Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-24, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mars 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 32 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Fólk sum kenna meg siga, at eg eri gírigur altso á tann hátt, at eg heldur gangi eitt ár eyka í einum buksum, enn at keypa nýggjar, eg fái eisini at vita, at eg eri raskur, tað triðja er eitt sindur ringt, eg haldi eg sigi glaður Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Tað man ivaleyst vera ”sakin” Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Eg hyggi at øllum tí, sum mann­ fólk hyggja at. Eygunum og heildini. Ja, heildin er viktig, alt skal passa saman. Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Eg brúki ikki langa tíð, eg pissi, busti tenn og fari í klæði, tað tekur presist fimm minuttir. Hvat stressar teg? Tað stressar meg, tá eg ikki fái gjørt okkurt, sum eg veit, at eg skal gera. Hvat gleðir teg? Tað er nógv at gleðast yvir, nógv smáting. T.d. tá tað gongur væl, tá eg fái góð tíðindi, tá liverpool vinnur, týskvøldið gekk eg og floytaði til klokkan tvey um náttina. Nær feldi tú seinast eitt tár? Onkur pástendur, at tað var, tá eg fekk 4 pentir í fingurin herfyri. Men tað passar ikki. Eg minnist satt at siga ikki nær, eg feldi eitt tár seinast. Nær smakkaði tú tær seinast á? Eg smakkaði mær á seinasta vikuskiftið, tá allir HB’ararnir hugnaðu sær seinastu ferð, áðrenn kappingin ordiliga fer í gongd. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Tað má vera tá eg bleiv útlærdur sum elektrikari. Hvar arbeiðir tú? Eg arbeiði hjá LM Electric Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at spæla fótbólt á hægsta stigið? Tað man vera, at tey skulu kempa fyri tí og trena hart. Talent røkkir ikki allan vegin. Hvat er besta uppfinningin og hví? Øll tey tingini sum gera heimin minni. T.d. flogfør, telefonir, teldur og internetið. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Eg havi nokkso nógv í lummun­ um. Ein pakka av Fishermans Friends bommum, ein knív, eina rullu av tape, tvær telefonir, ein lykil, pennar og ein tummastokk. Hvat er títt besta heimaráð? At man skal vera pliktupp­ fyllandi. Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Teir, sum eg fyrst fari at hugsa um, eru Hallur Danielsen, tí at hann fær dreygað sjálvt tí mest óintersanta inn á okkurt stuttligt. Hin er bróður, Høgni, tí eingin dugir so væl at arbeiða uppá fólk sum hann. Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Eg havi hugsa nokkso nógv um handan spurningin. Tá eg møti onkrum, og eg ikki ordiliga veit, hvat eg skal tosa við viðkomandi um. So hugsi eg ongantíð, at tey eru óinteressant. Tá haldi eg altíð, at eg eri tann rotni. So eg haldi vanliga ikki, fólk vera óinteressant. Hvussu ofta speglar tú tær? Huff, man kann líka so væl viðganga tað, man speglar sær tann møguleikan man fær, gongur man framvið einum vindeyga, so hyggur man ikki burt. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Tað eru 4 ár síðan, at eg havi verið hjá frisør. Eg havi gingið skinnaður, síðan eg fór í læru, so tað klári eg sjálvur. Hvør er tín stuttligasta upp­ living á einum fótbóltsvølli? Tann stuttligasta upplivingin var, tá vit vóru í Grazer í Eysturíkið við HB. Høgni, bróður var byrjaður at venja aftur tvær vikur áðrenn hetta. Vit vóru illa mannaðir, so Høgni skuldi byrja innið á miðvøllinum. Hetta var ein bakandi heitur dagur. 10 minuttir ella eitt korter innið í dystinum, fóru vit í okkara næsta álop. Tá stóð Høgni knappiliga pøstur og sveittandi niðrið á bakkinum og spurdi um eg ikki kundi taka túrin, tí hann orkaði ikki. Annars eru bestu upplivingarnar tey trý Føroyameistaraheitini á rað, um eg skal velja eitt, so var tað, tá vit stjólu tað frá B36. Janus Mouritsson Joensen, 24 ár, elektrikari og liðskipari á 1. deildarliðnum hjá HB »Fýra ár síðan eg var hjá frisør«