fríggjadagur 24. mars 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
27
“Kórið hjá Jóhan”
er eitt virkið bland
að kór á Skála
fjørðinum. Tað er
í høvuðsheitinum
mannað við kór
sangarum av báðum
ørmunum á Skála
fjørðinum og venur í
skúlanum í Runavík.
Sunnukvøldið klokk
an 20 hava tey konsert
í Fríðrikskirkjuni
konsert
tíðindaskriv
Í kórinum syngja einir 35-
40 sangarar, og kórleiðari
er Jóhan Mortensen. Kórið
fer at hava konsert í Fríð
rikskirkjuni nú sunnukvøldið
klokkan 20:00
Nógv venjing
Hesar seinastu mánaðirnar
hevur dúgliga verið arbeitt
við at leggja til rættis sang
ferð uttanlands. Longu í
heyst varð avgjørt, at leið
in skuldi ganga til Prag, og
at konsertir eisini skuldu
standa á skránni á uttanlands
ferðini.
Ferðalagið fer at telja
50 fólk. Av teimum eru 34
kórsangarar. Bólkaferðin er
bíløgd gjøgnum Fonn-flog á
Skálafjørðinum.
Hósdagin 6. apríl verður
farið avstað við Norrønu.
Ferðast verður við bussi aftur
og fram millum Hanstholm og
Prag. Á leiðini úr Hanstholm
verður steðgað í Esbjerg í
tríggjar tímar. Í samstarvi
við føroyingafelagið í Es
bjerg verður skipað fyri
konsert í hølinum hjá
Frelsunnarherinum. Tá kon
sertin er liðug, bjóðar før
oyingafelagið ein nátturða
bita.
Eftir hetta verður hildið
fram til Prag. Á leiðini verð
ur vitjað í Theresienstadt,
fangaleguni hjá týskarunum
undir øðrum veraldarbar
daga. Sunnudag seinnapart
kemur ferðalagið so upp á
pláss í hotellíbúðunum, sum
verða bústaðurin teir fimm
dagarnar, steðgað verður í
Prag.
Tvær framførslur
í Prag
Tvær konsertir vera á ferðini
í Kekkia. Samband er fingið
í lag við kekkisk kór, sum
eisini fara at vera við á
konsertunum. Kekkisku
kórini og Kórið hjá Jóhan
fara eisini at syngja okkurt
í felag.
Tann fyrra konsertin verð
ur mánakvøldið 10. apríl í
Brandys nad Labem. Hetta
er býur á stødd við Havnina,
og liggur hann einar 25 km
uttan fyri Prag. Í býnum er
eitt slott, og í slottskirkjuni
skal konsertin vera. Kekkiska
kórið syngur fyrst einar tríggj
ar kekkiskar sangir, og síðani
eigur føroyska kórið pallin.
At enda syngja bæði kórini
saman “Ave verum corpus”
hjá Mozart. Fylgispælið fer
evnaríki pianisturin Jórun
Hansen á Skipanesi at hava.
Jóhan fer sjálvur at stjórna.
Seinna konsertin verður í
einari kirkju – Sankta Martin
í Múrinum – inni í miðbýnum
í Prag mikukvøldið 12. apríl.
Henda konsertin verður sam
an við einum øðrum kóri,
ið er heimahoyrandi í Prag.
Á hesari konserini verður
mannagongdin á leið tann
sama sum á tí fyrri. Eisini
her endar konsertin við, at
bæði kórini syngja okkurt
í felag. Í hesum førinum
verða tað tvey stykkir: “Ave
verum corpus” av Mozart og
“Locus iste” av Bruckner.
Á uttanlandsferðini hevur
“Kórið hjá Jóhan” fleiri
føroyskar og norðurlendskar
sangir á skránni. Umframt tað
er onkur negroe spiritual og
okkurt av Bach, Beethoven
og Andrew Lloyd Webber.
Meðan ferðalagið er í
Prag, verður skipað fyri
ymsum felags tiltøkum so
sum býarrundferð, sigling á
ánni Moldau og teaturvitjan
á Laterna Magika.
Føroyska ferðalagið fer
úr aftur Prag seinnapartin
langafríggjadag. Dagin eftir
verður siglt úr Hanstholm
móti Føroyum.
Tórshvnar Kamarkór
hevur leygardag
árligu várkonsert
sína. Hon verður
hildin í Mülleres
Pakkhúsi kl. 19.30
Konsert
tíðindaskriv
Vatn og hav, gleði-sorg, kær
leiki-hatur. Øll fyribrigdi,
sum vit í Føroyum hava
intiman kunnleika til og upp
livingar við. Men hesi eru
eisini eru evnini, sum sungið
verður um á várkonsertini
hjá Tórshavnar Kamarkóri
leygarkvøldi kl. 19.30 í Müll
ers pakkhúsi.
Kórið býður teimum lurt
andi við á eina ferð bæði í
rúmi, tíð, og í tónleiki, og
hetta eru hølini í Müllers
Pakkhúsið serstakliga væl
egnað til.
Vit fara víða um: Úr Før
oyum og 20. og 21. øld til
Valparaiso og Rovaniemi,
umframt at vit vitja Svøríki
í 19. og 20. øld og heilt aftur
til Onglands, Fraklands og
Italiu í 15. og 16. øld.
Á ferðini verða at hoyra
søgur um tann fyrsta koss
in, jalousi og kærleika
– bæði um lukkuligan og
miseydnaðan – og hatur,
soleiðis sum Evert Taube,
T.N. Djurhuus, Orlando di
Lasso, Monteverdi, Dowland
og Carl Orff imynda sær
tað.
Hav og vatn hava altíð hug
tikið yrkjarar og tónaskøld;
bæði vakurleikin og friðurin,
og tann oyðandi megin, sum
vatn hevur í sær. Kórið fer at
framføra 5 sangir við hesum
evnum, 4 føroyskar og ein
enskan.
Várkonsert við kamarkóri
»Kórið hjá Jóhan«
fer til Prag
Við í Tórshavnar Kamarkóri eru 30 sangarar og kórleiðari er Kári Bæk