fríggjadagur 24. mars 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
34
Mikukvøldið vitjaðu
60 forvitnir og glaðir
pensionistar úr Havn
í Miðlahúsinum í
Vágsbotni, har blað
stjórin greiddi frá
nógva virkseminum í
húsunum og annars
vísti teimum hetta
nútímans og virkna
fjølmiðlaarbeiðsplássið.
Tey vóru hugtikin av
at síggja, hvussu væl er
frágingið at umbyggja
eini handilshús til eitt
miðlahús, sum eisini
skal vera partur av
menningini í miðbýnum
Upplýsing og miðlar
Myndir Frans Galan
Mikukvøldið vórðu dyrnar
latnar upp í Miðlahúsinum
í Vágsbotni, og innar á gátt
komu ikki færri enn 60 limir í
Pensionistafelagnum í Havn, 55
kvinnur og 5 menn. Formaðurin
í felagnum, Suni Joensen, sum
altíð er góður í ráðum, góður
at skipa fyri og fáa limunum
nýggjar upplivingar, heitti á
leiðsluna í Miðlahúsinum um
at stíla fyri einum upplýsandi
hugnakvøldi fyri limirnar og
greiða frá, hvussu eitt blað
verður til og annars hvat Miðla
húsið tekst við. Tað skuldi
eisini vísa seg, at hetta var eitt
gott val, tí sera mong tóku av
tilboðnum og leitaðu sær, hóast
kulda og kava, oman í Tórsgøtu
1, har tað varð fjálgt og vítt
til veggja og høgt til loftið.
Mong mintust bráddliga aftur á
góðar farna løtur og hendingar
í handilshúsunum, sum nú er
vorðið fjølmiðlahús.
Borðreitt varð við kaffi og
køkum, og Jan Müller, blaðstjóri
beyð vælkomin og greiddi
gestunum frá ymsu miðlunum,
sum húsast í Vágsbotni og
hvussu eitt blað verður til. Eisini
segði hann frá ynskjunum og
ætlanunum hjá býráðnum og
teimum, sum húsast í og kring
Tórsgøtu, um at fáa meira
lív í og menna umhvørvið í
Vágsbotni sum heild. Nakað,
sum so eisini skal kunna koma
øllum ættarliðum í býnum til
góða, eisini tí tilkomna og eldra
ættarliðnum.
Høvi varð so eisini at síggja
arbeiðsplássið og vóru blíðu
og fegnu havnafólkini sera
hugtikin av at síggja, hvussu
væl er frágingið í sambandi
við umbyggingina – frá einum
handilshúsi til eitt miðlahús.
Áðrenn farið heimaftur hetta
kalda vetrarkvøld varð vístur
umleið 40 ára gamal bretskur
filmur um Føroyar og vakti
hann eisini mong góð og gomul
minni. Enn eitt gott og hugnaligt
pensionistakvøld í tí Harrans
ári 2006 var komið at enda.
Hýrurin varð góður, tá dyrnar
vóru latnar upp, og hann var
ikki minni góður, tá fryntligu
og jaligu pensionistarnir góðar
tveir tímar seinni takkaðu fyri
seg. Sum skilst er hetta bert eitt
av ætlandi mongum upplýsandi
hugnatiltøkum, sum Miðlahúsið
fer at skipa fyri fyri sínum
lesarum og viðskiftafólki.
Glaðir pensionistar
vitjaðu Miðlahúsið
Áhugin var stórur, tá 60 vælhýrdir pensionistar í Havn mikukvøldið møttust til hugnaliga løtu og upplýsandi tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni