fríggjadagur 24. mars 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
33
Í einar tvær vikur hevur
ein dramabólkur, ið
er samansettur av 10.
flokkunum á Tvøroyri,
framført ævintýrið
Svínadrongurin. Tey settu
lekin upp í Øravík. Hetta
gjørdist framførslur við
skemti og álvara, spírandi
leiklist og góðum sangi,
ið gevur góðar vónir um
ungar spírar, ið seinni
kunnu ríka sjónleikin
sunnast á landi
Umrøða
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
10. flokkarnir á Tvøroyri hava
havt ein dramabólk, har sjónleika
hugaðir næmingar í ár hava havt
møguleikan at royna seg.
Og síðstu vikurnar hevur
dramabólkurin tikið endaliga
stigið í einari langari ætlan,
nevniliga at seta leikin á pall, ið
tey longi hava arbeitt við.
Og tá sagt verður arbeitt, so
er tað í orðsins rætta týdningi.
Tey hava sjálvi umsett, seymað
og tilevnað leiktjøld og annað,
ið krevst til leikframførslu.
Umframt, at tey sjálvi eisini
leika, sjálvandi.
Tað er Súsanna Mortensen,
lærari, ið hevur verið leikstjóri.
Tá so bert hálvur annar tími er á
tímatalvuni um vikuna, so hevur
hon nýtt heilt fitt av tíð uttanfyri
vanliga skúlatíð til dramabólkin.
Men úrslitið er eisini gott, og
ivaleyst er tað vegleiðingin frá
Biritu Mohr, sjónleikara, ið
hevur sett prikkin yvir i’ið.
Lætt og gerandisligt
Umframt leik og tónleik, so
fingu tey vitjandi í Gistingar
húsinum við Á í Øravík, pizza og
sodavatn.
Svínadrongurin er eitt av
kendu ævintýrunum hjá H.C.
Andersen. Dramabólkurin
megnaði tó í síni umseting at
sleppa tí hábærsliga, sum so ofta
doyvir føroyskar tekstir. Serliga
skal dramatekstur ikki hava slíkt
uppgjørt fjas, tí teksturin skal á
pall og framførast. Tá hjálpir ikki,
um leikarin missir fótafestið, tí
umsetingin er ov háfloygd.
Men hetta var als ongin vandi í
umsetingini hjá dramabólkinum;
orðingar so sum; “...forkelaður
lortungi”, sótu so væl, at ongin
fekk ilt, men hinvegin hugsaði
neyvan nakar um málsliga búnan,
og tá er rætt avstaðfarið.
Og skemt var so avgjørt ein
styrki í leikinum, tí tað var
undirhald allan vegin. Íspegilin
leiddi áskoðaran ígjøgnum leikin
um forkelaðu prinsessuna. Og
skemt var berandi megin í til tíðir
sera væl leikta leikinum.
Keisarin mundi ikki fingið
afturhald, tá hann flenti at
dronginum, ið dámdi svín.
Keisaranum dámdi eisini svín,
men bert um hann fekk grønmeti
afturvið!
Og rætt er ikki at gloyma fittu
grísarnar, ið eru leikarar av yngri
dato.
Góður sangur og leikur
Rætt er neyvan at fara at
ummæla alt upp ella niður, tá
talan er um ungar amatørar. Men
sigast kann, at til tíðir gjørdu
summir av leikarunum so gott
avrik, at tað er at undrast á og
fegnast um. Tí um hetta ber boð
um meira í komandi tíðum, so
eru her spírar, sum veruliga
kunnu blíva nakað størri og
meira.
Havi hug at nevna prisessuna,
ið sang lagið Púra Einsamøll,
ið Malan Eyðunsdóttir syngur
á fløgu. Hetta var ein sera væl
sungin sangur og gav hetta
framførsluni eisini eitt lyft
uppeftir. Og tað er gleðilgt,
tí hetta setti bara eina striku
undir leikavrikið. Ikki tí hetta
var neyðugt, tí leikurin misti
ongantíð flog, so brúk ikki var
fyri nakrari eyka bjarging ella
ífyllu.
Og tað kendist heldur ikki
sum ífylla, tá álvafljóð komu
sveimandi á pall til svímaðu
prinsessuna, og tónleikurin
til The Phantom of The Opera
ljómaði aftanfyri.
Heldur var tað sera væl valt
at koyra hesar nýmótans sangir,
ið annars onki hava við sjálvan
leikin at gera, við í leikin um
Svínadrongin.
Skal nakað sigast, sum ikki
stendur á pluss síðuni, so er tað,
at meira kundi verið gjørt fyri
at fáa fólk at lætta sær á og fyri
at draga áskoðarar. Sjálvandi
leita foreldur og vinfólk sær at
hyggja. Men størri partur av
almenninginum kundi eisini
sæð leikin, so væl sum hann
var framførdur. Og sjálvur haldi
eg tað er sera spell, at t.d. aðrir
skúlar ikki fingu tilboð um at
vitja í Øravík, tí hetta kundi verið
til bæði gleði, gagn og kveiking.
Herjið á aftur, tí hasum komu
tit sera væl frá!
Svínadrongurin í Øravík
Svínadrongurin (H.C. Andersen)
Leikarar:
Svínadrongurin: Gunnhildur Ø. Bech
Prinsessan: Diana Solmunde
Prinsurin: Aron P. Sørensen
Keisarin: Halla Potts
Íspegilin: Jonvør S. Joensen
Maðurin: Gunnhildur Ø. Bech
Konan: Sigrid H. Nielsen
Sendiboð: Aron P. Sørensen
Gyklarar: Gunnhildur Ø. Bech, Sigrid H. Nielsen
Álvafljóð: Katrin Petersen, Wivika T. Strøm, Inge Marie
Rasmusen, Sigrid H. Nielsen
Kamarsgentur: Inge Marie Rasmussen, Wivika T. Strøm,
Katrin Petersen
Leikstjóri: Súsanna Mortensen
Vegleiðing: Birita Mohr
Hjálparfólk: Kári Thomsen
Pallmynd: Dramabólkurin
Pallgerð: Jón Johannesen, Álvur Enni, Kári Thomsen,
Dramabólkurin
Plakat: Jón Einarsson
Seyming: Handarbeiðsbreytin, Heidi Solmunde
Ljóðtøkningur: Jens Johannesen
Tónleikari: Jens Mortan Mortensen
Tøkk til: Una Mortensen, Jens Johannesen, Poul Olsen,
genturnar í 2.a, Bjørg Hofgaard, Tvøroyrar Skúla
FAKTA