fríggjadagur 24. mars 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
31
anum Freuchen
Vági
FAKTA
Stutt um Peter Freuchen
Hann livdi frá 1886 til 1957.
Var kendur pólfari og gjørdi fyrstu
ferðina til Grønlands í 1906. Sama
ár, sum Hanne Mia er fødd.
Hann gjørdist legenda í egnu
samtíð síni. Høvundur og
filmstjørna.
Hann giftist við grønlendskari
kvinnu. Hetta var ikki væl sæð
allastaðni tá á døgum.
Fekk frostskaða og hevði tí
træbein. Setti seinni búgv
uttanfyri Danmark. Gjørdi
m.a.filmin Eskimo, ið varð tikin
upp í Hollywood og í Alaska í
1930.
Í 1910 samdust Peter Freuchen
og Knud Rasmussen um at kalla
handilsstøðina, teir nýttu, fyri
Thule.
Peter Freuchen
Peter Freuchen og Knud Rasmussen í 1913
Freuchen, ið eisini gjørdist
kendur høvundur og filmstjørna;
ein legenda. Hon mintist
hendan stórmannin við sínum
træbeini og fullskeggi. Træbein
hevði hann orsakað av einum
frostskaða. Hann var vinmaður
hin minst líka kenda pólfaran
Knud Rasmusen.
Hanne Mia greiddi frá, at
hon mintist kríggini bæði. Og
sjálvandi mintist hon eisini
ógvusligu ristingarnar í Vági í
sekstiárunum. Hetta var óhugna
ligt, greiddi hon frá, tí slíkar
ristingar eru ikki vanligar á
okkara leiðum, og hon, eins og
aðrir suðuroyingar, fór norðeftir.
Kongabrúgvin
Tá hon fyrstuferð vitjaði í Havn,
væntaði hon sær at síggja eina
vakra brúgv; Kongabrúnna.
Men hetta varð, sum vituligt er,
eitt skuffilsi, tí lítið kongaligt
mundi vera við Kongabrúnni,
samanborið við tað, ið hon hevði
hugsað sær.
Hanne Mia segði seg bert hava
góð minnir og lívið er farið við tí
triviella.
– Om 100 ár er alting glemt,
endaði Hanne Mia samrøðuna.
Hans Pauli Strøm røddi eisini og tosaði m.a. um stóru broytingarnar, ið tíðin hevur við sær
Dagurin byrjaði við, at skúlabørn og dagstovnabørn møttu uttan fyri húsini
hjá Hanne Miu, ið kom út at heilsa mannamúgvuni