fríggjadagur 24. mars 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
30
100 ár
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Dagurin byrjaði við, at skúlabørn
og dagstovnabørn møttu uttanfyri
húsini hjá Hanne Miu, ið kom út
at heilsa mannamúgvuni.
Klokkan 15 var so almenni
parturin av degnum. Umboð
fyri kommunu, landsstýrið, ríkis
umboð, løgtingsmenn og vinir og
næstringar heiðraðu Hanne Miu í
fullsettum VB-húsi.
Løgmaður Jóannes Eides
gaard, Hans Pauli Strøm, lands
stýrismaður í heilsumálum
og vágbingur, Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í inn
lendismálum, ríkisumboð og
løgtingsmenninir í bygdini vóru
komnir at heilsa Hanne Miu og
fleiri teirra bóru fram røður.
Kirsten Strøm Bech, borgar
stjóri í Vági, beyð vælkomin.
Síðani hildu almennu umboðini
røður. Løgmaður tók skemtiliga
til, at tað hann visti, so fylla 6
føroyingar 100 ár í ár. Men bert
ein av hesum seks er mannfólk,
og tað segði løgmanni so mikið,
at: “..lívið er harðari við okkum
mannfólk”, hugleiddi løgmaður
skemtiliga.
Hans Pauli Strøm røddi
eisini og tosaði m.a. um stóru
broytingarnar, ið tíðin hevur
við sær. Hergeir Nielsen, løg
tingsmaður, heilsaði gummuni
og eisini hann hevði m.a. tíðar
broytingarnar á lofti.
Fødd fyrst í farnu øld
Hergeir vaks upp í grannalagnum,
á garðinum, sum sagt verður.
Tí nevndi hann Hanne Miu
gumman, tí tað gjørdu øll børn
har á garðinum.
Hergeir nevndi m.a., at hon er
fødd árið eftir, at VB er stovnað
og sama ár, sum fyrsti bankin
í landinum, Føroya Banki, er
stovnaður. Hanne Mia var stór
smágenta, tá fyrri heimsbardagi
brast á og nærum 40 ár, tá seinni
heimsbardagi endaði. Hanne Mia
er javngomul við floksbýtið á
tingið, tá tað bleiv tvíbýtt millum
sjálvstýri og samband í 1906. Og
hon er javngomul við málaran
Mikines, sum doyði fyri nærum
mansaldri síðani, og Hanne Mia
var 50 ár, tá ÚF varð sett á stovn,
segði Hergeir m.a. í røðu síni.
Tænti hjá heimsstjørnu
At Hanne Mia megin partin av
lívinum hevur búð í Vági, og
enn býr heima í egnum húsum í
Vági, gjørdi helst, at fjølmiðlar
ikki stóðu í bíðirøð at heilsa hesi
frísku og birgu 100 ára gomlu
kvinnu, ið veit nógv at siga frá, tí
Hanne Mia er púra klár og røsk
at greiða frá.
Suðurrás fekk tó orð á Hanne
Miu í sendingini Viðurgerði,
og greiddi hon millum annað
frá, tá hon var arbeiðsgenta hjá
heimskenda pólfaranum Peter
Tá arbeiðskonan hjá pólfara
helt 100 ára dag í
Fríggjadagin 17, mars 2006 fylti Johanna
Maria Olsen í Vági 100 ár. Nógv var gjørt
burturúr degnum, tó at miðlar ikki stóðu í
bíðirøð at hitta Hanne Miu, sum hoyrir nakað
illa, men annars er birg og púra klár. Tá hon
var arbeiðskona hjá kenda pólfaranum Peter
Freuchen á sinni, mundi hann ikki gruna, at
hon fór at halda sín 100 ára dag meira enn
fimti ár eftir, at hann legði árarnar inn
Fríggjadagin 17. mars 2006 fylti Johanna Maria Olsen í Vági 100 ár. Hon er birg og púra klár
6 føroyingar fylla 100 ár í ár. Men bert ein av hesum seks er mannfólk, og tað segði løgmanni so mikið, at: ”..lívið er
harðari við okkum mannfólk”, hugleiddi løgmaður skemtiliga
Hergeir Mielsen vaks upp í grannalagnum, á garðinum, sum sagt verður. Tí
nevndi hann Hannu Miu gumman, tí tað gjørdu øll børn har á garðinum