fríggjadagur 24. mars 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
36
3. partur
FERÐAHUGLEIÐINGAR
ÚR ÍSLANDI
Jóannes Hansen
Meðan vit vóru á Langanes
leiðini gjørdist tað, sum Edvard
Jacobsen, Edvard í Svínoy
sáli, í Minniligar hendingar
skrivaði um samskiftið, sum
bóndin á Felli á Finnafjørðinum
hevði við føroyskar fiskimenn,
rættuliga áhugavert. Vit koyra úr
Þórshöfn og tvørtur um rótina á
Langanesi, um tað ber til at siga
tað soleiðis. Tað er skjótt, at vit
fara framvið Gunnólfsvikurfjalli,
Bakkaflógvin sæst aftur í
góðveðrinum, og so eru vit á
Finnafjørðinum. Har er eingin
samlað búseting.
Nakrir fáir bóndagarðar eru at
síggja, og tá ið vit koma til tann
fyrsta, sum liggur eitt sindur
niðan frá vegnum, stendur á lítla
skiltinum Fell. Vit snara niðan
móti húsinum, og tað vil so
væl til, at ein maður júst fer úr
jeepinum og tekur hondina upp
fyri pannuna og skymast eftir
fremmanda bilinum, sum rullar
niðan í túnið millum eldru húsini
og nýggjaru typuhúsini við
síðuna av. Hinumegin húsini eru
fjós og úthús.
Edvard sigur frá, tá ið teir við
Polo 12. apríl í 1938 ankraðu
inni á Finnafjørðinum, og teir
heilsaðu upp á bóndan á Felli,
Fríðrik, sum kom umborð. Hann
segði teimum, at Polo var størsta
skipið, sum hevði verið inni á
Finnafjørðinum. Hann kendi
væl Símun hjá Póli, skiparan,
sum hevði ført John Bull í
trý fylgjandi ár, og teir høvdu
handlað við hann fyrr og keypt
bæði seyð og ís.
Edvard sigur, at Fríðrikur segði
teimum, at lodnan kom inn á
Finnafjørðin 1. apríl og rendi for
inn í urðina, sum lá niðan fyri
húsini á Felli, og toskurin aftaná.
Og so greiðir Edvard víðari frá:
“Finnafjørðurin stóð fullur
av fiski. Vit settu bátarnar út
og fingu 2000 fisk tann dagin,
sama slag sum Meðallandsfisk,
stórur og feitur og fullur av
lodnu. Fríðrikur segði, at tann
fiskurin steðgaði sjáldan longur
enn 14 dagar, tí tá fór lodnan
suðureftir, og so varð. Hetta
var 12. apríl. Dagin eftir fingu
vit 2500 fiskar, og so minkaði
tað so líðandi. Síðani royndu
vit av Finnafjørðinum út móti
Fagranesi og inn móti Eiðsvíkini
og fingu eitt sindur av fiski. So
bleiv aftur lágætt, tað vil siga
sunnanvindur, og vit fóru norður
aftur um Nesið. Tá veðrið var
gott, royndu vit í Stronginum,
sum gongur úr Tanganum á
Nesinum. Har var altíð væl at fáa
av góðum fiski”.
Ein sera góð lýsing av, hvussu
føroyska fiskaríið gekk fyri seg á
Langanes leiðini í mong ár.
Hesin lesnaðurin er púra
frískur í huganum, tá ið vit
stíga úr bilinum og heilsa upp á
mannin undir vegginum á Felli.
Vit biðja góðan dag, og eg spyrji,
um pápi hansara æt Fríðrikur.
Hann heilsar aftur og spyr, hvørji
vit eru. Tá ið hann frættir, at vit
eru føroyingar, smílist hann og
bjóðar okkum inn.
– Jú, pápi æt Fríðrikur. Hann
doyði í 1993. Hevði hann verið
her í dag, so hevði hann tosað
føroyskt við tykkum. Hann hevði
so nógv við føroyingar at gera, at
hann hevði lært føroyska málið
heilt væl, greiðir Jósup á Felli frá.
Jósup undrast, hvussu vit hava
innlit í hesi viðurskifti, tá ið
spurt verður, um lodnan eisini
í ár kom á Finnafjørðin um 1.
apríl og toskurin fjúrtan dagar
seinni. Vit vísa honum tað, sum
Edvard skrivaði. Tær báðar fittu
abbadøtrarnar, sum eru komnar
av Akureyri at vitja abban, hjálpa
honum at gera kaffi. Áðrenn
vit setast við køksborðið við
kaffikoppunum, vísir hann
okkum inn í stovuna. Har er stórt
borð, og myndir av tveimum
fólkum eru á bróstinum.
– Konufólkið er mamma
mín, sum doyði av tuberklum
1. desember 1938. Maðurin
er Símun hjá Póli, skiparin á
Polo, sigur Fríðrikur, og vit
komast við ungdómsmynd av
kenda skiparanum, sum eisini er
endurgivin í bókini hjá Edvardi
í Svínoy.
– Pápi og Símun vóru vin
menn. Vit samskiftu nógv við
føroyingarnar. Teir plagdu at
sita við hetta borðið og roykja
ball. Tá varð nógv prát og nógvur
roykur her í stovuni. Nú er tað
langt síðani, og tað er nógv
broytt síðani tá, staðfestir Jósup
hugsunarsamur og spyr, um
Símun hjá Póli framvegis eigur
eftirkomarar.
Jú, hann eigur son og dóttur,
sum búgva í Klaksvík, svara vit,
og bóndin tykist kenna Føroya
kortið. Tað sigur hann seg gera,
tí hann við íslendskum ferðalagi
var í Føroyum fyri nøkrum árum
síðani.
Broytingar
Vit fregnast, hvussu tað stendur
til við fólki her á Finnafjørðinum,
og hvat tey liva av. Nei, her
er lítið fólk. Onkur garður er
frágingin, og tað er ilt at fáa unga
fólkið at støðast her. Tað veit
Jósup sjálvur alt um at siga.
Tey vóru nógv systkin. Hini
búgva kring alt landið. Mest á
Akureyri og í Reykjavík. Sjálvur
eigur hann fimm børn. Tey
búgva øll á Akureyri. Ein sonur
bygdi typuhúsini, sum standa
undir liðini á hesum húsunum.
Hann var bóndi, men so fluttu
konan og børnini til Akureyrar.
So fór sonurin aftaná. Hann
arbeiðir har norðuri, og hann fer
ikki at flyta aftur á Finnafjørðin.
Bóndin hevur tveir teir seinastu
vetrarnar verið einsamallur á
Felli og ansað seyðinum. Hann
ætlaði sær møguliga at taka ein
vetur upp á seg afturat. So fór
hann at vera 70, og hansara tíð
fór at styttast. Tað er sum so
manga staðni. Garðarnir verða
frágingnir, tí unga fólkið krevur
annað enn arbeiði í einsemi,
heldur Jósup Fríðriksson.
Søgan er væl kend kring alt
Ísland, og bóndin helt seg á
ferðini til Føroya fáa ta fatan, at
Hesa ferð er íblásturin hjá Jóannesi Hansen til
greinina vitjan hjá bónda á Finnufjørðinum,
sum mintist, at pápi hansara hevði havt
so nógv við føroyskar fiskimenn at gera,
at hann tosaði føroyskt, og so ferðin
frá Langanesi og vestur til Mývatn
Tá ið tað varð vitjað í fortíðini
Tað var her á bóndagarðinum á Felli, at føroyskir fiskimenn í í tríati árunum keyptu nógv frá Fríðriki bónda
Langanes