Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 26. mars 2006 Starvsfólk til nýggja dagstovnin í Sørvági Sørvágs kommuna søkir eftir: 1 varaleiðara at arbeiða 30-35 t/v, 11 pedagogum at arbeiða 30-35 t/v og 6 hjálparfólkum at arbeiða 30 t/v at byrja 1. august 2006. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.30 og 17.30. Dagstovnurin er í 6 eindum, settur saman av vøggu- barnagarðstovum og frítíðarskúla. At byrja við verða tað: 3 barnagarðsstovur 2 vøggustovur 1 frítíðarskúli við børnum frá 1. til 3. flokk Vit bjóða: Eitt áhugavert starv í einum umhvørvið tætt at náttúruni, har tú hevur møguleikan at seta tín dám á stovnin. Vit vænta at umsøkjarnir: • eru til reiðar at fara virknir inn í starvið, og saman við sínum starvsfelagum menna tað pedagogiska arbeiðið á stovninum • eru til reiðar at luttaka á skeiðum ið hava tíðning fyri arbeiðið á stovninum • eru til reiðar at menna og búgva seg til at taka ímóti avbjóðingum sum liggja fyri framman • hevur hugsjónir, tá tað snýr seg um virksemi í einum barnagarði • hava hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag, merktan av virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfólkum • eru jaligir og duga væl at samskifta • hava hug at brúka náttúruna sum pedagogiskt amboð • síggja møguleikar heldur enn forðingar • kunnu virka fyri einari góðari mentan og samstarvi við starvsfelagar og foreldur Setanarviðurskifti Løn og setunarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og møguligum viðmælum skulu vera: Sørvágs Kommunu Att: Gitta av Kák leiðari Varðagøta 8 380 Sørvágur í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. apríl 2006 Setanarsamrøðurnar verða í viku 18. Meira fast at vita um størvini við at venda sær til Gittu av Kák leiðara á tlf. 229495 Um ikki nóg nógvir pedagogar søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Viðmerk á brævbjálvan »umsókn til dagstovnin«. Sørvágs Kommuna Mentamálaráðið Vinnu- og Miðnámsskúladeildin Stuðul til yrkisleiklist Sambært løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m., og kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m. verður við hesum kunnað um, at møguleiki er at søkja um stuðul til yrkisleiklist. Umsóknarblað er at finna á heimasíðu Mentamálaráðsins: www.mmr.fo undir »Mentan« - »Oyðubløð«. Freistin at søkja er 31. mars 2006. Viðv. treytum og møguleikum fyri stuðli verður víst til nevndu lóg og kunngerð. Umsóknir skulu stílast: Mentamálaráðið Postrúm 3279 110 Tórshavn Fráboðan um umhvørvis- góðkenning Við hesum verður gjørt kunnugt, at Heilsu- frøðiliga starvsstovan tann 23. mars 2006, við heimild í grein 26 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd og kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994 grein 1, stk. 4, hevur góðkent: »Bunkringarskipan á Sundi Ískoyti til umhvørvis- góðkenning til elverkið hjá SEV á Sundi« Góðkenningin liggur alment frammi á Heilsufrøðiligu starvs- stovuni. Avgerðin kann kærast til lands- stýrismannin í um- h v ø r v i s m á l u m . Møgulig kæra skal sendast Heilsufrøði- ligu starvsstovuni, Falkavegur 6, 2. hædd, FO-100 Tórshavn, í sein- asta lagi fýra vikur frá dags dato. Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Heilsu- frøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo Heilsufrøðiliga starvsstovan Ring til Sosialin tlf 341800 Veitst tú eina góða? Internet Sosialur www.sosialurin.fo in