fríggjadagur 24. mars 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
37
útjaðarin eisini er hóttur her, og
at fólkið flytir til størru plássini.
Soleiðis er tað. Summir garðar
liggja púra lívleysir. Onkra staðni
kemur fólk viðhvørt at hyggja til
seyðin. Aðra staðni eru garðarnir
lagdir saman, staðfestir hann.
Á áhugaverdari ferð á lærda
háskúlanum á Akureyri síðsta
heyst varð fregnast um hetta
við fráflytingini, og hvussu tað
er við bóndagørðunum. Hoyrdi
eina ferð um ein, sum hevði selt
garðin, tí hann flutti til stórstaðin.
Tá ið spurt varð um prísin,
svaraði hann, at hann hevði
fingið fyri eina Møsdu ella ein
Mazda bil! Prísin avgera útboð
og eftirspurningur.
Garðarnir verða ikki virdir
ella skattaðir av nýggja
ættarliðnum, sum teir onkuntíð
hava verið. Men granskari á
lærda háskúlanum á Akureyri
segði seg vera fullvísan í, at
bústaðarmynstrið í Íslandi
aftur fór at broytast soleiðis, at
gongdin fór at verða úr urbanu
økjunum og móti búsetingum úti
á landinum.
– Í nýggju tíðini eru tað alt
fleiri størv, sum ikki eru bundin
at ávísum fysiskum arbeiðsplássi.
Tilvitanin um náttúruna økist
skjótt millum nýmótans fólk,
og harvið verður hetta, at hava
náttúruna og møguleikar fyri
sovornum upplivingum uttan at
skula ferðast eftir teimum, sett
alt fremri í virðisvalinum, helt
skilamaðurin og vísti á, at tað
longu nú eru nógvir íslendingar,
sum hava ættarbond kring landið,
og sum búgva í býunum, sum
hava frítíðarbústaðir kring landið.
Vit hava ongantíð verið á
Finnafjørðinum og Felli áður.
Men kortini kennist hetta so
sera nærverandi og viðkomandi.
Umframt lesnaðin, sum er
nevndur omanfyri, er orsøkin tað,
sum pápi plagdi at siga. Hann
tosaði ofta um Ísland og fiskarí
á Eysturlandinum og her á leið.
Fyrsta skipið, sum hann var til
skips við, var Haraldur, sum
maður mostur hansara, Jóannes á
Váli í Svínoy, førdi.
Jóannes hevði nógv saman
við bóndanum á Felli. Tá ið teir
riggaðu av og vóru á veg heim í
1937, spurdi bóndin Jóannes, um
hann ikki kundi hava knappliga
17 ára gamla dreingin, sum var
saman við honum, eftir at hjálpa
sær henda veturin. Jóannes
svaraði, at drongurin var móður
og faðirloysingur, og at hann
hevði lovað konuni, sum var
mostur at dreinginum, at ansa
væl eftir honum og at hava hann
við til hús aftur.
– Tá varð avgjørt, at eg ikki
skuldi verða íslendingur, plagdi
pápi at skemta. Fríðrikur bóndi
á Felli var blaðungur tá, og hann
átti fleiri døtrar!
Síðstu árini hann livdi, helt
pápi fleiri ferðir fyri, at tað
hevði verið áhugavert at vitja
aftur á hesum leiðum, sum hann
mintist og sá fyri sær í huganum.
Túrurin varð ikki gjørdur. Tíverri.
Nú gerst einki við tað. Hesin
summardagurin á Felli ger alt
so ógvuliga nærverandi, og
tað hevði verið uppaftur meiri
áhugavert, um túrurin hevði havt
verið gjørdur fyri einum seks
árum síðani!
Sjáldsamt fyribrigdi
Í sama andaleypi, sum Edvard
í Svínoy segði frá omanfyri
standandi, segði hann hesa
søguna um samrøðuna millum
Fríðrik, bóndan á Felli, og
Símun hjá Póli 12. apríl í 1938.
Tá ið hann sipar til Jóannes og
Tummas, eru tað Jóannes á Váli
og Tummas á Rókini úr Svínoy,
sum so syndarliga druknaðu á
veg til Svínoyar 1. desember í
1937:
“Fríðrikur fór alt fyri eitt at
tosa við skiparan um Jóannes
og Tummas, sum plagdu at vera
við Haraldi, ið altíð var inni á
Finnafjørðinum og keypti sild, ís
og seyð. Hann segði:
“Eg kendi teir sera væl. Teir
vóru ofta í landi og uppi hjá
okkum. Tummas hevði sagt fyri
konu mínari, seinastu ferð, teir
vóru inni hjá okkum, áðrenn
teir sigldu heim um heystið, at
hann ætlaði sær at halda jól á
Finnafjørðinum tað árið (1937).
Nú hendi tað henda dagin í fjør
– 1. desember kl. 5 seinnapartin.
Eg var beint tá innkomin og
hevði sett meg at eta døgurða
í køkinum. Kona mín sat og
seymaði frammanfyri vindeygað
í stovuni, har tað er stak gott
útsýni yvir fjørðin...Nú sær hon
alt í einum Tummas og Jóannes
koma upp á bakkan í yvirfrakka
við hvør sínum kufferti í hondini
og ganga beint niðan móti
húsunum hjá okkum. Konan
rópar á meg:
“Fríðrikur, skunda tær út og tak
ímóti teimum!”
Eg fór út alt fyri eitt og vestur
um húsini, men sá einki. So fór
eg runt um húsini og sá heldur
einki...Men kona mín segði, at
hon eygleiddi teir, inntil teir
gingu undir eystan fyri húsini hjá
okkum. Vit vóru illa við og skiltu,
at tað var ein yvirnáttúrlig sjón,
vit høvdu sæð. Vit vóru ógvuliga
góð við teir báðar. Teir vóru ekta
góðir menn. Kona mín sovnaði
ongantíð ta náttina.
Dagin eftir hoyrdu vit í
íslendska útvarpinum um van
lukkuna við Pride, postbátinum,
og nøvnini vórðu upplisin á
monnunum, sum deyðir vóru”.
Hetta hendi sama dag og somu
tíð, sum vanlukkan fór fram, so
mangt er millum himmal og jørð,
sum vit aldri koma at skilja”.
Soleiðis greiddi Edvard í
Svínoy frá ferðini hjá sær á
Finnafjørðinum í 1938.
Vit biðja farvæl í august
2005. Hetta hevur verið serliga
áhugaverd vitjan so at siga í
farnari tíð. Kona Fríðrik og
harvið mamma Jósup, sum vit
hava heilsað uppá, upplivdi
omanfyri standandi fyrsta
desember í 1937. Nú hevur Jósup
júst sagt okkum, at mamma
hansara sjálv doyði fyrsta
desember í 1938.
Vit standa eina løtu og sodna
tað, sum hesi trý korterini hevur
verið okkum fyri á Felli, áðrenn
farið verður longri fram á vegin.
Hesa leiðina kendu forfedrar
okkara eins væl og teir kendu
Føroyar.
Ókendari leiðir
Nú seta vit kós móti Mývatni.
Harvið verður ferðin aftur á
ringvegnum kring Ísland. Tað
vil við øðrum orðum siga, at vit
ikki longur verða hinumegin
ringvegin, sum tað plagar at
verða tikið til. Av Finnafjørðinum
og vestur til Mývatn er teinurin
í beinari linju umleið hundrað
kilometrar. Vegaføringin ger, at
tað er neyðugt at koyra fram
ímóti dupulta teininum.
Eitt tað fyrsta plássið, sum
tað verður koyrt framvið, eru
Bakkafjørðurin og síðani
Vápnafjørðurin. Tá ið tíðin,
sum føroyingar vóru til lands í
Íslandi, varð umrødd í 2. parti
av hesum hugleiðingum, varð
víst á fleiri skrivligar keldur.
Tíverri varð ikki nevnt, men
tað verður so gjørt nú, at FF
blaðið fyri trimum árum síðani
gjørdi fitt burturúr føroyska
útróðrinum á Eysturlandinum
og serliga í hesum økinum. Tey,
sum eru áhugað fyri at lesa, hvat
altíð produktivi Óli Jacobsen
fekk burturúr, kunnu leita í FF
bløðunum í 2003.
Tá ið vit koma longri fram
á leiðini, sleppa vit teimum
leiðunum, har føroyskir
fiskimenn í so mong ár vóru
staðkendir. Í fínu ferðafrásøgn
síni um ferð í Íslandi í 1977
heldur D. P. Danielsen, sáli,
fyri, at her komu sluppmenn
okkara og teir, sum vóru til lands,
ongantíð. DP sigur, at hetta
var orsøkin til, at føroyingar
ongantíð komu í samband við
íslendska fólkið reiðuliga. Hóast
teir gistu landi teirra á hvørjum
sumri, so rann ongantíð saman.
Okkurt giftarmál. Men ongantíð
nakað árin av álvara, heldur DP,
sum lýsir koyritúrin fram móti
Mývatni við so stórum innliti, at
tað her verður lopið um.
Svávulslukturin gerst ramur,
tá ið Mývatn er í nánd. Og
ferðafólkini eru ógvuliga mong.
Tey bera hesa ársins tíðina
inntøkur og arbeiðspláss við sær
til nógvar íslendingar. Tá ið vit
finna býli á vallaraheiminum,
er tað hálvur sumbingur, sum
fryntliga syrgir fyri nossliga
kamarinum.
Bláa lónið er væl kent hjá
teimum, sum hava vitjað í
Reykjavík. Fyri fáum árum
síðani varð sama slag av tilboði
sett á stovn við Mývatn, um enn
tað ikki hevur somu fasilitetir
sum í høvuðsstaðnum.
Klokkan er næstan ellivu á
kvøldi, tá ið vit í slavtoku koyra
teir tríggjar kilometrarnar til
hetta staðið, sum man vera
eindømi í heiminum. Tað
tykist púra manntómt, men á
parkeringsplássinum eru bussar
og bilar, og inni í hylinum er
nógv fólk. Í nógva hitanum
og roykinum og tokuni eru
íslendingar, fransmenn, kinverjar,
japanarar og aðrar tjóðir. Tíðin
tykist standa í stað, og tað
verður dúgliga prátað í hyljum
og pottum og uppaftur heitari
rúmum.
Biltúrurin kring Mývatn, sum
er 37 ferkilometrar til víddar,
er rættuliga grunt og hevur
einar hálvt hundrað hólmar í
sær, er hugnaligur. Meðan vit
koyra spakuliga og nýta útsýnið
henda hálva tíman, greiðir sonur
stórskaldið og Nobel vinnaran,
Haldór Laxnes, í Útvarpinum
frá barnaárunum í Reykjavík. Í
millumkrígstíðini, sum hann
umrøður, var Reykjavík ikki
nógv størri býur enn Havnin.
Merkisvert er, hvussu nógv yngri
Laxnes sigur, at heimsskaldið
var burturi í heimi og skrivaði,
og hvussu ofta sambandið
– politiska, mentanarliga
og vinnuliga og handilsliga
– millum Reykjavík og Ísland og
Keypmannahavn verður nevnt.
Náttin er friðfull, og leygar
morgunin gera vit av at venda
eitt sindur aftur og at koyra til
Dettufoss og so norður eftir
framvið Öxafirði, Skjálfandi
og umvegis eitt nú Húsavík og
til Akureyrar. Hetta verður vent
aftur til. Nú er ikki pláss fyri
meiri á hesum sinni.
Í 2. parti varð heimferðin
hjá Vaagen úr Íslandi søgd at
vera í 1890unum. Skilamaður
vísir á, at hon var í 1888. Tað
var tankatoskur, tá ið tað varð
sagt, at tað var Kvívíks Tummas,
sum yrkti Vaagen. Sjálvandi
var tað Jóan Petur uppi í Trøð,
IPG, sum í 1867 og nøkur ár
fram var til skips undir Íslandi.
Vísan var fyrstu ferð á prenti
í Føroyingatíðindum nr. 4, 15.
februar 1894.
Fyrsti partur av higartil trimum
ferðahugleiðingum hjá Jóannesi
Hansen var í Sosialinum
fríggjadagin 24. februar, og
annar partur var í blaðnum
fríggjadagin 17. mars.
Tað var nógv at hugsa um, tá ið høvundin var á veg aftur úr bóndagarðinum
á Felli. Aftanfyri hómast Finnifjørðurin
Á hesum leiðum verður oftani koyrt framvið vegskeltum við nøvnum, sum
vóru eins kend millum føroyingar inntil 2. heimsbardaga, sum nøvn á
bygdum og støðum í Føroyum – eitt nú Vápnafjørður
Síðani 2004 hevur tað staðið íslendingum og ferðafólkum við Mývatn í boði at njóta náttúrubað átókt Bláa lóni, sum er kent av Reykjavíkar leiðini