ov langt millum snapsirnar hjá felagnum, so hevur stoltleikin verið at kalla óbroyttur. Ikki minst, tí klaksvíkingar hava átt lut í so nógvum øðrum enn akkurát tí, sum KÍ hevur vunn­ið. Verður tosað um meist­ araheitini, sum eru vunn­ in seinnu árini, so slepst illa undan at nevna klaks­ víkingar, sum so ella so hava verið partur av hesum. Ikki minst hjá teimum báðum havn­arfeløgunum, sum hava verið so dominerandi hesa øldina. Men eisini tá tosað verður um útlendskan fótbólt, har Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson hava gjørt heilt nógv um seg. Heilt lið av útisetum Til stuttleikar hava vit her á blaðnum sett okkum at kanna eftir, hvussu eitt lið við »útisetunum« hjá KÍ kundi sæð út. Skjótt er at koma eftir, at talan er um eitt lið, sum væl og virðiliga kundi givið øðrum feløgum dygt mótspæl. Og kanska eisini ruddiliga tað. Í málinum gevur valið av Jákupi Mikkelsen seg nærum sjálvt, men eykamenninir eru eisini klárir at traðka til, skuldi tað verið. Bæði Karstin Joensen og Gunnar á Steig hava hampuliga drúgvar royndir í fremstu føroysku deildini. Og júst tað at dystast við Jákup Mikkelsen um plássið hevur helst í mangar mátar verið tað, sum teir á ungum árum hava strembað eftir. Miðverjan kundi verið sett saman av Niclas Niclasen og Julian Samuelsen, sum í ár spæla við ávíkavit GÍ og ÍF. Og á bakkunum kdunu Leon Bjartalíð og Rúni Elttør hósk­ andi tikið sæti. Miðvøllurin tykist rætti­ liga spennandi við Rógva Ja­cobsen sum avgjørda pro­­fil­­in­um mitt á, har hann kundi fingið ”selskap” av Sím­­uni Waag Høgnesen, sum spælir í LÍF. Í høgra borði er upplagt, at Arnold Joensen sleppur at spæla, meðan liðfelagi hansara í ÍF, Tórur Lervig, tekur hitt borðið. Sum gardering á mið­­vøllinum kduni Marius N. Hansen verið nýttur, eins og hann eisini kann taka part í vinstra verjuborði, skuldi onkrum av hinum borist frá. Trumfarnir í álopinum Og frammi í álopinum man eingin ivi vera um, hvørjar spælarar tey í Klaksvík kundu hugsað sær. Todi Jónsson og Allan Mørkøre vóru tveir av mest spennandi spælarunum, tá KÍ í 1991 vann fyrsta gullið í 19 ár. Og nú 15 ár seinni eru teir framveigs nøvn, sum føroyingar tosað um í fótbóltshøpi. Allan er í ár spakuliga farin at trappa niður við fótbólti í næst bestu deildini, men við topp­skor­ araheitinum hjá meist­aralið­ num, B36, fekk hann av álvara sett eitt flott punktum fyri síni karrieru. Og Todi Jónsson man mest sum ikki nýtast nakra presentatión eftir alt tað, sum hann hevur avrikað, síðani hann í 1993 flutti úr KÍ. Alt í alt er talan soleiðis um eitt rættiliga spennandi lið, sum vit tó helst ongan tíð sleppa at síggja á vøllinum. Men skuldi tað hent, so kundi tað kanska verið hóskandi, um Oddbjørn Joensen og Bill McLoud Jacobsen vóru teir, sum løgdu spæliætlanina til rættis. Skuldi tað staðið á, kundi Kurt Mørkøre kanska eisini verið lokkaður at tikið eitt venjaratørn afturat, eins og hann eisini kundi verið ein finur jokari at tveitt inn á vøllin móti dystarenda! Økisfundir um róður KÍ eigur heilt lið av útisetum Soleiðis kundi eitt lið, mannað við fótbóltsútisetum úr Klaksvík, sæð út