fríggjadagur 24. mars 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 • fríggjadagur • 24. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið:
Summartíð – men onki summarveður
Í vikuskiftinum er
tíðin aftur komin at
flyta klokkuna ein
tíma fram. Summartíð
kallast tað, men veðrið
í vikuskiftinum passar
ikki til ta nýggju tíðina
Vikuskiftisveður
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
– Tað verður ófantaligt veður í
vikuskiftinum, sigur Petur Skeel
Jacobsen, veðurfrøðingur. Regn,
vátakavi og hvassur vindur.
Leygardagurin verður hampu
ligari enn sunnudagurin. Tá er
góður møguleiki fyri at mesti
partur av degnum verður turrur.
Kavin fer at minka niður í
næstan onki, bara í fjøllunum
verður hann liggjandi.
– Tey, sum koyra í hæddini,
kunnu rokna við eitt sindur av
krapa, sigur Petur.
Hitin verður eini 5-6 hitastig
um dagin og niður móti frost
markinum um náttina.
Fyrra helvt av næstu viku
verður heldur lýggjari.
Skemt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Tveir av mest elskaðu og mest
hataðu donsku skemtarunum
Monrad & Rislund koma til
Føroyar í mei, og við sær hava
teir sítt egna og sera danska
skemtibland.
Kendu donsku skemtararnir
Monrad & Rislund leggja
20. mei leiðina framvið
Norðurlandahúsinum og við
sær, hava teir nakrar av teimum
yvir 160 ymisku persónunum,
ið teir hava spælt seinastu fleiri
enn 30 árini. Millum hesar eru
Margretha drotning, Maria moy,
Johan Sebastian Bach og Idi
Ammin. Hetta er fjas á antin sera
høgum ella sera lágum støði, alt
eftir hvønn tú spyrt.
Monrad & Rislund góvu fyrstu
plátuna Kød På Bordet / Sidde
Ved En Å út í 1974. Við einum
ótalið av skemtirundferðum,
LP’um, fløgum, sjónbondum og
DVD’um hava teir sett sín egna
dám á danskt skemt líka síða.
Hetta var langt áðrenn, at nakað
æt Stand Up Comedy, og sjálvt
eftir Stand Up Comedy innrásina,
halda Monrad & Rislund fram í
sama lag.
Á heimasíðu síni samanber
Norðurlandahúsið Monrad &
Rislund við føroysku Pipar
& Salt. Henda samabering er
ikki heilt burtur við, tí eins og
Pipar & Salt hava Monrad &
Rislund brent seg fastar í donsku
tilvitskuna. Nógv av løgunum
og skemtinum hjá Monrad &
Rislund eru vorðin fólkaogn í
Danmark. Hugtøk sum Akkasut
munnvand og Jeg har lavet en
pølse eru vorðin ein partur av
danska málinum Men samstundis
er skemtið eisini ov nógv av tí
góða fyri summi, meðan onnur
halda tað vera dekan ov fjasutt.
Monrad & Rislund
í Norðurlandahúsinum
Tað er ikki gott at vita, hvørjar leiklutir Monrad & Rislund fara at spæla í Norðurlandahúsinum