fríggjadagur 24. mars 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 60 - 24. mars 2006
Kvik-køkssentrið
víðkar nú handilin til
eisini at umfata annað
enn ”bara” køkar
Handil
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani Hans Michael Hansen
fyri fimm árum síðani tók
yvir umboðið fyri Kvik-
køkar í Føroyum, hevur
handilin verið fyri støðugum
vøkstri.
Leygardagin verður so
talan um næstu víðkanina
av virkseminum, tá handilin
við Staravegin eisini kem
ur at umfata sølu av køks
búnyttum, pyntilutum og
mótatapeti. Ikki minst hetta
seinasta tykist vera nakað,
sum Hans Michael sjálvur
er sera spentur uppá.
– Vit hava í øllum førum
merkt, at hetta er nakað av tí,
sum fólk hava sóknast eftir
seinastu tíðina, og tí halda
vit hetta vera ein náttúrligur
partur, nú vit fóru undir at
víðka um handilin.
Halda fast um
kjarnuøkið
Um víðkanina av virksem
inum sigur Hans Michael,
at hann sær hetta sum ein
neyðugan lut, um virksemið
skal haldast á einum nøkt
andi støði.
– Føroyar eru kanska
í minna lagi til at hava
veruligar serhandlar. Tað
verður helst framvegis so,
at søla av køkum verður
høvuðsvirksemið hjá okkum.
Men fyri at tryggja eitt betri
støðufesti, er eisini neyðugt,
at virksemið verður víðkað
til eisini at umfata aðrar
aktivitetir.
– Hinvegin eru hesir
aktivitetir ikki so langt frá
tí, sum vit hava fingist við.
Køksbúnyttir, pyntilutir,
borð og stólar eru væl nakað,
sum er náttúrligt at hyggja
at, tá køkar verða keyptir,
og tí flyta vit okkum ikki
so nógv frá kjarnuøkinum,
sum vandi annars kundi
verið fyri.
Nú handilin er víðakður,
fevnir samlaða gólvvídd in
hjá Kvik Køkum og Kvik-
inside um 250 fermeterar.
Víðkað við tapti
og búnyttum
Nýggja sektiónin av Kvik ber
nú heitið Kvik-inside
Mynd: Jens Kristian Vang
FRAMSÝNING
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
Fermingarborð,
brúð
leypsborð, móttøkuborð,
føðingardagsborð, dópsborð,
páskaborð…Blómuhandilin
Orkis á Glyvrum er í hesum
døgum karmur um eina sera
hugnaliga framsýning við
nógvum ymiskum prýðis
lutum og hugskotum.
Blómuhandilin
Orkis
hevur í hesum døgum eina
forkunnuga framsýning í
handilshølunum á Glyvrum,
har seinasta rákið innan pynt
av ymiskum slagi verður
víst.
Framsýningin lat upp hós
kvøldið, tá ið Orkis skipaði
fyri einum almennum
íblástrarkvøldi, har danin
Bo Bull tosaði um alt tað
nýggjasta innan pynt, og gav
hugskot til fermingarborð,
brúðleypsborð og ymiskt
annað. Nógv fólk var til
tiltakið, og tey hugnaðu
sær óført. Í samband við
framsýningina skipar Orkis
eisini fyri eini kapping, har
møguleiki er at vinna gávu
kort frá handlinum, umframt
eina uttanlandsferð frá Fonn
Flog.
Á Framsýningini eru fleiri
ymisk borð, sum eru prýdd
við tí seinasta nýggja innan
borðpynt. Hóast Orkis er
ein blómuhandil, so er
nógv annað enn blómur á
framsýningini. Til dømis er
eitt brúd leypsborð við brúð
arkøku, brúðarkjóla o.ø.
Tað mest sermerkta borðið
á framsýningini er óivað
undirsjóvartunlaborðið,
sum er prýtt við ymiskum
tirnum o.ø., sum er komið úr
Norðoyartunnilinum. Fram
sýningin verður opin til og
við 29. mars, og er avgjørt
verd at vitja.
Forvitnislig várfram
sýning í Orkis
Danin Bo Buller
vísti hóskvøldið
ymisk hugskot til
borðpynt og annað