Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 26. mars 2006 21 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 2423, P/F Nornagestur, 210 Sandur. Nevnd: Farin úr nevndini: Birgir Livar Magni Hjalt Nicodemussen, 210 Sandur (nevndarformaður) Niels Hjalt Nicodemussen, 210 Sandur (nevndarlimur) Edvard Hjalt Nicodemussen, 210 Sandur (nevndarlimur) Stjórn: Farin frá sum stjóri: Edvard Hjalt Nicodemussen, 210 Sandur Innkomin sum likvidator: Páll Nielsen, adv., Skansavegur 1, 110 Tórshavn Átekning: Felagið er tann 15.03.2006 farið í sjálvbodna likvidatión Skráseting Føroya tann 21. mars 2006 Kristin Balle ________________________ Tórshavnar kommuna Málsviðgeri til Byggi- og býarskipanardeildina Søkt verður eftir starvsfólki við tekniskari útbúgving til byggimálsviðgerð o.a. Talan er um eitt fulltíðarstarv á byggi- og býarskipanardeildini. Høvuðsuppgávur verða byggimálsviðgerð og samskifti við borgarar, feløg og stovnar. Førleikaprógv Umsøkjarin skal vera útbúgvin tekniskt hjálparfólk, byggiteknikari, ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Umsøkjarin skal duga væl føroyskt og helst hava kunnleika til telduforritini MS Office, AutoCad/MicroStation. Persónligir eginleikar Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálvstøðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði á deildini enn omanfyri nevnt. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Dalsgaard, leiðara ella Mikael Viderø, býararkitekt, tlf. 30 20 10. Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. apríl 2006. Viðmerk á umsóknina “starv á byggi- og býarskipanardeildini". Leyst starv Les meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv www.torshavn.fo er at síggja á Býarbókasavninum, í Snarskivuni og í Kunningarstovuni Pedagogur/ stuðulsfólk Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi til eina familju við tveimum børnum í Fuglafjarðar kommunu, at byrja skjótast gjørligt. Endamálið við stuðlinum er í samstarvi við barna- verndarnevndina og foreldrini, at hjálpa í heimin- um og at vera um børnini. Arbeiðsstaðurin er í heiminum hjá familjuni. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna og starvið verður sett fram til 30. juni 2006. Ynskiligt er at tann ið settur verður, hevur hóskandi fakliga útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Irenu Olsen, sosialdeildarleiðara á tlf. 44 50 06/21 08 06. Umsóknir við møguligum avritum av prógvi verða at senda Barnaverndini í seinasta lagi mánadagin tann 3. apríl. Fuglafjarðar býráð Barnaverndarnevndin Norður í Gerði 10 530 Fuglafjørður www. sosialurin.fo Altíð tað nýggjasta